fríggjadagur 17. oktober 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 200 • 17. oktober 2006
Vikuskifti
Tun í blikkum, niðursjóðaður
tun-fiskur kenna vit øll. Meðan
feskur tun-fiskur næstan ikki
er keypandi verður dósa-tun
roknaður sum bíligur matur.
Í londunum rundan um
okkum er tun í blikkum sera
væl dámt. Fólk eta sera nógv
dósa-tun, men eg hugsi at
støðan ikki er heilt hin sama í
Føroyum. Tun er soltin fiskur
og sum so sunnur matur. Nógv
selen og A-vitamin umframt
heilsugóðu omega-3 feittsýruni
er í. Tó eru eisini trupulleikar
við tun-fiskinum. Hann kann
vera umhvørvisdálkaður og
innihalda kyksilvur (eins og
tvøst og spik). Hetta er tó
mest galdandi fyri stóran
tun-fisk. Her eiga barnakonur
og børn at avmarka nýtsluna
til 100 gram um vikuna,
sambært donsku matvøru-
myndugleikarnar. Tað er tó
sum oftast smærri tun-fiskur,
ið verður brúktur at niðursjóða
og her er kyksilvur-innihaldið
vanliga ikki nakar trupulleiki.
Eitt annað mál við tun, ið vit
eiga at geva gætur, er ov høgt
innihald av histamini. Hetta
evnið kann í størri nøgdum
virka sum eiturevni og geva
symptomur sum rodnan,
svíðandi varrar og trongd. Ov
høgt histamin-innihald kemst
av ov vánaliga køling av tun-
fiskinum, tá ið hann verður
haggreiddur.
Well, annars er tun-fiskurin
frálíkur matur og vinnan
kannar regluliga blikka-tun fyri
hesar trupulleikar.
Pál Weihe, formaður í
Fólkaheilsuráðnum segði í
vár, at ábendingar eru um
at føroyingar eru farnir at
eta minni av fiski í mun til
undanfarin ár. Fiskur er góður
matur. Helst skula vit eta
so fjøllbroytt sum møguligt
og gjarna feskan fisk. Men
í hesum skund-tíðum kann
tað vera skilagott at fara í
handlarnar at keypa fiska-
viðskera. Hann telur eisini
við sum fiskur í føðslu-
roknskapinum. Og her er
blikka-tun rættiliga ómakaleyst.
Kann brúkast uppá nógvar
mátar. Í salatir osfr.
Herfyri var eg so og hugdi hvat
var at fáa í handlarnar. Ymiskt
var, prísurin byrjaði úr kr. 78 og
heilt uppum kr. 600 fyri kilo.
Tun-fiskur er heldur ikki bara
tun-fiskur. Fleri sløg eru og tað
sæst millum annað á litinum
á kjøtinum. Tongol-tun hevur
ljósari kjøt, meðan Bonito
hevur enn ljósari og sera vakurt
kjøt, hóast at Bonito kortini
ikki eigur at verða roknaður
sum tun-fiskur. Meginparturin
av tun er trol-fiskur, meðan
Bonito verður fiskaður við húki
í sponsku Biskeia-víkini.
Í dag havi eg valt tun, sum
er niðursjóðaður í plantuolju.
Smakkar best, men eisini eru
fleiri kaloriur í.
Skoðsmálini eru latin í mun
til smakk, saltjavnvág og
struktur. Ein serlig orsøk er til
at Lorea Ventresca er væl dýrari
enn hini sløgini. Talan er um
eina delikatessu. Tað er feita
búk-stykkið, ið nógv brellast
eftir. Spaniólar rópa tað fyri
Ventresca og japanar fyri Toro.
mat
ummælið
mortan@hamrabyrgi.com
Mortan í Hamrabyrgi
ummælir mat úr føroysku
matvøruhandlunum.
Skoðsmálini eru latin í
mun til góðsku.
Golden Sail (FK)
kr. 10,95/140 g
(kr. 78,21/kg)
Heilt greitt discount-tun. Myr-
kari og nakað morlutur fiskur.
Smakkarveruliga av konser-
ves. Ov saltur og við súrum
atsmakki.
Lorea Blikk (FK)
kr. 19,95/81 g
(kr. 246,30/kg)
Bonito-tun. Sera ljós og vøkur
fløk-stykki. Smakkurin er
reinur og mildur, men sal-
tingin er dekan og hørð.
Glyngøre (FK)
kr. 18,95/140 g
(kr. 135,36/kg)
Tun av Tongol-slagnum, sum í
hesum føri er veiddur forsvar-
liga. Vøkur og ljós heil petti
av flaki. Mildur og sera reinur
fiskasmakkur. Góð saltjavn-
vág.
Lorea Glas (FK)
kr. 34,95/150 g
(kr. 233,00/kg)
Bonito-tun. Stór vøkur petti
av flaki. Sera reinur og góður
smakkur og saltingin er júst
sum hon skal vera. Besta tun
í dag.
14
Tun
Coop (FK)
kr. 15,95/140 g
(kr. 113,93/kg)
Tongol-tun. Morlutur fiskur
og ikki vakur at sjá, men heilt
góður smakkur. Hóskandi
saltað.
Lorea Ventresca (FK)
kr. 49,95/81 g
(kr. 616,67/kg)
Bonito-tun. Her er tað feita
búk-stykkið, ið nevnist Ventre-
sca, sum er brúkt. Sera vakurt
kjøt og smakkurin somuleiðis
silkimjúkur og góður, men
harða saltingin telur niður.