Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-17, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. oktober 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 200 - 17. oktober 2008 FÍGGJARKREPPA Orð & myndir Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Í krepputíðum eru tað kanska serliga miðlafólk, sum hava fingurin á pulsinum, og Camilla Aradóttir, blaðkvinna á Morgun­ blaðnum, er onga løtu í iva um, at Ísland fer at ríða stormin av Reykjavík: Camilla Ara­ dóttir er blaðkvinna á størsta gjaldsblaðnum í Íslandi, Morgunblaðnum, og hevur fylgt kreppuni, síð­ ani hon tók seg upp fyrst í síðstu viku. ­ Vit eru rakt ómetaliga meint av hesi kreppuni. Men eg haldi ikki, at vanligi borgarin, sum situr heima og hyggur í sjónvarpið ella lesur bløðini fáa tað fatan, at talan bert er um svart­ skygd tíðindi, men tey hava tað sjálvandi ikki gott í løt­ uni, sigur Camilla Aradótt­ ir. Hon heldur, at tað eru nógv, sum síggja svart upp á tað heila, og fleiri halda, at nú er ikki stundin at vera glað sum støðan er. Men so eru tað aftur onnur, ið taka meiri lætt upp á tað og siga: Hvat kann eg gera? Tey halda bara fram. Camilla gevur okkum rætt í, at tað er ein ávís vreiði at hóma, bæði millum vanliga borgaran og millum politikarar. ­ Jú, tað er avgjørt rætt. Tað kemur jú ann upp á, hvussu tú sær upp á støðuna. Um tú hyggur við politisk­ um eygum, ella talan kanska er um eina vanliga familju, sum hevur mist alla uppsparingina. Ella um forsyrgjarin kanska hevur mist arbeiðið, og vit hava ikki sæð endan av tí enn, sigur Camilla Aradóttir. So hon metir, at vreiðin fer at spreiða seg, hóast tað er nærum ógjørligt at finna syndabukkar nú, og sjálvt um tað er uppgávan hjá miðlunum at varpa ljós á teir persónar, sum standa við ábyrgdini av tí, sum hent er, er støðan í løtuni so ógreið, at mann als ikki er komin hartil. ­ Nei, tað eru vit slett ikki komin til enn. Tað var ikki fyrr enn í gjár, at okkara løgmálaráðharri boðaði frá, at nú fór stjórnin undir at kanna málið út í æsir, og um tað vísir seg, at nakar hevur brotið lógina, verða tey revsað, sigur Camilla Aradóttir. Neyvan politiskar fylgjur Men hon væntar ikki, at ein kanning fer at avdúka nakað ólógligt, tí sum hon sigur, at tey sum hava gjørt hetta hava gjørt tað, tí tey kundu, og ikki fyri at bróta nakra lóg. ­ Men vit her í húsinum (á Morgunblaðnum, red.) eru bumbarderað seinastu tíggju dagarnar við tíðind­ um, og tað, sum tú hevur skrivað um kvøldið, er gam­ alt nýtt morgunin eftir, tá blaðið kemur á gøtuna. So vit eru ikki enn komin har­ til, at vit kunnu seta okkum niður og fáa rættiligt yvirlit yvir, hvat tað var sum hendi, sigur Camilla Aradóttir. Tá vit tosaðu við Kjartan Ólafson í blaðnum í gjár, roknaði hann ikki við, at hendan djúpa fíggjarkrepp­ an fór at raka Sjálvstæðis­ flokkin – sum hevur sitið við valdinum síðani 1991 – politiskt, og tað er Camilla Aradóttir samd í. ­ Eg veit ikki, um tað fer at fáa politiskar fylgjur. Vreiðin hjá fólki er meiri vend móti fíggjarliga sek­ torinum, bankafólkunum. Mong halda, at tjóðbankin ikki hevur røkt sína uppgávu til lítar, og hann er stýrdur av fyrrverandi formanninum í Sjálvstæðisflokkinum, og tey, sum elska at hata David Oddson, gera tað eisini við honum í stjórasettinum í tjóðbankanum nú, sigur Camilla Aradóttir. Bankarnir vórðu privati­ seraðir í 2003, og tá var tað Framsóknarflokkurin, sum sat í samgongu saman við Sjálvstæðisflokkinum. ­ Nú er Framsóknarflokk­ urin ikki longur partur av stjórnini, og nú kemur hann og gevur sitandi samgongu skyldina. So eg haldi, at tað kemur alt ann upp á, hvar mann stendur politiskt, sig­ ur Camilla Aradóttir. Einki boð uppá loysn Eitt, sum tykist at hava ver­ ið ein stórur trupulleiki er, at bankarnir hava vaksið seg alt ov stórar í mun til íslendska búskapin, og tað heldur blaðkvinnan á Morg­ unblaðnum eisini. ­ Ja, tað er ein trupulleiki. Sagt verður, at bankarnir eru vaksnir til tíggju ferðir BTÚ hjá Íslandi, og tað er eisini tað sum ger, at vit verða so hart rakt nú. Krepp­ an herjar um allan heim, men ein sannroynd er, at tað rakar serliga hart hjá okkum, sigur Camilla Ara­ dóttir. Men hvussu kreppan skal loysast, er ein spurningur, sum blaðkvinnan ikki dugir at svara. ­ Tað er júst tann brenn­ andi spurningurin, ein spurningur, vit øll seta okk­ um sjálvum í dag. Nú eru bankar og aðrir stovnar knappliga endaðir undir stjórnuni aftur, og mann skal langt aftur í tíðina fyri at finna hesa støðu aftur. Samstundis eru tað fleiri ting frá teirri tíðini, sum vit ikki vilja síggja aftur. Men í løtuni er alt bara gitingar, og sjálv havi eg einki svar, sigur Camilla Aradóttir. Hon sigur, at møguleikar­ nir sjálvandi eru nógvir, og at tað eru ymsar ábendingar um hetta og hatta, men at tað verður neyðugt við pengum uttan ífrá er eingin ivi um. ­ Vit skulu bara taka ímóti pengum frá øllum teimum, sum vilja lána okkum peng­ ar, tí tað eru óhugnaligar upphæddir, sum verða nevndar, til afturrindan av innlánum hjá útlendskum kundum, sigur Camilla Ara­ dóttir. Hon vónar tó, at bankarnir kunnu selja so mikið av teirra aktivum uttanlands, Íslendingar hava nakað serligt í sær Camilla Aradóttir arbeiðir á Morgunblaðnum, sum við høvd og gørnum hevur eini 120 starvsfólk í arbeiði. Fríggjadagin vórðu 22 fólk uppsøgd Vilja steðga frítíðarfiskimonnum Fiskarlaget Midt­Norge, sum tað eitur í Noregi, krevur nú, at frítíðarfiskimenn ikki sleppa at selja sína veiði. Felagið hevur sent bræv til Norges Fiskarlag, har teir vísa á, at frítíðarfiskimenn misbrúka skipanina, tá ræður um veiði og sølu av fiski. Felagið sigur tað vera alment kent, at munandi nøgdir av fiski verða “omsatt svart til privatpersoner og til næringsvirksomhet, som for eksempel resturantbransjen”, sum felagið sigur í brævinum til Norges Fiskarlag.