Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-17, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. oktober 2008síða 20

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 200 - 17. oktober 2008 tíðindi Um alt USA ringja telefonirnar á kreppu­ miðstøðunum, tí fíggjarkreppan hevur givið mongum amerikanara sálar­ kvøl, og mong hoykna undir trýstinum Nógvir amerikanarar hava tað ringt í hesum døgum. Fíggjarkreppan hevur tikið beinini undan nógvum einstaklingum og húskjum, og mong hava mist allan sín pening og sita eftir við lánum, sum eru nógv størri enn tað virðið, sum var trygd upprunaliga. Á kreppumiðstøðunum ringja telefonirnar støðugt, og tað eru serliga tey, sum kunnu vegleiða fólki frá at taka lívið av sær, sum hava úr at gera. - Mong siga okkum, at tey eru í ferð við at missa alt, sum tey eiga. Tey hava mist arbeiðið, heimið er næstan fokið, og tey megna ikki at rinda tað, sum tey skylda, sigur Virginia Cer- vasio, sum arbeiðir á einari kreppumiðstøð ímóti sjálv- morðum í statinum Florida. Bæði kreppumiðstøðirnar og hjálparfelagsskapirnir siga, at nógvir amerikanarar siga kreppuna vera tað ring- asta, sum er hent teimum síðani tann 11. september í 2001. Og fleiri orka ikki trýstið. Í statinum Ohio beindi ein 90 ára gomul einkja fyri sær, eftir at myndugleik- arnir høvdu koyrt hana úr húsunum, sum hon hevði búð í í 38 ár. Í Tennessee tók ein 57 ára gomul kvinna lívið av sær, tá løgreglan hótti við at koyra hana úr húsunum, tí hon hevði ikki goldið sínar rokningar. Og í Massachusetts fór ein 52 ára gomul kvinna eftir rifl- uni hjá manninumm og skjeyt seg, tí hon orkaði ikki at síggja tær ógoldnu rokningarnar. Tað finnast uppaftur verri dømi um avleiðingarnar av fíggjarkreppuni í USA. Eitt er søgan úr Los Angeles um tann 45 ára gamla íløgu- ráðgevan Karthik Rajaram, sum skjeyt konu sína, teir tríggjar synirnar, vermamm- una, ein vinmann og at enda seg sjálvan. (Kelda: Ritzau) Stutt Sagt Krevja fram­ vegis Lugovoi Bretsku myndugleikarnir vilja ikki sleppa kravinum um at fáa Russland at útflýggja Andrei Lugovoi, sum sambært bretska ákæruvaldinum er undir illgruna fyri at hava beint fyri fyrrverandi russiska njósnaranum Alexanders Lítvínenko í London í november í 2006. Litvi- nenko doyði á einum sjúkrahúsi í London av polonium 210-eitran. Bretland hevur júst fingið nýggjan sendiharra í London. Tað er Anne Pringle, og hon endurtók bretska kravið í gjár. Sam- stundis vísti hon aftur russiskum útsagnum um, at Bretland hevur ikki nóg góð prógv ímóti Lugovoi. Anne Pringle legði afturat, at tað er ikki óhugsandi, at Gordon Brown, for- sætisráðharri, fer at taka spurningin um útflýggjan upp á næsta fundi millum G8-leiðararnar. Alexander Lugovoi, sum arbeiddi hjá russisku fregnartænastuni KGB fyrr, er nú farin upp í politikk og er tingmaður hjá flokkinum, sum Vladi- mir Putin, forsætisráð- harri, er formaður í. Løgregla bardist við løgreglu Minst 22 fólk fingu skaða, tá alvápnað løgreglulið fingu boð um at steðga einum mótmælistiltaki, sum løgreglumenn í verk- falli skipaðu fyri í bras- ilska býnum São Paulo í gjárkvøldið. Løgreglan í býnum hev- ur verið í verkfalli tann seinasta mánaðin. Í gjár skipaði verkfalsleiðslan fyri einum fundi uttan fyri skrivstovuna hjá guvernør- inum í einari roynd at fáa guvernørin um at koma til samráðingarborðið um ein nýggjan lønarsátt- mála. Men guvernørurin svar- aði við at lata ta serligu uppreistrarløgregluna verja skrivstovuhúsini, samstundis sum hon fekk boð um at reka mót- mælisfólkið burtur. Tað endaði við samanbrestum, og minst 22 fólk fingu skaða, skrivar AP úr Brasil. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk -Tað er umráðandi at varðveita ta grundleggjandi ættina í fyritøkuni, og eg vóni, at tað fer at eydnast (Mærsk Mc-Kinney Møller) útlond Russiska stjórnin ásannar, at fíggjarkreppan rakar eisini Russland, men tað fær kortini ikki landið at sleppa sínum ýtbyggingum á hernaðarøkinum Russland ætlar at brúka knappar 50 milliardir doll- arar til vápn og aðra hernað- arútgerð í 2009. Sergei Iva- nov, varaforsætisráðharri, sigur við Reuters, at sjálv- andi ávirkar altjóða fíggjar- kreppan eisini viðurskiftini í Russlandi, men at landið kortini fer at brúka ta ætl- aðu játtanina til hernaðar- mál. Í gjár var hann á fundi við Dmitrij Medvedev, for- seta. - Sjálvur haldi eg, at vit eiga at hugsa um verjuna, áðrenn vit hugsa um nakað annað, og tí kunnu vit ikki loyva, at ein búskaparkreppa skal ávirka tey viðurskiftini, segði Medvedev við fjøl- miðlarnar aftaná. Sergei Ivanov segði, at russiska verjan hevur bíagt vápn og ymsa hernaðarútgerð fyri slakar 50 milliardir krónur, og at tað er í samsvari við tað, sum er sett av á fíggjarlógini fyri 2009. Viðurskiftini millum Russland og Vesturheimin kølnaðu nógv orsakað av kreppuni í Georgia, og russiska leiðslan segði longu tá, at landið fer at útbyggja og nútímansgera sína hermegi. -Vit fara ikki at spara pengar, tá tað snýr seg um at nútímansgera okkara vápnaðu deildir, segði Dmitrij Medvedev, forseti, í gjár. Herfyri boðaði hann frá, at Russland fer at fáa sær fleiri kjarnorkukavbátar og fleiri bumbuflogfør. Ein amerikansskur senatorur vildi sleppa at leggja sak ímóti Guði, men dómarin vísti stevningini frá sær Marlon Polk, dómari, hevði ikki ilt við at finna eina grundgeving fyri at vísa stevningini ímóti Guði aftur. Í lógini stendur, at rætturin skal senda tí stevnda øll skjøl við post- inum, og tá Guð ikki hevur nakra postsdressu, kundi málið ikki takast upp. - Út frá hesum er rætturin komin til ta niðurstøðu, at tað ber ikki til at kunna tann stevna um stevningina, og tí verður málið víst burtur, segði Marlon Polk, dómari. Maðurin, sum vildi sleppa at stevna Guði, eitur Ernie Chambers og er fyrr- verandi senatorur í statin- um Nebraska. Hann vildi hava dómsvaldið at steðga tí deyða, oyðing og ágangi, sum Guð hevur verið at- voldin til, og sum fleiri milliónir fólk hava liðið undir. Tann 71 ára gamnli Cham- bers sigur sambært BBC, at hann fer at lesa niðurstøð- una hjá rættinum gjølla, áðrenn hann tekur støðu til, um hann skal leggja málið fyri ein hægri rætt. Annars undrast hann eitt sindur á grundgevingina hjá Marlon Polk, dómara. - Er tað so, at Guð veit alt, so veit hann eisini, at hann er stevndur, sigur Chambers. Fíggjarkreppan elvt til fleiri sjálvmorð í USA Russland ætlar at brúka 50 mia. dollarar til vápn Dmitrij Medvedev, forseti, letur seg ikki ávirka av fíggjar- kreppuni (Mynd: AP) Rætturin vildi ikki viðgera mál ímóti Guði Ernie Chambers hevur eina aðra uppfatan av Guði, enn Michelangelo hevði, tá hann málaði Guð í Sixtinska Kapelllinum (Mynd: Reuters)