fríggjadagur 17. oktober 2008síða 17
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
tíðindi
Nr. 200 - 17. oktober 2008
Tá sonurin gjørdist sálarsjúkur merkti tað, at
hann eisini hevur mist nógv av sínum fyrra
lívi.
Tað hevur verið trupult hjá honum at varðveita
sambandið við vinirnar, og gerandisdagurin hjá
honum sjálvum var vendur upp og niður.
Sjúka hansara er álvarslig, og hevur hann tí
havt tørv á sterkum heilivági. Hetta hevur eisini
merkt, at hann ikki hevur klárað at búð fyri seg
sjálvan ella at hava nakað arbeiði.
- Hann er sera einsamallur, hóast hann er
saman við fólki alla tíðina, greiðir mamman
frá.
Hon sigur, hvussu trupult tað er at vita, at
sonurin er so einsamallur. Eisini setir hann
sjálvur spurnartekin við framtíðina, og um hann
nakrantíð fer at hava nakra at vera góður við og
kunna liva saman við.
Bára sigur, at tað er eisini trupult tá ið fólk,
sum kendu hann áðrenn hann gjørdist sjúkur,
hitta beiggjan.
- Samrøðan fer ongatíð víðari enn til tað, at
beiggi greiðir frá, at hann er sálarsjúkur.
Kenningarnir spyrja einki meiri, tí tey helst ikki
vita, hvat tey skulu spyrja um, sigur hon.
Hóast sonurin og beiggin livir í djúpum einsemi,
er hann ikki for nothing.
Hann hevur megnað at uppbyggja sær sítt
egna lív út frá hansara fortreytum. Hann hevur
sjálvur leitað sær upp arbeiði, og hevur eisini
fingið okkurt at hava ábyrgd av, og sum hann
megnar til fulnar.
Tað er so gott at síggja, at hann sjálvur skapar
sær nøkur ting. Hann tekur sær eisini væl av
teimum sum hann býr saman við og hjálpir
teimum við ymiskum, vísir Bára á.
Bæði mamman og dótturin eru samdar um, at
hann er væl fyri og blómar á sín egna hátt.
Sjálvar hava tær ikki mist vónina um, at sonurin
og beiggin ein dag kann fáa ein góðan bústað,
starv og eitt gott og innihaldsríkt lív.
- Tað hevur ein stór framgongd seinastu árini,
og tað er munur á, at hann er nógv betur fyri
nú.
- Framgongdin hendir spakuliga. Hóast tað
eru onkur afturstig, so gongur rætta vegin!
Hvat skal man siga?
Vón fyri framman
Hann er sera einsamallur,
hóast hann er saman við
fólki alla tíðina
Eitt av hesum er øll tann
stóra nøgdin av heilivági,
sum tey eru noydd at taka
hvønn einasta dag, og
hvussu hetta broytir ein
persón likamliga.
- Eg havi onkutíð hildið
meg sæð beiggja mín á vegn-
um, og havi skulað rópt á
hann, men so hevur tað víst
seg at verið onkur heilt
annar, heldur Bára fyri.
Fyri hana er ræðandi at
síggja, hvussu rørslur, krops-
bygnaður og annað hjá fleiri
av teimum sálarsjúku minna
um hvørt annað. Eftir henn-
ara sannføring ger heilivág-
urin sítt til at tey sálarsjúku
verða einsrættað.
- Tað er ómetaliga trupult
at gerast sjúkur í eini sjúkari
skipan, sigur Bára. 80 pro-
sent av viðgerðini er um-
vegis heilivágin. Hetta er
sum eitt val millum pest og
kolera.
- Heilivágurin ger, at
hann bólgnar upp. Hann
verður snøgt sagt doyvdur,
og hetta hevur stór kropslig
árin sum síggjast væl!
Hon er vitandi um, at
beiggja hennara ikki dámar
at síggja út soleiðis sum
hann ger nú. Men hann
kann
heldur
ikki
vera
heilivágin fyriuttan.
- Beiggi er ikki býttur.
Tvørturímóti. Men hann er
sálarsjúkur, sigur hon.
Mamman greiðir frá, hvussu trupult tað er at vita, at sonurin er so einsamallur. Eisini setir hann
sjálvur spurnartekin við framtíðina, og um hann nakrantíð fer at hava nakra at vera góður við
og kunna liva saman við
- Tað er so gott at síggja, at hann sjálvur skapar sær nøkur ting. Hann tekur sær eisini væl av teimum sum hann býr saman við og
hjálpir teimum við ymiskum, vísir systurin á
Eg havi onkutíð hildið meg sæð beiggja
mín á vegnum, og havi skulað rópt á
hann, men so hevur tað víst seg at verið
onkur heilt annar
Ógvuslig sálarsjúka
Millum tær ógvusligastu sálarsjúkurnar er skizofreni. Hetta er
ein sjúka í heilanum sum hevur broytingar í hugsan og atburði
við sær. Hin sjúki verður ikki førur fyri at skilja millum veru-
leika og egnar ímyndir. Sjúkan rakar bæði kynini eins ofta og
byrjar vanliga í 15 til 30 ára aldurin. Møguleikin at gerast
skizofrenur er umleið 1 prosent av fólkatalinum.
Viðgerð í trimum
Tí skizofrena verða vanliga bodnir tríggir viðgerðarhættir:
Heilivágur, sum blokkera virkningin av signalevninum
Dopamin í heilanum. Samrøðuterapi, har ein roynir at økja
sjálvskensluna, sjálvsfatanina, symptomini, økja um virksemið
og at minka um kensluna av tómleika. Sosial tiltøk, har ein fær
sett á stovn verustøð, møguleikar fyri undirvísing og ítrivum og
egnaðu bústaðarmøguleikum.