fríggjadagur 17. oktober 2008síða 19
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 200 - 17. oktober 2008
19
Bergur
Johannesen
ummælir
Filmsvika
Ein
sjúklig
familja
Lítli Allan er einasta vón
in um nakað, ið líkist
einum vanligum persóni
í Johannesen familjuni.
Hóast syrgiligir, eru løgnu
persónarnir sera stuttligir
at fylgja
»Kunsten at græde
i Kor«
★★★★★✩
- Í okkara familju ræður um at
vakja um náttina, tí tá er tað,
pápi fær síni nervasamanbrot...
Soleiðis greiðir skilagóði pilt-
urin, Allan frá. Pápin er sálarliga
veikur og hóttir við sjálvmorði í
heilum. Mamman má taka
sovibollar fyri at fáa svøvn, og
lítli Allan ansar eftir pápanum.
Systurin plagar at leggja seg hjá
honum, og familjan góðtekur
hesa skemd, fyri frið skyld.
Filmurin er heilt ófatiliga væl
greiddur úr hondum. Sjónar-
hornið liggur hjá lítla høvuðs-
persóninum, ið ger alt fyri at
bjarga familjuni. Frá hansara
sjónarhorni er ábyrgdin stór og
eisini hansara – hóast øll
familjan er langt úti.
Søgan gongur fyri seg í einari
lítlari jútskari bygd í 70’árunum.
Samfelagsviðurskiftini eru væl
lýst, har tildømis sjálvtøku-
handilin er eitt nýtt fyribrigdi.
Somuleiðis eisini persónarnir og
upplýsingin á teimum døgum.
Vit hitta sálarliga sjúka
pápanum, uppgevandi mamm-
una, veiku systrina, vaksna
beiggjan, ið er fluttur út og skila-
góða Allan, ið bara roynir at fáa
alt at hanga saman. Væl saman-
skrúvaðir persónar, ið byggja
eina heild, ið ikki hevði riggað
uttan nakran av hesum.
Sera syrgiliga søgan er
somikið langt úti, at hon gerst
láturlig. Nógvir danskir filmar
hava megnað heilt ótrúliga væl at
gera nógv við tragikomikk, og
hesin er uttan iva millum teir
bestu.
Ísakaldi dramafilmurin
um eina einliga mammu,
ið ikki ynskti barn sítt.
Ein beinleiðis ótespilig
uppliving og ein sera
vemmiligur filmur
»daisy diamond«
★✩✩✩✩✩
Anna var 22 ár, tá hon átti Daisy.
Tað var ikki ætlan hennara at
gerast mamma, og hetta forðar
henni eisini, at útliva dreym sín,
um at gerast sjónleikarinna.
Nógva trýstið, ið hon upplivir
sum einlig mamma, leiðir hana í
óføri. Vónin um ein stóran
leiklut, leiðir hana á skeiva leið,
og eingin vegur er aftur.
Ein óhugnaligur, kaldur filmur.
Anna starir inn í upptøkutólið og
beint at hyggjaranum, og tað
rennir tær kalt oman eftir
rygginum. Millum veruligu
senurnar, sigur hon tær um
kenslur sínar, og tað er ótespiligt
at hoyra hana greiða frá. Men við
eitt uppdagar man, at hon einans
er til upptøkuroynd til onkran
leik. Hesar køldu kensluleysu
løturnar eru sera óhugnaligar og
rigga væl.
Søgan sjálv er væl skrivað,
men eisini eitt sindur veik. Hetta
í tí týdningi, at myndirnar Onnu,
tá hon starir inn í upptøkutólið,
fylla sera nógv.
Heilt ótrúliga óneyðugar,
drúgvar og vemmiligar senur
eru gjøgnum allan filmin,
og til tíðir er hann meira
líkur einum bíligum
porno-filmi. Tá
rullitekstirnir endiliga
koma, liggja orðini, “hvat
ólukkan var hatta?” nær at
kvalmanum í hálsinum.
Høvuðspersónurin er tor
førur at koma at kenna.
Viðurskifti hansara eru
verulig, men inni í høvd
inum er hann als ikki van
ligur
»ung mand falder«
★★★✩✩✩
Hue er eitt sindur øðrvísi enn
hini. Hann er tannáringur og um
at gerast liðugur í skúlanum.
Heima hjá honum liggur mamm-
an á sofuni, og pápan sæst einki
til. Hann er neurotiskur perfek-
tionistur og eitt nú rivur er eitt
tað versta, ið hann fær. Rundan
um onnur gerst hann bangin, og
hansara verð er sera órógvandi.
Alt samalt, meðan hann roynir at
lesa til próvtøkurnar.
Filmingin er frálík, og lýsir
væl hendan sálarsjúka drongin.
Hyggjarin verður beinavegin
settur inn í hansara veikleikar og
trongdir. Filmurin er væl gjørdur,
og lýsir ein áhugaverdan persón.
Søgugongdin er stutt, og fyri so
vítt hendir ikki tað stóra.
Endamálið er væl rokkið, við
at lýsa hendan persónin og tískil
er filmurin góður. Kundi tó
innihildið meira fyri at verið
meira verdur at minnast.
Psykopati í skúlaaldri
Sálarspillandi drama