fríggjadagur 17. oktober 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 200 - 17. oktober 2008
13
viðmerkingar
10. oktober var altjóða
psykiatridagur. Ein eina
standandi væl fyriskipaður
og áhugaverdur dagur –
stórt rós til fyrireikararnar!
Alskyns áhugaverd, gleði
lig og kunnandi átøk vóru
hendan dagin. Tað er so
kveikjandi at uppliva áræð
ið hjá starvsfólkunum har.
Átøkini fyri sjúk, avvarð
andi og starvsfólk eru
einastandandi. Eftirútbúgv
ingar, starvfólk við alskyns
førleikum eisini við brúk
arafortreytum, átøk í mun
til avvarðandi, verkætlanir
er bert nakað av tí sum
hent er seinastu tíðina. Ein
fegnast við teimum.
Men sum politikari fái
eg kortini ein knút í búkin,
tá eg hugsi um fysisku
karmarnar hjá psykiatriska
deplinum. Undanfarna
Trivnaðarnevnd Løgting
sins var og vitjaði á depli
num fyri stuttum. Veit at
flestøll vóru skelkaði av
fysisku umstøðunum á
deildunum. Gamalt, niður
slitið, felags baðirúm, 2 –
4 persónsseingjarstovur.
Helst hugsaðu vit øll ”Tað
krevur eina góða heilsu at
vera innlagdur her!”
At nútímasgera psykia
triska depilin nú, MÁ eftir
mínum tykki vera ein rað
festing, alt tingið kann
semjast um. So mín vón er,
at landsstýrimaðurin í
heilsumálum tvíheldur um,
at psykiatriski depilin í
langtíðaríløguætlanini
stendur fyri tørni nú.
Sálarsjúku børnini
Allur bati bøtur og sjálv
sagt var gott, at peningur
fekst til vega til barna og
ungdómspsykiatriina á
fíggjarlógini 2008. Trupul
leikin er, at peningurin ikki
røkkur longur enn til at
diagnostisera børnini. Havi
eisini skilt, at fleiri av børn
unum, sum hava ávísar
diagnosir verða send av
landinum. Helt, at vit fóru
burtur frá hesu loysn fyri
fleiri ártíggjum síðan.
Hvussu kann eitt samfelag
sum ikki rúmar teim sálar
sjúku, enn tá børnunum
kalla seg eitt vælferðarsam
felag? Tá er talan veruliga
um eitt fátækt samfelag.
Eitt samfelag uttan fjøl
broytni er fátækt.
Mær er komið fyri oyr
að, at tað kostar meir enn
eina millión fyri hvørt
barnið at senda tey av
landinum. Eina millión fyri
hvørt barnið! Hví ikki geva
børnunum møguleikan
HER. Gera eindir til børn
við serligum tørvi her á
landi, so tey ikki skulu úr
tí umhvørvinum, har tey
kenna seg mest trygg, nær
umhvørvið rúmar teimum
og hevur umsorgan fyri
teimum og familjan trívist
væl. Familjurnar fara við
tungum huga avstað – tí
tað er her tey helst vilja
vera vera. Hjá teimum,
sum tey eru best við. Sam
stundis stendur fólkatalið í
stað – kann tað undra
nakran?
Um vit hugsa í krónum
og oyrum eru tað nógvar
milliónir vit lata av landi
num fyri hesi børn um
framt at barnið, sum kundi
ment seg her, systkini sum
kundu vaksið upp her – og
foreldrini sum eru dýrabar
arbeiðsmegi og skattgjald
arir – vit lata tey fara!
Økispsykiatriin
Økispsykiatriin er nú farin
til verka í Eysturoy og
Streymoy. Endamálið – um
peningur er tøkur – er at
hava eina vælvirkandi
økispsykiatri um alt landið.
Gott er sjálvsagt, at sjúk
lingarnir kunnu fáa hjálp í
nærumhvørvinum. Men
ein sannroynd er eisini, at
jú fyrr ein sálarsjúlur fær
hjálp, tess betri. Við økis
pskykiatriini er hjálpin tøk
í nærumhvørvinum og fólk
kunnu fáa viðgerð skjótari.
Eisini fyribyrgir og styttir
økispsykiatriin inleggingar
nar. Og, hóast alt ikki eigur
at snúgva seg um krónur
og oyru er ein sannroynd at
peningur skal til. Hinvegin,
ein innlegging kostar fleiri
túsund krónur um dagin.
So eingin ivi er um, at vit
við at játta pening til
økispsykiatriina eisini fáa
færri og styttri inleggingar
og tá sparir heilsuverkið
pening. So tað kann bara
vera ein góða íløga at hava
eina vælvikandi økis
psykiatri.
Avvarðandi hjá
sálarsjúkum
Annlis Bjarkhamar fekk
hugskotið og legði verkætl
anina “At síggja við hjarta
num” til rættis. Hon hevur
tosað við 30 føroyingar
sum eru avvarðandi at sálar
sjúkum makar, systkin,
foreldur at sálarsjúkum.
Hárreisandi at lesa, hvussu
lítla hjálp tey hava fingið,
eisini tí at økið ikki er
raðfest politiskt. Men tíbet
ur hava tey eisini alskyns
uppskot um, hvat skal til,
til tess at bøta um korini
hjá teimum og teim sálar
sjúku tey varða av. Nakað
av tí tey ynskja er undir
vísing til avvarðandi um
sálarsjúku, og hvussu tey
ansa eftir sær sjálvum til
tess at hava orkuna til at
vera um og skilja hin sálar
sjúka. Tað hevði avgjørt
bøtt um korini hjá teim
avvarðandi, yvirskotið at
vera um og stuðla tí sum er
sálarsjúkur – ja, betri
lívsdygd til báðar partar.
Fakfólk eru sum undirvísa
teim avvarðandi, men at
bíðilistin er langur.
Ein avvarðandi segði í
prátinum við Annlis Bjark
hamar, at politikararnir
gera sær dælt av teim av
varðandi. Er tað so, kunnu
vit spyrja. Og hondina á
hjarta: ja, kanska hugburð
urin ofta tykist vera at: So
leingi vit ikki fyrihalda
okkum til ein trupulleika
finst hann ikki. Tí er so
gott at hendan verkætlanin
vónandi hevur latið eygu
okkara upp. Lat okkum
vísa teimum, at vit hoyra,
fata og raðfesta boðskapin
um, hvør tørvurin er. Lat
okkum tryggja, at tað er
seinastu ferð vit hava hoyrt
avvarðandi siga:: “Eg havi
eina djúpa sorg, og eingin
hjálpir mær at viðgera
hana!” “Tú gongur sum
avvarðandi allatíð og ert
bangin.” “Eg kann ikki
sleppa, tí hvør tekur yvir?”
Hesi eru bert nøkur av
rámandi orðunum hjá teim
avvarðandi úr frálíka bók
linginum: “At síggja við
hjartanum”
Vónandi ber fíggjarlógin
fyri komandi ár brá av, at
vit ikki gera okkum dælt
av teim avvarðandi, og at
vit veruliga ynskja ábøtur
innan økið.
Heimsfevnandi fíggjar
kreppan ger tað meira
aktuelt enn nakrantíð at
hava innlit í og skil á
fíggjarkervinum. Viðgerð
in av bankatrygdarnet
inun vísti greitt, at vit als
ikki hava ta ávirkan og
ábyrgd, vit eiga at hava
av okkara egnu figgjar
viðurskiftum
Fólkatingið og Løgtingið
samtyktu í farnu viku
sonevnda bankatrygdar
netið. Hetta fekk fólkatings
limin Edmund Joensen at
stórfegnast um, at tosið um
føroyskt fíggjareftirlit er
tagnað. Men júst viðgerðin
av trygdarskipanini vísti
heilt greitt, hvussu langt
vit eru frá at hava neyðugt
innlit í og avgerandi
ávirkan á okkara egna
fíggjarkervi. Tað er ein
álvarsom støða.
Eingi fingramerki
Føroysku bankarnir ynsktu
at gerast partar av banka
trygdarskipanini. Tjóðveldi
tók undir við hesum, men
vístu vit samstundis á eina
røð av spurningum og
óavgreiddum viðurskiftum.
Tá føroysku bankarnir eru
partur av skipanini, áttu
føroysku myndugleikarnir
sjálvsagt at verið við í
arbeiðinum at orða lógina.
Men, sum tað kom fram í
Løgtinginum, so hevur bert
hissini samband verið
millum føroysku og don
sku myndugleikarnar um
málið, og tí vóru eingi
føroysk fingramerki at
hóma í lógini.
Á leið 150 bankar eru við
í skipanini, og kunnu hesir í
mesta lagi koma at gjalda
35 milliardir krónur til sam
ans. Henda upphædd varð
sett sum 2% av donsku
BTÚ. Føroysku bankarnir
koma eftir hesum leisti í
ringasta føri at gjalda nærri
eina hálva milliard krónur
til skipanina, sum er
lutfalsliga nógv.
Verður tørvurin størri
enn 35 mia, ber danski
staturin restina av útreiðsl
unum. Tá føroyskir bankar
nú gerast partar av skipan
ini, merkir tað so eisini, at
landskassin kemur at bera
sín lutfalsliga part, um
kravið til grunnin verður
hægri enn 35 mia? Um so
er, hvat kemur hetta at
merkja fyri landskassan?
Trygdarskipanin skal
eftir ætlan virka í tvey ár.
Um pengarnir í grunninum
ikki verða nýttir, fáa
Føroyar tá sín lutfalsliga
part afturgoldnan í 2010?
Sambært lógini fella
pengarnir – eisini teir frá
føroysku
peningastovnunum – í
danska statskassan.
Avtøkufelagið
høvuðsleiklut
Danska búskaparmálaráðið
setir á stovn eitt partafelag
nevnt Avtøkufelagið. Sam
bært lógini er tað danska
búskaparmálaráðið, sum
eigur hetta partafelag.
Føroyingar eiga sostatt ikki
part í felagnum. Nevndin,
sum verður vald at stýra
felagnum, kemur at vera
ein ómetaliga týdningar
mikil nevnd, bæði meðan
skipanin virkar, og ikki
minst tá hon verður tikin
av. Tí átti landsstýrið sjálv
andi at tryggja sær møgu
leika at velja nevndarlimir,
og soleiðis tryggja sær
ávirkan.
Nevnda Avtøkufelag,
kemur m.a. at peika á
keypara, í teimum førum
har peningastovnur ikki ber
seg. Um ein føroyskur
banki fær trupulleikar, er
vandi sostatt fyri, at hann
verður seldur útlendskum/
donskum banka. Føroya
Landsstýri ella føroyskar
fyritøkur – kunnu sostatt
ikki fara inn og keypa
bankan uttan so at Avtøku
felagið hevur givið sítt
vælsignilsi. Tað eru danska
Fíggjareftirlitið og danski
búskaparmálaráðharrin,
sum hava síðsta orðið at
skula hava sagt.
Alt vald til danska
Fíggjareftirlitið
Fíggjareftirlitið kann fara
beinleiðis inn at stýra
bankunum, og kann eitt nú
nokta bankunum at flyta
kapital millum egnar fyri
tøkur. Tað kann eisini fara
inn og seta nevndarlimir og
stjórar frá. Danska
fíggjareftirlitið hevur so
statt sera víðfevndar heim
ildir í okkara fíggjarkervi.
Hetta er eitt øgiligt vald at
lata øðrum, og eg vóni, at
landsstýrið ger alt sum
stendur í tess makt at
tryggja okkum ávirkan her.
Nú hendan skipanin
kemur at virka, er eingin
ivi um, at tað fer at vaksa
um áhugan hjá peninga
stovnum og øðrum at læna
donskum (og føroyskum)
bankum pengar. Tað er
gott, men sum nevnt verð
ur í donsku viðmerking
unum til lógina, so er
samstundis ein greiður
vandi fyri, at spekulerað
verður í skipanini. Tí
verður ymiskt gjørt fyri at
byrgja upp fyri hesum.
Vit vita, at føroyskir
bankar mest sannlíkt eru
lutafallsliga betri fyri enn
nógvir av teimum donsku
og útlendsku bankunum, ið
verða við í skipanini. Eiga
vit ikki eisini at hava møgu
leika fyri at ávirka og
byrgja fyri spekulatións
vandanum?
Hetta eru nakrir av teim
um spurningum, sum als
ikki vórðu nóg væl lýstir
frá landsstýrisins síðu,
áðrenn lógin varð samtykt.
Kundu styrkt okkara
støðu
Tjóðveldi mælti saman við
hinum andstøðuflokkunum
til fleiri broytingar í lógini,
júst fyri at tryggja føroysku
áhugamálini betri.
Broytingaruppskotini fullu
tíverri.
Samstundis torir
Edmund Joensen ikki at
hugsa um avleiðingarnar,
um vit yvirtaka fíggjarøk
ið. Eg tori ikki at hugsa
um, at vit framhaldandi
lata alla ábyrgd upp í
hendurnar á øðrum.
Skuldi nakar ivast, so er
Tjóðveldi framvegis
fremsti forsprákari fyri at
vit taka við ábyrgdini av
okkara egna fíggjarkervi
og sjálvi hava eftirlit við
bankunum. Fegin í sam
starvi við onnur lond. Vit
eru als ikki nøgd við, at tað
er danski búskaparmála
ráðharrin og ikki føroyski
fíggjarmálaráðharrin sum
er fyrstur at fáa boðini frá
Fíggjareftirlitinum um
støðuna hjá føroysku
bankunum.
Gera politikarar sær dælt av teim avvarðandi?
Bergtóra
Høgnadóttir
Joensen
Ábyrgd av egnum fíggjarviðurskiftum
BJørt
samuelsen
Seinastu tíðina hevur
alt ov lítið verið av
útstykkingum til
privat grundøkir í
Tórshavnar Komm
unu. Eg vil, um tú
setur álitið á meg,
arbeiða fyri at hettar
verður raðfest høgt í
kommununi.
Allar útsagnir sum
hava verið um, at
plásstrot er, hava einki
við verðuleikan at
gera. Tað er ríkiligt av
plássi, um vit bert
leggja okkum eftir at
finna tey.
Tá nýggjar útstykk
ingar verða í Tórs
havnar Kommunu,
skal eisini leggjast
upp fyri plássi til dag
stovnar, grøn økir og
viðurskiftir, sum
kunnu økja um
trivnaðin.
Eg vil virka fyri at
vit fáa vanlig grund
økir á 400500 m².
Saknar tú eisini
hettar, so vel meg til
býráðsvalið tann 11.
nov 2008.
Valevni
Fólkaflokksins
X við lista A
Hans
anfinnson
norðfoss
Grundøkir
til Tórs
havnar
Kommunu!