fríggjadagur 17. oktober 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 200 • 17. oktober 2006
Vikuskifti
13
Yvirskriftin ljóðar nakað tvískild.
Og tað er hon eisini, tí eg sipi
til vínmarkirnar bæði eystan og
vestan fyri Andes-fjøllini í Suðu-
ramerika. Hesin fjalla-ryggur,
ið fer næstan 7.000 metrar
upp í himnahválvið og strekkir
seg 7.000 kilometrar suður og
norður, skilir londini Argentina
og Kili frá hvørjum øðrum.
Hesi londini hava seinastu 10
árini veruliga tikið seg fram
á heimsmarknaðinum við
kraftmiklum og fruktkendum
vínsløgum. Fyrstu árini Kili
og nú seinastu 2-3 árini er
sannur Argentina-fepur farin
at herja millum vín-njótarar.
Har kilensku vínsløgini fyri ein
part kanska hava verið nakað
søttlig og súltutoyskend, so eru
tey argentinsku eyðkend við
einari elegansu. Loysunarorðið
er Mendoza. Hesin háslættin
er einastandandi í heiminum í
mun til at dyrka vín og ser-
liga at fáa Malbec-drúvuna á
hægstu tindar. Vínmarkirnar
eru í millum 1.000 og 1.500
metra hædd. Hitin er tá ikki
so ógvusligur, hóast at vit ikki
eru so langt frá ækvator. Men
kortini so høgt uppi at sólin
skínir uttan íhald. Mjørkin
leggur seg heldur ikki her.
Lítið og einki avfall er. So at
siga oyðimørk. Men bóndurnir
brúka bráðnandi ísvatnið frá
Andes-fjøllunum at vanda við.
Hetta eru karmar, ið borga
fyri sunnari fyrstafloks frukt.
So at siga ongar plantusjúkur
eru her. Vínbóndirnir brúka
so hæddina at tulka drúvuna
á ymsan hátt. Eru vit í 1.500
metra hædd gerst hon meira
løtt, mineralsk og samansett. Í
1.000 metra hædd gerst vínið
tyngri og kraftmiklari. Hetta
fyribrygdið líkist rættiliga nógv
tí, ið fransar rópa fyri Terroir. At
ymisk sløg av jørð kann tulka
drúvuna á ymsan hátt. Her er
tað so skiftandi amplitudan
frá sólargeislunum, ið ávirkar
drúvurnar og endaliga vínið í
gløsunum hjá okkum.
Viu Manent, Valle de Colcha-
gua, Chardonnay 2007
Uppruni: Turt hvítvín úr Kili
Ummæli: Korngulur litur.
Angin er eyðkendur fatlagrað
Chardonnay úr nýggja heimi-
num. Gul súrepli, melón og va-
nilja. Smakkurin hevur rímiliga
góða javnvág millum frukt og
fat. Meðalkraftmikil og turrur
frískligur stílur við góðari sýru.
Meira kantutur stílur. Ikki super
samansett, men hevur sínar
dygdir. Gott til prísin.
Kostnaður: Kr. 74,00
Skoðsmál:
Alamos (Catena), Mendoza,
Chardonnay 2007
Viu Manent, Valle de Colcha-
gua, Malbec 2006
Alamos (Catena), Mendoza,
Malbec 2005
Uppruni: Turt reyðvín úr Ar-
gentina
Ummæli: Klassiskur purpur-
litur, sum argentinska Malbec-
drúvan oftani færfrá alpinu
sólini á Mendoza-oyðimarkahá-
slættanum. Sera samansettur
og raffineraður angi við brá av
myrkari berfrukt, mineralum
og sjokolátu. Lekkur og kí-
nandi smakkur við maskulinum
tónum, ið fær ein at hugsa
um bromberog bláber. Og
so okkurt feminimt mótspæl
við hindber-parfumu. Framúr
javnvág, turt og harmoniskt
vín. Hella um ein tíma. Hóskar
sera væl til stokt lambskjøt við
kraftmiklari sós.
Kostnaður: Kr. 101,50
Skoðsmál:
Uppruni: Turt reyðvín úr Kili
Ummæli: Kirsubersvartur
litur við violettum kanti. Svørt
berfrukt og ein feril av grønum
urtum í anganum. Kraftmikil
og samansettur smakkur, ið he-
vur brá av bromberum, lakresi,
pípu-tubakki og so hesin grøni
tónin av grønari piparfrukt.
Fruktin er í hásæti í hesum prís-
rímiliga víni.
Kostnaður: Kr. 73,00
Skoðsmál:
Uppruni: Turt hvítvín úr Ar-
gentina
Ummæli: Tættur gulgrønut li-
tur. Sera lekkur og samansettur
angi eins og ein fruktsalat við
eksotiskum fruktum og vanilju-
krem. Her er vanilju-kremið
ímynd fyri gott fat-handverk.
Í harmoniska smakkinum er
fruktin sólbúgvin, mjúk og le-
skilig. Sera saftmikil og í framúr
javnvág við tónum frá búningi-
ni á dygdar eik-føtum. Vín við
formum har kenslan er eins og
velour í gómanum. Flott argen-
tinskt hvítvín! Hóskar til fisk við
rómasósum.
Kostnaður: Kr. 101,50
Skoðsmál:
Mortan í Hamrabyrgi
ummælir vín úr Rúsdrekka
sølu Landsins. Skoðsmálini
eru latin í mun til samsvar
millum prís og góðsku.
Vín handan
Andes-fjøllini
vín
ummælið
mortan@hamrabyrgi.com