Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-17, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. oktober 2008síða 16

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 200 • 17. oktober 2006 Vikuskifti Nú Skipafelagið er farið at tryggja okkum frískt grønmeti tvær ferðir um vikuna er upplagt við einari góðari upp- skrift við grønmetinum í hásæti. Í Provençe í Suðurfraklandi gera tey klassiska rættin Ra- tatouille, ið er samankókaður rættur av ymiskum grønmeti, ið frammanundan er stokt (sauterað) hvørt sær í olivinolju. Hetta fær meg beinanvegin at viðmæli fólki (serliga tykkum vaksnu) at síggja herliga tekni- filmin frá Pixar og Walt Disney, ið júst nevnist Ratatouille. Tað er søgan um Rémy, ið er komin her á fold sum rotta. Hann býr í París og droymir um gerast sjef-kokkur. Fantastiskur filmur um hvat dreymar kunna gera! Loyvið børnunum at droyma! Well, eg fari at lata orðið til Alain Mességué, ið her kemur við sínari tulking av Ratatouille. 250 g squash 150 g aubergine 150 g leyk 400 g tomat 70 g piparfrukt 2 feitar av hvítleyki, so segði hann 1 laurberblað 10 basilikumbløð 4 ssk olivinolju 1 ssk havsalt Dism av timian Sker auberginurnar hálvar og salta tær væl og virðiliga. Lat tær standa 4-5 tímar. Flys tomatirnar við at seta í kókandi vatni nøkur sekund. Tak burtur kjarnir og væta. Sker sundur í 8 álir. Turka nú saltið av auber- ginunum og turka vætina av. Vaska squashini væl, turka og sker í helvt eftir longs. Síðani skert tú í 1 sentimetra tjúkkar bitar. Sker leykin og pipar- fruktina í tunnar flísar og dálar. Skola í vatni og turka aftaná. Nú skal grønmetið brúnkast á heitari pannu, - hvør sær. Lat oljuna á pannuna og sker hvítleyks-puntarnar í tunnar flísar og koyr so í saman við laurberblaði, tomatunum, salt og pipar. Skrúva niður fyri hitan og kóka hetta í 15 minuttir til eitt slag av tomatsós er komið burturúr. Hita nú ovnin til 200 stig. Tak nú eldfast fat og blan- da squash, auberginu, leyk, piparfrukt og tomatsós saman. Krydda við pipari og timian. Set folie á eldfasta fatið og set í ovnin okkurt um hálvan tíma. Kann etast heitt ella kalt. upp skriftin mortan@hamrabyrgi.com Alain Mességué ger Ratatouille (ra-ta-tui) Kokkar og kokka- lærlingar í Føroyum umframt útlendskir stjørnu-kokkar skapa og hugleiða um uppskriftir. 16 Vínummælarin viðmælir eina góða Chardonnay afturvið, eitt nú tann hjá Alamos.