fríggjadagur 17. oktober 2008síða 12
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 200 • 17. oktober 2006
Vikuskifti
inngangur
Argentinska sendistovan í Dan-
mark skipaði herfyri fyri stórari
vínsmakking í Keypmannahavn.
Argentinar hava seinnu árini
veruliga spent seg út at útflyta
vín til vínnjótarar um allan
heim. Og tað er ikki bara nøg-
din, men heldur dygdin av víni,
ið hetta passioneraða fólkaslag
vil læra okkum at taka til sín.
Serliga er tað Malbec-drúvan,
ið eisini er tjóðar-stoltleikin,
sum argentinar eru erpnir um.
Var hjástaddur til smakkingina
og hevði áhugavert prát við
fleiri argentinsk fólk. Hesi eru
avmyndaði á forsíðuni í dag.
Frá vinstru, Juan Carlos Kreck-
ler, argentinski sendiharrin til
Danmark, ið eisini vísti áhuga
fyri føroysku fiskivinnuni.
Síðani Andrés Rosberg, forseti
í argentinska Sommelier-fel-
agnum. Mariela Molinari frá
navnframa vínhúsinum Catena
og at enda Elio Zardini, ið he-
vur stovnað tvær argentinskar
matstovur í Keypmannahavn,
Fuego og Asador.
Kili ger eisini burtur av sær í
hesum døgum. Fremsti kok-
kurin í Kili, Pilar Rodriguez
(avmyndað her á síðuni) vitjaði
Keypmannahavn fyri kortum
saman við vínhúsinum Viu
Manent. Leggið til merkis, at
Pilar er konufólk. Tað er ikki
so oftani at vit síggja stjørnu-
kokkar, ið eru kvinnur. Henda
verðin hevur altíð verið mann-
fólkaheimur. Pilar gjørdi mat á
matstovuni Ketchup í Tivoli og
sera áhugavert var at hoyra um
og smakka hennara matlist.
Vínummælini hesa vikuna
viðger og gevur skoðsmál net-
tup til vín frá Catena og Viu
Manent. Og væl hepnaðist
kann eg avdúka.
Sat í flogfarinum hjá Atlants-
flogi í vikuni á veg til Føroya.
Tit kenna støðuna, tá ið síðu-
maðurin er prátingarsamur og
fer at spyrja um alt møguligt.
Hesaferð var eg ikki offrið, men
ein ungur útiseti beint fram-
manfyri meg. Kundi ikki bera
meg undan at hoyra klassisku
samrøðuna teirra millum.
Síðumaðurin var úr Sveits og
skuldi fyri fyrstu ferð til Føroya
at vitja – »on business«, sum
hann orðaði seg. Haldi tað
mundi vera triði spurningurin,
ið ljóðaði soleiðis: »So do you
have any special foods in The
Faroe Islands?«. Hetta fekk
meg veruliga at staðfesta,
at tað liggur so djúpt í ok-
kum menniskju, at spyrja til
matmentanina, tá ið vit vitja
onnur lond og fólkasløg. Hetta
hevur grundleggjandi týdning
fyri hvussu vit meta um aðrar
mentanir.
Í komuhøllina í Vágunum sá eg
so almen umboð við skelti taka
ímóti sendinevnd úr EFTA-par-
lamentinum. Tað var mínsann
ein EFTA-maður, ið spurdi
um føroysku matmentanini!
Vónandi verður hann tikin í
álvara.
grams.fo
Mortan í Hamrabyrgi
12
Suðuramerikanskur vín-fepur