fríggjadagur 17. oktober 2008síða 20
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 200 • 17. oktober 2008
Vikuskifti
20
Hetta var ein góð konsert. Ein
flóð av klassiskum innsúði kom
inn í kirkjuna við Anton Dvorak á
odda – sonata í G-dur og endaði
við Fredric Chopin við valsi í
Des-dur. Alt var ein endurføðing
í violin og klaveri, sum kom til
oyrað í lyndrandi fyllingum. Tann
okkurguli liturin í lofti, veggi og
gólvi skygdi í klaverinum, violinini
og gav lív til teir døkku búnarnar,
sum Monika og Fiona vóru í.
Monika
Monika hevur í ár so mong
undirvíst í Føroya musikskúla og
skipað fyri hópin av konsertum.
Altíð hevur tað verið forkunnugt
at lýða á. Hendan løtan smæddist
ikki burtur millum allar tær fagn-
aðarløtur, sum hava verið undir
hennara hond. Kyldin í spælinum
fekk hárið at liva, violina og
klaverið at messa, ikki soleiðis
at skilja, at her var eitt skerandi
barokljóð, sum hennara døkka hár
og livandi eygu tóku til sín, men
ein yndisligur ljómur, sum festi seg
í tann sjeyarmaða stakan, ið var í
vegginum oman fyri altarið. Hetta
døkka heystkvøld fóru dryppandi
ljóðperlur um Kamb og Borgina.
Ole Jacob var deknur, og
dugdi hann stak væl at føra seg
fram - bjóða fólki vælkomið
á konsert, serliga Moniku og
Fionu. Tann, sum æru býður,
er æru verdur. Hesi orð settu
seg eisini í tann sjeyarmaða
stakan og Gjógvarafjall. Alt
virkaði til tað besta. Mær
hóvaði best Allegro(skjótt)
animato(lívligt,frískt) 3. sats úr
Sonatu í G-dur av Edvard Grieg.
Hesin satsur fór upp í tróðrið
og fekk sær eitt sati undir
Blábjørgum – henda veðurbarda
bul, sum Heðin Kambsdal,
organistur og ljóslistamaður,
hevur givið eina litríka sál í
mótljósi. Fjallið er eitt altar. Við
sínum spæli góvu Monika og
Fiona okkum vínið og breyðið
undir Blábjørgum í kirkjuni við
tónleikatulkingum sínum.
Edvard Grieg
Edvard Grieg var júst giftur, tá ið
hann í 1867 gjørdi hesa sonatu.
Hann var staddur í Oslu og
upplivdi her sínar hveitibreyðs-
dagar saman við unnustu síni
systkinabarninum, Ninu Hagerup.
Hetta var onnur violinsonatan,
hann læt úr hondum. Hetta er
ein varði í tónlistaheiminumn,
og mong sum spæla violin, hava
hetta verk á skránni, tá ið tey
hava konsert. Hetta er ein av
hansara ljósastu tónsetingum og
hevur fingið skotsmálið, at vera
fyrsta fullkomna verk hansara;
men mong vóru tey, ið hugdu
við skeivum eygum eftir Grieg
og hildu lítið um hetta, tá ið tað
sá dagsins ljós. Svá er mangan,
tá ið okkurt stingur seg upp
og er øðrvísi. Hann ognaði vini
sínum Johan Severin Svendsen
dirigentur. Edvard sat sjálvur við
klaverið, tá ið tað var frumfram-
ført 16. novembur 1867 á eini
kvøldsetu í Oslo, sum Edvard
sjálvur skipaði fyri. Tann, sum
spældi violin hesa løtu var ein
lærari á tónlistháskúlanum í Kristi-
ania, violinisturin Gudbrand Bøhn.
Edvard Grieg hevur latið norskan
fólkatónleik komið til sjóndar í
hesum tónleikastykki og ikki í
nakrari aðrari tónseting úr hansara
hond er hetta so væl eydnast.
Hetta eru ikki læntar fjaðrar, ið vit
taka til okkum, tá ið hugsað verður
um norskan fólkatónleik sum íblást-
ur, men ein rytmisk gongd, ið kveikir
hansara hugvekjandi tónlistaheim,
ið nørir um hugsan hansara um
akkordir, ið eru goymdar í norskum
fólkatónleiki. Nú skulu vit ikki fara
út í æsir í hesari sonatu, men venda
aftur til Moniku og Fionu.
Nón
Hetta var hóast alt í Fuglafjarðar
kirkju, men knappliga vóru tær
ryktar burtu, og tú sást tær aftur
sita uppi á Nón á Gjógvarafjalli.
Hetta var sera løgið, men soleið-
is var tað. Har stóð Monika
Stauss Joensen, og har sat
Fiona Bechmann og spældu.
Tær dagaðu upp ímóti tí døkka,
dymma heysthiminum, sum læt
úr hondum dryppandi ljósperlur
úr skýbøklum. Endurskini skygdu
í klaveri, violin og á okkurgulum
stráum. Menn høvdu verið á fjalli í
Fjalli hendan sama dag og stóð nú
skurðseyðurin á básum víða um í
Fuglafirði og bíðaðu eftir knívinum.
Teir hoyrdu hetta kveikjandi ljóð
uppi á Nón úr Fuglafjarðar kirkju
og bleiv teirrra ævinleiki í tí veika
holdinum til fulkomnan dáfýsnan
anda – holdið er veikt, men andin
er fúsur sjálvt í seyðalíki.
3. satsur
Ekspressiva ljóðið tók dyk á seg
undir hondum Moniku og Fionu í
skiftunum í mol og dur, sum eyð-
kennir hendan partin av sonatuni.
Violinbogin hjá Moniku hevði tað
stravið, og fingrarnir hjá Fionu
dansaðu eftir tangentunum í ljósa
ess- durinum yvir í myrkan b-mol,
ess-mol og ass-mol, og til seinast
fer hesin satsur aftur í ein strálandi
Konsert í Fuglafjarðar kirkju hóskvøldið 9. okt kl. 20
Monika Stauss Joensen, violin og Fiona Bechmann, klaver
Konsert
í Fuglafjarðar kirkju
Konsert
Frits Johannesen
frits@sosialurin.fo