fríggjadagur 17. oktober 2008síða 18
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 200 • 17. oktober 2008
Vikuskifti
18
Tí tað var júst tann 6. mai – í
1922 – at fyrsti bilurin kom. Tað
vóru teir báðir havnarmenninir,
Jóhannes Olsen undir Kletti og
Júst Sivertsen, sum keyptu bilin.
Tað var ein Ford TT lastvognur,
árgang 1922. Hann hevði hús,
pláss til tvey fólk í húsinum og
last, sum lastaði eitt tons.
Vit hugsa kanska ikki so
nógv um tað, men hesin dag
urin er í veruleikanum ein
sera týdningarmikil dagur. Eitt
snúningspunkt í Føroya søgu,
kunnu vit siga.
Tað er ilt at meta um, hvussu
nógvir bilar eru komnir til landið
síðani tá, men teir eru nógvir.
Summi okkara hava størri
áhuga fyri bilum, enn onnur
– og vit eru nøkur, sum eisini
hava stóran áhuga fyri gomlum
bilum, fyri ellisakførum – men
um vit bara hugsa um bilin sum
eitt flutningstól, so hevur hann
havt – og hevur hann enn – sera
stóran týdning fyri okkum øll. Vit
høvdu ikki kunna búleikast her,
um vit ikki høvdu bilin, vit høvdu
ikki kunna flutt okkum, vit høvdu
ikki kunna virkað fisk, bygt hús
ella nakað, um bilurin ikki var her.
Vit høvdu ikki havt tørv á vegum,
vit høvdu ikki bygt brýr og tunlar
og ferjur og hvat veit eg. Bilurin
hevur sera stóran týdning fyri
allar lutir í samfelagnum.
Tí haldi eg, at tann 6. mai í
1922 er ein sera týdningarmikil
dagur í Føroya søgu. Og tað
undrar meg, at eingin søgu
skrivari hevur givið ans.
Vit hava professarar, sum
skriva bøkur upp og niður um
fisk, um ull, um torv – og tonk
allar bøkurnar um skip, um
skiparar, um krígssiglarar, um
útróðrarmenn í Grønlandi og
hvat veit eg. Men eingin hevur
skrivað um bilin – uttan ein
bilmekanikari, sum arbeiðir á
Sosialinum, Magnus Gunnarson,
sum hevur skrivað 50 ára
jubileumsbókina hjá bilstøðini
Auto í Havn. Tað er higartil
einasta bilaískoyti í Føroya søgu.
Kanska bilavinnan í Føroyum
skuldi tikið seg saman og á
onkran hátt gjørt 6. mai til ein
merkisdag – til eina serliga
bilaframsýning, søluframsýning,
what ever. Nógvir eru hættirnir at
selja, hví ikki eisini brúka 6. mai
til tað?
Men latið okkum nú fara 86 ár
aftur í tíðina:
Tað vóru teir báðir samstarvs
felagarnir Wenzel Petersen og
Vilhelm Nielsen, sum seldu
bilin. Teir høvdu smiðju saman
í Quillingsgarði. Tað er í Erlings
Jalsgøtu – beint yvir av gomlu
Dimmalætting.
Tað eru valla nógv fólk í dag,
ið hava upplivað henda minniliga
dagin í 1922 – og sum kunnu
greiða frá. Eg havi tó kortini eina
fyrsta honds keldu, tí Oluffa
Jensen, Luffa í Gongini, hevur
einaferð greitt mær so gjølla frá
hesum. Hon mintist sera væl
hendan dagin, tí Jóhannes Olsen
var systkinabarn hennara – og
vaks upp í heiminum hjá teimum
undir Kletti í Havn. Hendan dagin
hevur Luffa verið 10 ára gomul,
og hon doyði í 2000, 88 ára
gomul.
Júst Sivertsen er gitin um alt
landið sum tann fyrsti føroyingur,
ið fekk bil. At hann hevði eitt
virki við nógvum lastbilum – sum
Sjúrður, sonurin og abbasynir havi
rikið víðari, hevur helst styrkt um
hesa fatana.
Men Johannes Olsen, sum
kortini var tann fyrsti, ið koyrdi
bil, og sum hevur fingið koyrikort
nummar eitt í Føroyum, hevur
eftirtíðin hoyrt minni um. Men tað
av góðum grundum. Hann gjørdi
ikki so nógv um seg, tí hann fall
so skjótt frá – hann doyði av
vanlukku, tá ein ketil sprongdist
á nýggja Alexandrines Hospital í
1924.
Men latið okkum fara oman
aftur á Kongabrúnna hendan 6.
mai í 1922. Luffa greiðir frá, at
nógv fólk varð komið saman,
Tá fyrsti
bilurin kom
til Føroyar
Tey fyrstu koyrikortini:
Nr. Navn
føddur kort dagfest
1. Johannes Olsen
1894
23. august í 1923
2. Júst Sivertsen
1892
23. august í 1923
3. Aksel Dalsgaard, Skálavík
1901
25. september í
1923
4. Jacob Henrik Isaksen, Søldarfirði 1879
23. oktober 1923
5. Hans Georg Hansen, Miðvági
1893
25. oktober í 1923
6. Gregorius Hansen, miljonerurin,
Tórshavn
1892
10. januar í 1924
7. Carl O. Jensen, stjóri
á Meiarínum, Havn
1892
10. jaunar í 1924
8. Johan Eli S. Mikkelsen, Havn
1899
10. januar í 1924
9. Christian Frederik Jensen, Havn 1887
20. februar í 1924
10. Johan Karl Poulsen, Havn
1882
5. mars í 1924
Fyrsta kvinnan:
27. Petra Elisa Frida Rein í Havn
1907
17. august í 1926
(Kelda: Meinhardt Arge, tíðarritið Ellisakfør apríl 1993)
Bilasøga
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
mítt land
Føroyar
Tá Janus Mohr heitti á meg um at skriva onkrar
snøklar til frálíku sendingina á Rás 2, Føroyar
mítt land, og at tað fyrsta skuldi lesast 6. mai –
fall hugur mín beinanvegin á evnið, tá fyrsti
bilurin kom til Føroyar