Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-17, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. oktober 2008síða 12

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 200 - 17. oktober 2008 SAMBAND eirikur liNDeNSkov eirikur@SoSiAluriN.fo tlf 341800 viðmerkingar Sosialurin Oljan sum týðandi alternativ Fíggjarkreppan herjar framvegis um heimin og er eisini farin at merkjast um okkara leiðir. Her hugsa vit ikki minst um syrgiligu avleiðingarnar hon hevur á grannatjóð okkara Ísland. Vit kunnu staðfesta, at avleiðingarnar av kreppuni raka hart, og hóast vit í Føroyum enn ikki merkja eins nógv til avleiðingarnar enn, so kenna vit hugtakið ”ringar í vatninum”. Nær fær teir at røkka okkara klettum – ella fara teir! Og tá og um teir gera tað av álvara, hvussu hart fara teir tá at raka! Longu nú kunnu vit tó staðfesta, at fólk, feløg og fyritøkur hava mist nógvar pengar, nú partabrøv sum heild eru lækkað so nógv í virði. Danir hava mist fyri umleið 300 milliardir kr. í partabrøvum, síðani henda fíggjarkreppan fór at gera um seg. Áhugavert at vita, hvussu hesi tølini síggja út fyri føroyingar. Vit hava tó hoyrt landsbankan stjóran siga, at kreppan hevur ikki rakt tær almennu Føroyar nakað serligt. Bjargingarpakkar bæði í danska kongaríkinum og í EU eins og í USA hava so byrgt upp fyri, at bankarnir fara á heysin, og at borgararnir missa sítt innistandandi. Komandi tíðina fara vit helst at hoyra meira um, hvussu stendur til í privata vinnulívinum her heima, sum eitt nú er fíggjað við íslendskum lánum og rakstrarkreditti. Og her ikki minst teimum føroysku fyritøkunum, sum meira ella minni eru uppkeyptar av íslendskum kapitaliseinastu árini. Hvussu og ikki so eiga vit ikki at gloyma støðuna hjá okkara høvuðsvinnu. Vit hava sæð, hvussu hart hækkandi oljuprísir og minkandi fiskiskapur hava rakt partar av hesi vinnu. Vit hoyra eisini framvegis fiskifrøðingar, sum ávara um alt ov hart trýst á fleiri av stovnunum. So um vit ikki hava eina fíggjarkreppu eins og onnur lond, so eiga vit ikki at gloyma, at vit hava ella rættari kunnu fáa eina álvarssama kreppu, um og tá reyðu ávaringarlampurnar, sum fiskifrøðin hevur víst á, fara at blunka av álvara. Hendir tað, at inntøkurnar frá fiskivinnuni, fara at minka álvarsliga, so hava vit kanska ein nógv størri trupulleika enn fíggjarkreppuna. Vit mugu tí seta okkara álit á, at bæði vinna og myndugleikar bera seg skynsamiliga at. Og her mugu vit eisini seta álitið á alternativar vinnur og tilfeingi. Alivinnan er ein slík. Og oljuvinnan kundi verið ein onnur. Finna vit olju í undirgrundini í komandi ári ella so, tá kann hetta fáa stóran týdning fyri samfelagið, tí tá tola vit betri eina minking í fiskivinnuni. So hvat vit enn halda um møguligu oljuna í undirgrundini, so hevði hon verið kærkomin í næstu framtíð bæði sum nýggj alternativ vinna men eisini sum eitt tilfeingi, ið ger, at Føroyar verða hægri rataðar á altjóða fíggjarmarknaðunum. Vit eiga tí at fylgja komandi boringum eftir kolvetni við stórum áhuga, tó at vit ikki eiga at kalkulera við hesum fyrr enn vit hava funnið nakað. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Marknaðarleiðari: Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Tróndur Skaalum trondur@sosialurin.fo Høgni Thomsen hogni@sosialurin.fo Elin Vatnhamar Olsen evo@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Árni Joensen arni@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo Eirikur í Jákupsstovu eij@sosialurin.fo Bergur Johannesen bergur@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað leiðsl­ an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Kykmyndir: Harald í Kálvalíð harald@ras2.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e­post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e­post: aki@sosialurin.fo e­post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 frá kl. 8.00­20.00 og boða frá Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.­frí. 8­16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag­fríggjadag klokkan 1330 Ivaleyst var tað skilagott av Nobelnevndini, at kjósa Paul Krugmann til vinnara í búskapar- og fíggjarmál- um í ár, hóast hann ígjøgn- um árini hevur gliðið í meira lagi í køkingini, táið tað ræður um prinsipielt støðufesti. Ein avís sum Sosialurin eigur sjálvandi ikki at lata eitt slíkt val fara afturvið borðinum, uttan at taka tað upp til viðgerðar. Heldur mann seg vera ein part av heimsmeldrinum, verður málið tikið upp í eini oddagrein. So sjálvsagt, og tað hendi ígjár. Nú kunnu tað vera fleiri orsøkir til, at stjølurin hevur verið ringur á oddagreins- høvundinum í gjáramorgun- in, hann kann hava leskað sær á eitt súrt yougurt í lýsingini, men javnmetingin millum heimskreppuna og CHE-samgonguna er burtur úr vón og viti. Beinleiðis endurgivið: ”Hann (Krugmann) átti at givið øllum politikkarum nakað at hugsa um, eisini í Føroyum, ikki minst tá hugsað verður um, at tað einasta, sum CHE sam­ gongan var samd um var, at í Føroyum skuldu tær frælsu og ótálmaðu markn­ aðarkreftirnar ráða!” Útrópstekin í endanum. Ákæra og dómur, alt í einum hurlivasa. Vit vita, at tveir av samgonguflokk- unum í CHE samgonguni ikki vóru, og tíansheldur eru, í krithúsinum hjá sosialdemokratisku avísini. Og tungan spektiskt eisini munandi, nú teir av nýggj- um hava sáttað seg aftur við brávøkru hugsjónina hjá borgarligu ABC sam- gonguni, har Javnaðar- flokkurin er ein mýruvong- ur, eitt ússaligt klípið, men harfyri eigur ein seriøs avís ikki at tveita um seg við tómum postulátum, sum eru at kalla heimsmet í søgufalsan. At vinstrastjórnin, sum sat við valdinum í hálvan áttanda mánað, nú skal samanberast við yuppie- kapitalismuna, ið fer sum ein grovur skúrur kring allan knøttin, er ein ein- faldgeran og politisk propaganda sum rópar til himins. Ongar grundgev- ingar, ongin viðgerð, ongin saklig meting og samsvar- andi dømir. Bara ein klin- isk politisk frelsa, ein brávøkur partapolitisk endurføðing í politiskari miðøld, ABC. Heldur mann seg ikki vera føddan ígjár, so veks- ur úr hvørjum setningi fatanini um, at CHE sam- gongan hevði ætlað sær at kjálka fram ímóti sama politikki, sum Sjálvstæðis- flokkurin og íslendska bankabourgeois´ið hava vanrøkt frændatjóðina fyri vestan við hesi seinastu árini, og sum nú er endað í búskaparligum svávilroyki. Sum setur at vælindunum hjá vanliga fólkinum sólarringin allan. Sosialurin eigur tí at grundgeva fyri, hví hann heldur at vinstrahalla CHE samgongan hevði ætlað tað sama, og greina hvør politiski kjarnin er handan orðini: ”….tað einasta, sum CHE samgongan var samd um var, at í Før­ oyum skuldu tær frælsu og ótálmaðu marknaðar­ kreftirnar ráða!” Brávakra partapolitiska endurføðingin TóRBjøRN jAcoBSEN Ábyrgdarbýtið millum land og kommunur Ábyrgdarbýtið millum land og kommunur er eitt av teimum málunum, ið undir- ritaði vil nýta orku til at fáa greiðu á sum býráðslim- ur í Tórshavnar Kommunu. Eg ímyndi mær, at tað letur seg gera at vera við til at fáa loyst hetta stóra og týdningarmikla mál innan eina rímiliga tíð. Hví tað? Jú tí fleiri av teimum økjum, ið hava mín brennandi áhuga, eru torfør at gera nakað muna- gott við orsakað av oman- fyrinevnda trupulleika. Nógv av teimum sárbaru og veiku í okkara sam- felag, so sum børn við ser- ligum tørvi, okkara eldru, tey sjúku, detta niður mill- um land og kommunur, líka sum bústaðarpakkin eisini liggur har og vigar. Viðurskiftini er sera fløkt og ógreið á hesum øki. Tað er eftir mínari sannføring ongin ivi um, at tað ið hevur týdning hesum viðvíkjandi, er HVØR hevur ábyrgdina og ikki um tað er landið ella kommunurnar. Um ábyrgd- arbýtið var greitt, var lætt- ari hjá okkum borgarum at funnið út av, hvar vit skulu venda okkum. Eisini hevði greitt býti minkað um møguleikarnar hjá almennu myndugleik- unum at givið hvørjum øðrum skyldina fyri, at onki munagott hendir á tildømis eldarøkinum. Havi lagt til merkis, at onkrir greinaskrivarar vevja runt í, hvør hevur ábyrgdina av hvørjum øki, og tað er væl skilligt, tí tað er ógjørligt at halda skil á. Sjálvandi er tað ikki einfalt at loysa trupulleikan við ábyrgdarbýtinum, men eg haldi, at vit skylda okkara borgarum, at okkurt munagott hendir á hesum øki. Vit kundu til dømis sett okkum sum mál, at í hesum 4 ára valskeiðið, verður spurningurin um ábyrgdarbýtið loystur. Møguliga keðiligt evni, men týdningarmikið! Javnaðarflokkurin Tórshavnar Kommuna SjÚRðUR joHANNESEN Gjald fyri valgreinar Fram til kommunuvalið 11. november fer Sosial­ urin at taka gjald fyri val­ greinar. Gjaldið er hálvur lýsingarprísur fyri t. e. 95 oyru + MVG fyri milli­ meturin. At rokna sum valgreinar eru allar grein­ ar, sum valevni skriva ­ og geinar frá øðrum, sum blaðstjórnin metir sum valtilfar. Skipanin verður í gildi fram til kommunu­ valið. Valgreinar skulu sendast við telduposti til post@sosialurin.fo ­ og tær skulu vera rættlisnar og harvið púra klárar at prenta. Blaðstjórin