fríggjadagur 17. oktober 2008síða 17
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 200 • 17. oktober 2008
Vikuskifti 17
skemt
Í rangastrúpan
Er okkurt komið í rangastrúpan, er hetta komið
heilt skeivt í hálsin. Og soleiðis er eisini við
teimum útsagnunum, sum vit hava prentað
niðanfyri. Eisini hóast hesar útsagnir eru á
prenti. Samstundis sum vit prenta hesar, vilja
vit við hesum senda eina áheitan til lesarar
okkara um at siga frá, um líknandi skeivleikar
ella bara løgnar útsagnir eru at síggja í prentaðu
miðlunum. Fráboðanir um hetta kunnu sendast
okkum við bæði bræv- og telduposti.
Royna tey at endurtaka mistakið?
Slík mistøk eiga ikki at koma fyri, og vit hava tikið neyðug stig til
tess at forða fyri, at mistøk av hesum slagi ikki endurtaka seg.
Allan Dalsgarð, KrF, umbering fyri, at "Hetta heilaga evangeliið skrivar"
kom skeivt fyri
Sera skilagott
Tað er eisini nokk so fornuftigt onkuntíð at fara til Bornholm
ístaðin fyri alla tíðina bara at fara til Danmarkar
Morgunroðin á Rás 2
Stórur biti
Heini O. Heinesen hevur svølgt ein tann beiskasta kamelin
ÚF
Og onkur má repetera bendingarlæruna
Flogvøllur í Vágar má fáa veðurradara sum skjótast
ÚF
Gongur upp og niður
Partabrøv á flog
Vikublaðið
Mundi tað ikki verða spurnarkanning
Úrslitið av spurnarkappingini hjá Annlis Bjarkhamar millum
avvarðandi hjá sálarsjúkum verður lagt fram á Altjóða
Sálarheilsudegnum, sum verður hildin í Havn fríggjadagin.
Rás2
Í kioskini í felagshúsinum hjá EB/Streymi fáast nú bert gummibomm,
tyggigummi og víngummi.
EB/Streymur fær tveir nýggjar spælarar úr Kekkia næsta kappingarár.
Ja, tað verða faktiskt tveir gummi-kekkar.
Hesir menninir hava rættiliga gjørt seg út til myndatøku. Men hvat í allari víðu verð takast teir við? Eru cool
ella ikki? Eru teir kanska umboð fyri IMF á veg til Íslands at loysa búskaparkreppuna har? Ella møguliga
takast teir við okkurt heilt annað. Jú, tað gera teir vist nokk. Hetta er tónleikabólkurin Fede Finn & Funny
Boys, sum ígjøgnum nógv ár hava spælt veitslutónleik. Og skuldi onkur havt hug at bóka teir, so lova teir
eisini , at teir lata seg í ymisk klæði, ljóða væl og hava ljós og royk show. Vit kunnu ikki bíða!
Hvørjir eru vit?
Ikki lætt at verða EB/
Hendan samansetingin millum bilin og hundin sær
eitt sindur løgin út. Spurningur er, um endamálið er,
at bilurin ikki skal fara á rull, ella at hundurin ikki
skal rýma. Vit siga bara eitt – gloym ikki hundin,
tá tú fert í bilin!
Gloym ikki hundin
Hesir løgreglumenninir, sum arbeiða eystanfyri, njóta ein steðg frá
arbeiðnum. Og hvat er tað ikki herligt at fáa eina kalda øl. Teir er tó so
frægir, at teir eru farnir til síðis at fáa sær eina øl.
Deilig pausa
Tarvafiktingin í Spania er populer, og vanliga endar tað
við, at tarvurin er tann stóri taparin. Hesin tarvurin vísir tó
rættilig kynstur, áðrenn hann verður feldur.
Tarva-kynstur
Harley-hundurin
Fólk í øllum aldri eru hugtikin av
Harley Davidson motorsúkklum.
Vit hava bara ikki vitað um, at
eisini hundar eru við í Harley-
rákinum. Her er í øllum førum ein
ábending um, at so er.