Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-17, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. oktober 2008síða 18

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 tíðindi Nr. 200 - 17. oktober 2008 Blindadagur Orð&mynd: Snorri Brend Seinnapartin mikudagin skipaði Blindafelagið fyri einum serstøkum tiltaki í SMS. Endamálið við hesum var at vísa á umstøðurnar hjá hesum bólkinum í sam­ felagi okkara. Hetta var samstundis Alheims Blindadagur, og í tí sambandinum hevði felagið sett sær fyri at vísa fólki á nýggjar møguleikar hjá teimum sjónveiku og blindu at kappast. Úr Noregi høvdu tey fingið eitt serstakt skjótitól sum varð stýrt av ljóðum. Her ráddi um hjá luttak­ arunum at raka á mál, júst so sum gjørt verður tá tær stóru stjørnurnar kappast í skíðskjóting í samband við olympiskar vetrarleikir og annan vetrarítrótt. Ein teirra ið royndi hetta tólið var Petur Klein úr Havn. Hann hevur verið í danska herinum í fýra ár og var í síni tíð útstasjoneraður í Bosnien. Evnini at lurta og skjóta eigur hann, eingin ivi um tað: Í fimm royndum rakti hann 48 ferðir av íalt 50! ­ Her ræður av sonnum um at lurta – og lurta væl, áðrenn mann trýstir á av­ trekkjarin í rættari løtu. ­ Eg haldi, at tað er í fínasta lagi at tey blindu eisini fáa møguleika at kappast á henda hátt, sigur hann í stuttari viðmerking. Í Føroya Blindafelagið eru 85 limir, sambært heimasíðu teirra www. blind.fo. Skutu í blindum Tað ræður um at lurta væl eftir teim høgu tónunum, og so skjóta í røttum tíma. - Tað er í fínasta slag, at tey blindu eisini fáa møguleikar at kappast, sigur Petur Klein, sum her roynir sjáldsomu byrsuna Leygarkvøldið kl. 19 verður forvitnislig konsert hildin í Badmintonhøllini í Klaksvík, har ikki færri enn átta bólkar og einstaklingar fara at taka lut. Konsert Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Klaksvík: Tað eru fólk aftanfyri Calarasi­missión­ ina sum skipa fyri hesi ókeypis konsertini. Henda missiónin hevur sett sær sum mál at stuðla teimum allarveikastu í eystureuropeiska landinum, Rumenia. Hetta verður ser­ liga gjørt við at lata útgerð og møblar til sjúkrahúsini í teimum báðum býunum Budesti og Otelnita. Í løtuni verður útgerð savnað saman til at fara enn eina ferð niður hagar. Hetta verður gjørt tá tað fer at vára aftur. Við konsertini ynskja stigtakararnir at savna pen­ ing saman til tess at dekka útreiðslurnar av komandi ferðum til Rumenia. Teir átta bólkarnir og einstaklingarnir sum fara at luttaka leygarkvøldið eru hesir: Oasubrøðurnir, Odd­ bjørg Poulsen, Heini Lützen, Hallmar og Jógvan, Hanna og Terji, Manskórið úr Thabor í Fuglafirði, Randi Nolsøe og Ecclesia. Hálvan tíma undan konsert­ ini fer at harmonikubólkur at spæla. Konsertin er ókeypis, men høvið verður at lata eina gávu til arbeiðið hjá Calarasi­missiónini við eina innsavning. Nevnast kann, at næst­ komandi vikuskifti skipar Calarasi­missiónin fyri missiónsstevnu í Skopun, har greitt verður frá arbeiðinum hjá teimum í Rumenia. Konsert við stuðli til Rumenia Heini Lützen verður ein av sangarunum sum fara á pall í Klaksvík í annaðkvøld Neyðugt við bergholi til Dals Landskassin tykist at vera væl fyri. So spurningurin um at byrja uppá Dalstunnilin ikki er í tøkum tíma nú. Har er vandaleið at koyra og nærum hvønn dag rívur grót niður á vegin. Landsverk boðar frá, at onki veghald hevur verið av vegunum í Føroyum nú í nógv ár. Heimasíðan bkv.fo krevur tó, at hóast pengar eru til rakstur, so má nakað gerast í Dalsbergi (myndin). Bergholið til Dals er ein neyðugt íløga, ið má gerast beinanvegin. Bilar stóðu eftir á Gomlurætt Tá Teistin fór av Gomlurætt klokkan 17:15 í gjár, fekk hann ikki allar bilarnar við á túrinum. Eftir stóðu nevniliga 10 bilar og bíðaðu til kl. 19:15 tá ið næsti túrur var av Gomlurætt. ­ Tað er meiri ferðsla nú og serligan teir stóru lastbilarnir, ið taka nógv pláss, skrivar heimasíðan bkv.fo. Ternan, ið áður tók eitt sindur av ferðsluni, er fyribils givin at sigla um Skopunarfjørð.