Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-17, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. oktober 2008síða 21

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 21 Nr. 200 • 17. oktober 2008 G-dur í einum prestoskapi(presto – sera skjótt), har Monika gjørdi at enda eitt strok, sum eg ikka havi sæð hana gjørt fyrr væl stuðlað av Fionu við sínum dansandi fingrum. Hesin mátin at enda ein sats sæst aftur í øðrum tónsetingum hjá Edvard Grieg t.d. í klaverkonsertini í a- mol. Eitt so ekspressivt ljóð var eisini 16. nov. 1867 í Oslo, men tað ljómaði ikki eins væl sum her hetta kvøld, har fjallamálið setti seg á fjallagreinirnar kring Fuglafjørð og legði seg til hvíldar í mótljósi undir Blábjørgum í einum av málningunum hjá Heðin Kambsdal. Tá ið hetta var av smíltist Monika. Ljósrípurnar um Gjógvara- fjall slerdu ring um báðar tónleik- ararnar hetta heystkvøld og alt glógvaði í okkurgulum ljósi, sum hvørt strá læt av sær til fólkið, deknin, klokkaran og organistin. Endi Tað er at undrast yvir at Edvard Grieg hesar dagar hevur latið úr hondum so fullkomið verk sum hetta í tí tronga umhvørvinum í Kristiania(Oslu), har trongskygni, vánaligir tónleikarar og snerpnir fjølmiðlar ikki góvu tí ans, sum hann skapaði. Edvard Grieg kendi seg einsamallan og forlatnan í hesum ”bygdasliga” umhvørvi og fekk sær ein annan stað at búgva í, og tað var Keypmannahavn, sum bleiv hansara frístaður og andaliga heim. Nú er tað undarligt ikki at nema við hini stykkini, ið spæld vórðu, men tað lati eg liggja, tí tað verður alt ov drúgt at nema við hesi verk. Tá ið biðisløgini vórðu ringd, sat Edvard Grieg ímillum Fionu og Moniku uppi á Nón í Fuglafjarðar kirkju við sínum barnsligu eygum og var væl nøgdur. Hann hevði ikki roknað við at ein partur av hesi sonatu varð spældur eitt heystkvøld í Fuglafirði, men soleiðis var tað.