Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-17, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. oktober 2008síða 22

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 200 - 17. oktober 2008 tíðindi Í vikuni segði enski forsætisráðharrin, Gordon Brown, at hann tordi at siga s- orðið – sosialisma. - Sosialisma merkir ikki tað sama sum, at staturin skal eiga alt. Men, tey sum eiga, skulu hava greiðar reglur, so ongin verður snýttur og ongin spekulatur verður løntur, sigur Svend Auken, í práti við Sosialin um búskaparkreppuna, sum herjar í heimi- num í dag Búskapur Rigmor Dam Rigmor@sosialurin.fo Í hesum døgum er danski fólkatingslimurin Svend Auken á vitjan í Føroyum, saman við konuni, Anne Wivel, sum hevur leikstjórn­ að einum filmi um Grønland til Norðurlendska filmsfesti­ valin í Norðurlandahúsi­ num. Svend Auken, fyrrverandi næstformaður í danska sosialdemokratínum og næstformaður í fólkatingi­ num, hevur undir vitjanini í Føroyum prátað við løg­ mann, formansskapin í løg­ tinginum, Jóannes Eides­ gaard og føroysku fólka­ tingslimirnar Høgna Hoydal og Edmund Joensen. Heimsbankin taka ábyrgd Í prátinum við Svend Auken, leggur hann fyri við at staðfesta, at vit í løtuni rinda prísin fyri blindu trúnna upp á fríu markn­ aðarkreftirnar, og ógjøg­ numskygni í fíggjarheimi­ num – Altjóða peningarenslið er vorðið ein nærum pervers spekulatiónsskipan, har pen­ ingur verður settur í virðis­ leysar ognir og verkætlanir. Roknað verður við, at stóru peningastovnarnir, sum eru í trupulleikum júst nú, hava spekulerað fyri einar 700 billiónir krónur. Uppruna­ ligu íløgurnar og lánini eru latin fólki og fyritøkum, sum onki veruligt virði hava í rygginum. Hendan spekulatiónin er gjøgnum­ súrgað ósunn fyri heimsbú­ skapin, sigur Svend Auken, sum tekur Ísland fram sum dømi. ­ Nú noyðast vit at fáa altjóða reglur at ganga eftir í framtíðini. Her má vera 100 prosent gjøgnumskygni og ein verulig trygd aftan fyri allar íløgur, so tað ikki skal bera til at læna 30 doll­ arar, um man bara eigur ein. ­ Hetta er ein av størstu avbjóðingunum hjá heims­ bankanum ­ at fáa skipanir, sum gera óheftar kredit­ metingar og at seta á stovn eitt sterkt fíggjareftirlit. Her kundi eg sjálvandi ynskt, at vit fingu nakrar felags altjóða leiðreglur, sigur Svend Auken, sum er errin av, at ES hevur megnað at byrgja upp fyri einum full­ komnum skrædli í fyrstu atløgu. Eisini fegnast hann um, at Føroyar er partur av hesum avtalum og støðu­ festinum, sum tær vónandi hava við sær. Fótbóltur við ongum dómara ­ Mín vón skal er, at vit koma styrkt út í hinum end­ anum ­ framvegis við einum fríum marknaði, men nógv meira skipaðan. Higartil hava vit spælt fótbólt uttan dómara, linjuverjar ella strikur á vøllinum, har tann mest harðrendi fer avstað við sigrinum. Framyvir skulu vit hava ein vøll, sum er greitt uppmerktur, við dómara og linjuverjum, sum kunnu døma og geva gul og reyð kort, sigur Svend Auken. Og hann spyr seg sjálvan, hvussu hetta kundi henda. ­ Vit spyrja okkum sjálvi, hvussu, til dømis, íslending­ ar kundu byggja sær eina skuld upp, sum er 12 ferðir BNP, meðan teir keyptu upp ognir og fyritøkur í øll­ um heiminum. Onkur hevur viljað verið við, at russiskir mafiapengar hava verið uppií. Men veruleikin hevur jú verið, at Ísland hevur verið eitt satt paradís fyri spekulantar, stuðla av politisku skipanini, sum átti at tikið ábyrgd og steðga tí, meðan tíð var. Hetta rindar tann vanligi íslendingurin ein óhoyrdan prís fyri í dag. Og soleiðis verður um allan heimin, at tað eru tey veiku, sum rinda prísin, sigur Svend Auken. S-orðið Í vikuni segði enski forsæt­ isráðharrin, Gordon Brown, at hann tordi at siga s­orðið – sosialisma. Hvat sigur Svend Auken til tað? ­ Tað hevði sjálvandi ver­ ið betri um fólk vendi sær til sosialismuna í góðum tíð­ um, í staðin fyri, tá kapital­ isman hevði spælt fallit. Sorgarleikurin hjá manna­ ættini er, at vit ikki síggja skriftina á vegginum, fyrr enn vit standa við rygginum móti múrinum. Trúgvin upp á, at fríu marknaðarkreftirnar kunnu loysa alt, og at pri­ vatiseringar og pengar eru tað týdningarmesta í heim­ inum, er kollsigld. Einasta alternativið til hesa blindu trúnna uppá marknaðar­ kreftirnar, er tann sosial­ demokratiska tankin, um eitt sterkt samfelag við greiðum reglum og stovn­ um, sum kunnu seta nakrar skilagóðar rammur fyri marknaðin og fría initiativ­ ið. Sosialisma merkir ikki tað sama sum, at staturin skal eiga alt. Privatur ognar­ rættur skal vera, eins og privatar fyritøkur og bankar. Men tey skulu hava greiðar karmar, so ongin verður snýttur og ongin spekulatur verður løntur, endar Svend Auken. Kapitalisman s Sosialurin hitti stóra danan, Svend Auken, í lítlu stovuni hjá Tórbjørn Jacobsen, har hann og konan, Anne Wivel, drukku kaffi saman við vinum úr Fólkatinginum Høgna Hoydal og Tobba. Mynd: Álvur Haraldsen