fríggjadagur 17. oktober 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
8
Nr. 200 • 17. oktober 2008
Ein abbi kemur á land. Hann
hevur verið úti sum yvirmaður
hjá Mærsk í nógvar mánaðir,
og setir nú fótin á føroyska
landsjørð - heima aftur í Sørvági.
Men hesin abbin er øðrvísi enn
abbarnir í skipstroyggjum og
gummiskóm, her hann kemur
spankulárandi eftir bygdargøtuni:
Moody Simonsen, sólbrendur,
í velasíðum frakka, og undan
breiða hattskugganum ein
stór Havanna-cigar og myrkar
sólbrillur.
– Abbi var verðinsmaður og
lívsnjótari fram um alt. Hann
keypti alt møguligt heim við úr
útheiminum og elskaði Whiskey,
stórar sigarir og góðan mat. Eg
vaks upp har vesturi fyrstu árini,
og tí gjørdist hann fyrimyndin,
sum lærdi meg at vera opin
fyri øllum tí spennandi, sum
heimurin hevur at bjóða. Men
hann var eisini bygdarmaðurin,
sum róði út og tókst við seyð,
tá hann var heima. So hetta
var ein bergtakandi og dupultur
heimur hjá mær at ferðast í, sigur
Mortan í Hamrabyrgi, maðurin
handan nýggja tiltakið Grams, her
í blaðnum.
Føroyskt og franskt
Og júst hetta dupulta gongur
aftur í øllum prátinum við
Mortan í Hamrabyrgi – einu
løtuna kræsin feinschmeckari á
Christianshavn og næstu løtuna
rokmikil flettingarmaður í Víkar-
byrgi.
– Fjølbroytni tiltalar meg. Eg
eri altíð søkjandi og forvitin eftir
avbjóðingum og stuttleika; innan
matmentan serstakliga og í
lívinum sum heild, sigur Mortan í
Hamrabyrgi, ið bæði finnur dygdir
í tí einfalda føroyska og tí fínasta
franska.
– Endamálið við Grams er at
økja um tilvitanina um matar-
vanar, har vit spyrja okkum
sjálvi, hví og hvat vit eta og
drekka? Hetta samstundis sum,
at vandin fyri at blíva heilagur
og sannførdur er ræðandi, sigur
hann, og forklárar víðari, at í
føroyska matinum ynskir hann
bæði at varðveita ta gomlu
mentanina, men eisini at koma tí
stokksetta til lívs.
– Eg ynski eina menning av
siðbundnu matmentanini, men
bara fyri at gera tað fína og
gamla meira tíðarhóskandi og
spennandi. Tí fólk krevja nakað
meira í dag, sigur Mortan í Hamra-
byrgi, ið hevur verið útiseti øll
vaksnu árini, eitt nú sum lækna-
og tannlæknalesandi.
– Hetta er tvær útbúgvingar,
har vit eisini læra um sansir
og føðslu. Tí hóska tær væl til
áhugan fyri mati og víni, sigur
Mortan í Hamrabyrgi, sum ætlar
at vera liðugur sum tannlækni á
sumri í 2010.
– Til ta tíð hevur lívið hjá 38 ára
gamla Mortan í Hamrabyrgi verið
eitt kalaidoskop av verkætlanum,
sum allar hava bent á tann mat-
liga bógvin, so ella so.
– Eg havi onga beinleiðis
útbúgving innan mat & vín. Men
15 ára áhugi, ferðing, lesnaður
og skriving geva mær førleika
at úttala meg um økið, sigur
Mortan í Hamrabyrgi, ið brúkar
næstan alla frítíðina til hetta
ítriv. Men í veruleikanum er tað
eitt fulltíðarstarv, umframt at
hann er familjumaður og pápi at
3 ára gomlum tvíburadreingjum,
tannlæknalesnaðindi og røkir
starvið sum dagligur leiðari
á føroysku tíðindastovuni á
Christiansborg.
Bananir og brúnar
bønir
Kunnleikin til mat og vín stavar
í stóran mun frá ferðum kring
heimin á sjógvi og á landi. Eitt nú,
tá hann longu sum 16 ára gamal
var skiftisnæmingur í Honduras í
Suðurameriku.
– Hetta var fantastiskt. Fór
avstað, forvitin og óbangin, og tók
til mín av máli, mati og mentan.
Minnist enn fyrstu dagarnar har
eg ikki fekk ein bita niðurum
av øllum hesum fremmanda og
øðrvísi. Men síðani gjørdist eg
bergtikin av øllum tí sermerkta,
har tú millum annað fekst brúnar
bønir afturvið hvørjari máltíð,
fimtan ymisk sløgum av bananum
og cornflakes við heitari mjólk til
morgunmat, forklárar Mortan í
Hamrabyrgi, sum í sama viðfangi
lærdi eg spanskt; eitt mál, sum
síðan gjørdist honum hent, tá
hann longu sum 20 ára gamal og
nýklaktur studentur varð settur
í starv sum fiskasølumaður hjá
Marr og co. við øllum heims-
marknaðinum fyri føturnar.
Tað var í hesum sambandi,
at Mortan í Hamrabyrgi kom
í samband við ein belgiskan
fiskasølumann, sum gjørdist
ein sannur lærumeistari innan
europeiska matgerðar- og vínlist.
– Eg seldi klippfisk í Spania
og aldan laks til allan heimin.
Tá blivu eg og hesin belgiski
fiskasøluumboðsmaðurin
vinmenn, og hann lærdi meg
ótrúliga nógv um mat og vín,
vísti mær tey fínastu Michelin-
virðisløntu matstøðini í París og
aðrastaðni, meðan vit koyrdu
runt og vitjaðu víngarðar í
suðurlondum, greiðir hann frá.
Ommubeiggjar á
Hammershøj
Men íblásturin stavar ikki bara frá
útlondum. Her heima í Føroyum
hava góð fólk eisini verið við til
at leggja lunnar undir eldhugan
hjá Mortan í Hamrabyrgi.
Omman varð fødd og uppvaksin
í býlinginum Hamrabyrgi í
Víkarbyrgi, og í barnaheimi
hennara búðu tríggir uppilagstir
ommubeiggjar, sum vóru sannir
inniløgumenn.
– Hesir gomlu dreingirnir livdu
fullkomiliga sum í 1800’talinum.
Har lærdi eg at hagreiða, fletta
og aðrar siðir, sum eru tengdir at
Mortan í Hamrabyrgi hevur sett sær fyri at forføra og forkela lesaran hjá
Sosialinum við tilfari um tvær av lívsins allarbestu sólsíðum: mati & víni.
Men umframt at vera passioneraður gastronomur og vínkennari, er Mortan í Hamrabyrgi
eisini tannlæknalesandi tvíburapápi búsitandi á Christianshavn, globetrottur, europeari,
ítróttarmaður, journalistur, helvt um helvt suðuroyingur og vágamaður, golfspælari – og
fyrrverandi sjómaður, læknalesandi, fiskasølumaður, rógvari...
Einfalt føroyskt
og fínt franskt
Vangamynd
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Í fletting í Víkar
byrgi saman við
ommubeiggjanum
Við vin
monnum
í Alsace
Mortan í Hamrabyrgi
Mynd: Álvur Haraldsen