Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-17, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. oktober 2008síða 19

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 200 • 17. oktober 2008 Vikuskifti 19 tá DFDS skipið ”Island” kom á Havnina. Bilurin kom í land á einum prámi, og hann var fingin í land upp eftir einum skráa, sum vit enn síggja farvegin av á bryggjukantinum. Fert tú út móti kantinum har sum innkoyringin er til parkeringsøkið á Bursatanga, so síggjast nøkur jarnbesløg fylgja eini linju í lagingini niður á sjógv. Har er gamli skráin, sum varð brúktur til at fáa farm í land á henda hátt. Skip sum Island kundu ikki leggja at bryggju. Luffa greiðir frá, at tá bilurin so stóð á landi, tá var eingini, sum dugdi at starta ella koyra hann. Johannes og Júst høvdu neyvan sæð bil áður, og tí varð bilurin skumpaður niðan í Quillingsgarð í smiðjuna. Johannes var so tann fyrsti, sum koyrdi bilin, og tað varð William Plank á fútaskrivstovuni, sum lærdi hann at koyra. William Plank varð pápi Viggo Plank. Luffa sigur, at ta fyrstu tíðina var tað bara Hannes, sum koyrdi. Hon greiddi mær eisini frá, at Hannes fór at føra Reyða Kross og á hospitalið at arbeiða sum montørur. Tað var hetta sum gjørdi, at Júst meira tók yvir og fór at koyra. Hvussu nógv var at koyra fyrstu tíðina, mintist Luffa ikki so væl, men hon mintist tó, at teir koyrdu við fólki. Teir koyrdu túrar niðan á Sanatoriið og aðrar túrar. Hon helt, at tað kostaði 50 oyru fyri vaksin og 25 oyru fyri børn, og hon mintist væl, at Johannes hevði eina pappeskju við 25 oyrum undir seingini. Føroya fyrsti bilur kostaði 5.500 krónur, og farmagjaldið var 500 krónur. Limir í Føroya Ellisakførum avmyndaðir á bryggju­ kantinum innan fyri Bursatanga í Havn 6. mai í 2002. Hendan dagin vóru liðin 80 ár síðani fyrsti bilur kom á land í Føroyum ­ júst á hesum stað. Farvegurin av skráanum, har farmur varð førdur í land, sæst enn í bryggjukantinum. Jarnbesløgini eru varðveidd, og tey vísa, hvar skráin var Júst Sivertsen í fyrsta bilinum, sum kom til Føroya. Myndin er tikin á Tinghúsvegnum í Havn ­ gamla Telefonstøðin sæst aftan fyri bilin, sum var ein Ford TT lastvognur. Hann kom til landið 6. mai í 1922