Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-17, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. oktober 2008síða 21

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 200 - 17. oktober 2008 21 Hevur tú áhuga fyri føroyska vinnulívinum? Vil tú vera við til at byggja upp av nýggjum og menna stovnin. At betra um karmarnar fyri og tænastu til okkara sjóvinnu og vinnu yvirhøvur? Føroya Altjóða Skipaskráseting og Skráseting Føroya 4JHNVOEBSH“UBt1PTUTNPHBt5ØSTIBWOt5FM Føroya Altjóða Skipaskráseting og Skráseting Føroya Fulltrúi/ráðgevi Vit sóknast eftir einum samstarvssterkum fulltrúa/ráðgeva til Skráseting Føroya, ið skal veita ráðgeving til leiðslu og starvfólk viðvíkjandi umsitingini av ársroknskaparlógini og vinnufelagslógunum annars. Viðkomandi skal somuleiðis sjálvstøðugt eftir fyriskipan deildarleiðarans málsviðgera mál í hesum sambandi og leiðbeina viðskiftafólki okkara í øllum spurningum við tilknýti til nevndu lóggávu og at samskifti við okkara sam- starvspartnarar í øðrum londum. Harumframt luttekur viðkomandi eftir tørvi í øðrum arbeiði á stovninum sum t.d. spurningar í sambandi við Føroya Altjóða Skipaskráseting. Arbeiðið krevur gott fakligt innlit serliga á roknskaparøkinum og annars evni og áhuga fyri at seta seg inn í og ráðgeva um vinnumál á høgum støði. Vit ynskja: At tú hevur útbúgving frá hægri lærustovni, t.d. í roknskaparfrøði, búskaparfrøði ella løgfrøði. Onnur viðkomandi útbúgving og royndir kunnu eisini lúka krøvini. 1FSTØOBSWJ§WJ§LPNBOEJSPZOEVNGSÈBMNFOOBSJFMMB privatari fyrisiting hava fyrimun. Vit bjóða: Eitt følbroytt starv í einum góðum umhvørvi, sum tú eisini sjálv/ur er við til at skapa, følbroyttar uppgávur í tøttum sambandi við vinnulívið, og eitt starvspláss, sum setur høg krøv um at røkka sett mál. Loypandi eftirútbúgving í Føroyum og uttanlands er nátturligur partur av arbeiðinum til tess at menna teg fakliga eins væl og persónliga. Setanartreytir: Setanartreytirnar verða eftir galdandi sáttmála millum við BLF ella annað avvarandi fakfelag og Føroya Landsstýri. Setanin fevnir um Vinnumálaráðið og stovnar undir tí um- framt løgmansskrivstovuna og onnur aðalstýri. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Kristin #BMMF EFJMEBSMFJ§BSBFMMB5PNNZ1FUFSTFO TUKØSBÈUFMFGPO  Sendið umsóknina við møguligum viðmælum og CV ÓTFJOBTUBMBHJ§PLUPCFSUJMTLS!TLSBTFUJOHGP FMMBQPTUCPLT 5ØSTIBWO Leiðsluskrivari v.m. Vit sóknast eftir samstarvsterkum persóni, sum er før/ur fyri at skipa skrivstovuna hjá leiðslu stovnsins herundir serliga skrivstovuna hjá Føroya Altjóða Skipaskráseting (FAS) og eftir tørvi eisini á Skráseting Føroya. Arbeiðið krevur gott yvirlit og evni at halda fleira bóltar í luftini í senn og at samskifti við samstarvspartnarum okkara í Føroyum eins væl og úti í heimi. Leiðsluskrivarin skal vera før/ur at málsviðgera innan øllum tættum av skrivstovuyrkinum herundir at skipa fyri dagliga journaliseringina ella sagt við øðrum orðum fakliga vera ein sannur høgguslokkur, og at tú hevur hug og dirvi til at veita tænustu í einum alheimsumhvørvi. Vit ynskja: At tú hevur holla praktiska og ástøðiliga útbúgving innan skrivstovuyrkinum ella samsvarandi útbúgving og royndir og er før/ur fyri at málbera teg skrivliga og munnliga á føroyskum, donskum og enskum máli á hóskandi støði. Vit bjóða: Eitt følbroytt starv í einum góðum umhvørvi, sum tú eisini sjálv/ur er við til at skapa, følbroyttar uppgávur í tøttum sambandi við vinnulívið, og eitt starvspláss, sum setur høg krøv um at røkka sett mál. Loypandi eftirútbúgving í Føroyum og uttanlands er nátturligur partur av arbeiðinum til tess at menna teg fakliga eins væl og persónliga. Setanartreytir: Setanartreytirnar verða eftir galdandi sáttmála millum Starvsmannafelagið ella annað avvarðandi fakfelag og Føroya Landstýri. Setanin fevnir um Vinnumálaráðið og stovnar undir tí umframt løgmansskrivstovuna og onnur aðalstýri. Sendið umsóknina við møguligum viðmælum og CV ÓTFJOBTUBMBHJ§PLUPCFSUJMTLS!TLSBTFUJOHGP FMMB1PTUCPLT 5ØSTIBWO .FJSBGTUBUWJUBVNTUBSWJ§WJ§BUWFOEBTSUJM5PNNZ 1FUFSTFO TUKØSBÈUFMFGPO Stovnurin Føroya Altjóða Skipaskráseting og Skráseting Føroya fyrisitur samskipanina av arbeiðinum at menna Føroya Altjóða skipaskráseting til eina skráseting á høgum altjóða støði og harafturat umsitingini av ársroknskaparlógini og vinnulógirnar so sum løgtingslógirnar um vinnufeløg v.m..