fríggjadagur 17. oktober 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 200 - 17. oktober 2008
Sum umboð føroyinga á
Fólkatingi síggi eg tað sum
mína uppgávu at tæna
føroyskum áhugamálum,
kunna um føroysk viður
skifti, verja og kunna um
fullveldis og sjálvsstýris
tilgongdina og annars at
umboða Føroyar so væl
sum møguligt.
Men Edmund Joensen
kemur til ta niðurstøðu, at
fyri mær er ongin vón, tí
sambært honum havi eg
ilskast inn á búskaparligar
hóttanir úr Danmark. Hetta
sigur hann í einum lesara
brævi í Dimmu og Sosiali
num við yvirskriftini: “vit
gróvu tærnar niður í gólv
pláturnar á Christians
borg.” Og hendan tærna
gravingin skuldi fara fram
orsakað av tí brotinum í
røðu míni, sum eg helt í
samband við opningsrøð
una hjá Anders Fogh, har
eg segði.: ”Flere menings
målinger har vist, at et
stort flertal på Færøerne
ønsker suverænitet, men at
juridiske bindinger og
økonomiske trusler
forhindrer processen.”
Um hesin setningur fekk
Edmund at krympa tær, so
man tað verða tí, at hann
ikki heldur tað verða hóski
ligt at kunna um óromant
iskan sannleika niðri á
Christiansborg. Tað er í
øllum førum einki faktuelt
skeivt í hasum sitatinum.
Fleiri veljarakanningar eru
gjørdar, har spurt verður,
um føroyingar ynskja full
veldi. Eisini hevur mangan
verið spurt um, hvussu
long ella styttri fíggjarlig
skiftistíð kann ávirka viljan
til fullveldi. Og har er
ongin ivi um, at jú longri
skotbráið er, jú fleiri tekk
jast fullveldinum. So tað er
ongin ivi um, at ræðusøgur
verða brúktar móti øllum
sjálvstýrisframbrotum her
á landi. Vilja vit yvirtaka
okkurt so koma ræðusøgur
beinanvegin, frá fyrst og
fremst sambandinum, um
at vit eru so fá, so lítil, so
viðbrekin osfr. Og har er
fullveldi onki undantak.
Ræðusøgurnar kunnu fyll
ast upp í leypar. Men
Edmund kann hava rætt í,
at ræðusøgurnar koma ikki
bara úr Danmark. Og tað
var nú heldur ikki tað sum
eg segði, hóast Edmund,
enntá í gásareygum, siterar
meg fyri at hava sagt tað.
Tær koma fyrst og fremst
frá sambandsvonginum í
Føroyum.
Timingin hjá
sambandsmonnum
Men so er tað timingin.
Edmund heldur ikki, at tað
er hóskandi at tosa um
hetta nú, samstundis sum
lógin um fíggjarligan javn
vág kom í gildi. Eg kundi
bíða til nakað seinni, so eg
ikki provokeraði so illa.
Men her tekur Edmund
Joensen eisini feil. Tú
provokerar ikki danskar
politikarar við at fortelja
teimum sannleikan um
fullveldisgongdina í
Føroyum. Tað einasta tú
gert, er at tú skapar virðing
millum hesar fólkatings
limir. Tann, teir smírast at,
er honum, sum á knøunum
takkar teimum fyri teirra
stórsinnið í ríkisfelagsskap
inum. Úteftir noyðist
Anders Fogh sjálvandi at
gera seg samdan við Sam
bandsmannin í Føroyum og
í Grønlandi, tí tað tryggjar
honum valdið yvir einum
territoriið, sum er 100
ferðir størri, enn tað land
ið, hann sjálvur býr í. Men
hann veit, um nakar, hvønn
týdning fullveldi og sjálvs
avgerðarrættur hevur fyri
framburð í einum landi,
óansæð hvussu stórt landið
er. Hann kann tó bara fegn
ast um, at sambandsfólk í
Føroyum ikki hava funnið
útav tí.
Fíggjareftirlitið til við
gerðar í fólkatinginum í
farna mánað
Og so er tað fíggjareftirlit
ið, sum vit eiga at yvirtaka
ongantíð ov skjótt. Fíggjar
eftirlitið í Danmark var
undir stórum kritikki her í
Føroyum í nítiárunum, tá
land okkara fór á heysin.
Har var onki trygdarnet,
har var ongin felagsandi,
har var ongin vilji at hjálpa
føroyingum, sum sam
bandsfólk annars royndu at
billað okkum inn. Tann
einasta trygdin var, at
meinigi føroyingurin bjarg
aði Den Danske Bank.
Hendan bjarging av DDB
kostaði meiniga føroying
inum antin hús og heim,
rekord høgan skatt ella
arbeiðsloysi. Og so yvirtók
tað almenna Føroya banka,
sum DDB hevði átt. Tað
var trygdarnetið!
Føroyska samfelagið
reisti seg tó aftur við egn
ari megi, við dugnaligum
arbeiðsfólkum og starvs
fólki á sjógvi og landi. Tað
vóru føroyingar, sum
skaptu virðini sum endur
mentu føroyska samfelag
ið. Ikki blokkstuðulin ella
eindarríki Danmarkar.
Danska fíggjareftirlitið
hevði spælt fallit yvir fyri
føroyingum tá, og eru í
hesum døgum undir stór
um kritikki av donskum
politikarum, tí teir ivast í
um fíggjareftirlitið við
bankunum er nóg gott.
Men sum ikki einaferð
so halda sambandsfólk at
danska fíggjareftirlitið,
sum danir halda hánt um,
er einasta trygdin hjá
okkum. Grundgeving
onnur enn at eftirlitið er
danskt er ikki sætt enn.
Yvirtøkuna av fíggjar
eftirlitinum var eisini tað,
sum eg legði dent á, tá
fíggjarlógina fyri 2009 var
til viðgerðar á Fólkatingi.
Tá segði eg soleiðis:
”Finanstilsynet af Fær
øerne er ligeledes et om
råde som vi har planer om
at overtage.
Dette skal også ses som
et led i selvstyreprocessen,
og skal selvfølgelig gøres i
samarbejde med det dan
ske finanstilsyn. Formålet
er at få ansvarsorganet
flyttet til Færøerne. Når vi
ikke har det fulde ansvar,
kan vi heller ikke for
vænte, at vi altid får de
relevante oplysninger til
tiden. Det primære i denne
omfordeling er at placere
ansvaret, der hvor akten
ligger. En overtagelse af
finanstilsynet af Færøerne
udelukker ikke at vi delvis
køber udenlandsk eksper
tise og har et tæt sam
arbejde med det danske
finanstilsyn.
Overtagelsen bliver dog
først en realitet, når man er
enig om, at overgangen er
100 % tryg, og hvor tillid
en til den færøske penge
verden, og dets banker
snarere vokser, eller hvor
tilliden til pengeverdenen
og de Færøske banker i det
mindste er intakt”
Hetta skiltu danskir
politikarar væl, men eftir
øllum at døma ikki hin
føroyingurin á Fólkatingi.
Danskir politikarar vita
hvønn týdning egið fíggjar
eftirlit hevur.
Edmund heldur ikki, at
tað er nøkur vón fyri mær.
Eg haldi tó, at tað er vón
fyri Edmund. Søguliga sæð
hava sambandsfólk altíð
verið ímóti øllum fram
burði, og yvirtøkan av
fíggjareftirlitinum er neyv
an nakað undantak. Eitt
skulu tey tó eiga, líka so
væl sum tey eru ímóti tí
nýggja, spæla tey altíð við,
tá tað nýggja er gróðursett,
og royna enntá til tíðar at
gera framburðin til sítt
egna barn.
Sambandsmenn mæltu
ímóti, at vit fingu føroyskt
flagg. Nú flagga teir allir
við Merkinum.
Teir søgdu eisini, at vit
máttu ikki tosa føroyskt í
kirkju og skúla. Nú tosa
teir allir føroyskt eisini í
kirkju og skúla..
Teir søgdu, at føroyska
fólkið var ikki egnað til
koyriveg.
Tey vóru ímóti yvirtøk
uni av postverkinum.
Tey vildu enntá ikki
broyta refusiónsskipanina
til blokkstuðul í 1988, og
nú er sambært sambandi
num størsta syndin nakran
tíð, at fullveldissamgongan
minkaði hendan blokkin,
tey ikki vildu vita av, við
einum triðingi. Og nú hann
er skorin vilja tey ikki
hækka hann aftur.
Og bíða bara, um eina
tíð, tá føroyska fíggjar
eftirlitið er veruleiki, tá vil
onki sambandsfólk við
ganga at tey vóru ímóti, og
enn minni gera tað danskt
aftur.
Soleiðis er politiska
skipanin. Tað eru altíð
nøkur sum eru ímóti, og
sum halda øllum aftur.
Men tá so glið er komið á,
so eru tey við kortini.
Edmund Joensen man
verða ein teirra, so tað er
vón fyri honum eisini! Og
fari eg her at ynskja honum
góða eydnu. Og framhald
andi gott samstarv!
Tað er vón fyri sambandinum eisini!
AnnitA á
Fríðriksmørk
Upp undir val og í umleyp
andi tíðum hava summi
lyndi til at mála alt svart.
Soleiðis er eisini, nú komm
unuval stendur fyri durum,
og á odda hesaferð ganga
nøkur umboð í minnilutan
um í Tórshavnar kommunu.
Samstundis sum húsa
gangir hava hótt og herjað
um heimin, hava tíðindi
verið her heima um komm
unur, sum hava ávísar
trupulleikar at fáa endarnar
at røkka saman, tí inntøkur
nar hava ikki hildið, og tær
renna seg í lániloftið fyri
kommunur, sum er eitt árs
skattainntøka.
Sigast má, at umboð í
minnilutanum í Havn
síggja serstakliga svart upp
á støðuna, tí sum tann
einasta av teimum stóru
kommununum í Føroyum
hevur Tórshavnar komm
una onga skuld yvirhøvur.
Kommunan hevur loyvi
til at skylda eina álíkning –
tað er um 600 mió kr. –
men hon skyldar ikki eina
krónu.
Hinvegin boðaðu vit fyri
einum ári síðani frá eini
íløguætlan, sum, um hon
varð framd so skjótt sum
ætlað, kundi krevja upp til
100 mió kr. í láni eina tíð –
svarandi til ein sættapart av
tí, sum kommununi er
loyvt at skylda.
Nú árið nærkast endan
um, kann staðfestast, at tað
hevur ikki verið neyðugt at
taka lán, og tað verður
heldur ikki neyðugt í ár.
Orsøkirnar eru tvær.
Onnur er, at inntøkurnar
halda, og hin er, at tað
hevur víst seg, at umstøður
hava ikki verið at fremja
allar tær ætlaðu íløgurnar í
hesum árinum, men ein
góðan part. Tær, sum vit
ikki hava nátt, verða fluttar
fram til næstu árini.
Tórshavnar kommuna
ansar væl eftir sínum
pengum. Skattakrónurnar
fara til at reka og menna
kommununa til frama fyri
allar okkara borgarar í dag
og í framtíðini.
Ókonstruktiv umboð í
býráðsins minniluta, sum
onki siga um, hvussu tey
vilja menna kommununa,
kunnu neyvan vera ímóti,
at vit farnu fýra árini hava:
• sett á at byggja skúlar á
Argjum og í Hoyvíks
haganum
• bygt røktarheimið
Tjarnargarð
• gjørt nýggja rennibreyt
• endurnýggjað kloakkir
nar í býnum
• nútíðargjørt brenni
støðina
• gjørt sambindingar
vegir millum býarpartarnar
• og sett á at dagføra
bygdirnar
Hetta er alt gjørt til frama
fyri trivnaðin hjá borgar
unum við neyðugum atliti
til fíggjarligu orkuna hjá
kommununi. Tí er Tórs
havnar kommuna eitt gott
pappír í dag, og vit bjóða
okkum til at halda fram at
stýra. Trygg og mennandi
leiðsla er vegurin fram.
Kommunan er skuldarfrí
varaborgarstjóri
JógvAn Arge
42. kapitul
Eg havi nú nomið eitt
sindur við, hvat nýggja
testamenti lærir. Sum eg
skrivaði áður, evangeliini
eru væl kend. Eg havi víst
á eitt líti sindur úr ápost
lasøguni, havi tikið okk
urt fram, sum Pætur
ápostul og Paulus ápostul
hava skrivað. Serliga havi
eg tikið nakað fram úr
efesusbrævinum um tað,
sum Paulus lærir har. Vit
hoyra ikki nógv frá hin
um ápostlunum, burtur
sæð frá Jóhannesi. Jákup,
sum verður nevndur fleiri
ferðir í evangeliunum,
varð dripin skjótt.
Jóhannes stendur sum
høvundur fyri trí brøv og
Jóhannesar evangelium.
Hann hevur eisini skrivað
seinastu bókina í bíbliuni,
opinberingina. Søgan
sigur, at hinir ápostlarnir
fóru ymsa staðir at boða
evangeliið, og at allir
ápostlarnir liðu blóð
vitnisdeyðan uttan
Jóhannes, sum bleiv ein
gamal maður, men bleiv
settur í varhald á oynni
Patmos, har hann skrivaði
opinberingarnar niður,
sum hann fekk frá Krist
usi sjálvum. Tað sigst, at
eisini hann royndu teir at
drepa, hann varð koyrdur
í kókandi vatn, men teir
fingu ikki lívið av hon
um. Paulus varð hálsøgd
ur, Pætur varð krossfestur
við høvdinum niðureftir.
Hesir eru teir, sum hava
givið okkum nýggja
testamentið. Teir hava
sæð Harran, hann hevur
talað til teirra, og biðið
teir kunngjørt okkum
nenniskjum hetta. Teir
vísa eisini til hinar heil
agu skriftirnar í gamla
testamenti, sum greitt tala
um Jesus Kristus eisini.
Hetta vildu teir liva fyri
og eisini doyggja fyri.
Vannlukkuliga er tann
staddur , sum ger hetta til
lygn og ikki vil trúgva á
skriftirnar, hann hevur
gjørt Gud til ein lygnara.
Jóhannes, sum sagt,
hevur skrivað opinbering
ina. Henda bókin, sum er
um seinastu tíðir, um
hvussu endin verður. Í
henni kenna vit aftur tað,
sum gamlatestamenti
sigur, kanska serliga
dánielsbók. Hesa torføru
bók, sum er tann seinasta
bókin í bíbliuni, fari eg
bert at nema eitt líti
sindur við.
Framhald
Bíblian innblást av Gudi
- ikki mannaorð um Gud
richArd
dAnielsen
viðmerkingar