fríggjadagur 17. oktober 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16 tíðindi
Nr. 200 - 17. oktober 2008
SálarSjúka
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
- Tá sonurin knappliga
gjørdist sálarsjúkur frá ein-
um degi til annan, broyttist
nógv í familjuni, siga tær
báðar Bára og Henny.
Samrøðan við tær báðar
er partur av eini ritgerð sum
Annlis Bjarkhamar hevur
gjørt, har hon hevur tosað
við 30 avvarðandi hjá sálar-
liga sjúkum føroyingum.
Henda familjan er ein av
mongum sum hevur merkt
til fylgjurnar av, at ein í
teirra nærumhvørvi hevur
fingið einhvørja sálarliga
sjúku.
Hóast hesar sjúkur og
hesir
sjúklingarnir
eru
merktir av tabu, tøgn og
tutli í krókunum vilja tey
fegin siga sína søgu undir
dulnevni. Eingin ivi man tó
vera um, at mong onnur eru
í somu støðu sum tey.
Hetta sama hava tær
báðar møðgurnar upplivað.
Og í samrøðuni lýsa tær á
ein sannførandi hátt um-
støðurnar hjá tí sjúka og hjá
teimum báðum sum av-
varðandi.
- Hóast tað gongur spaku-
liga framá, hómast ein
framgongd. Og vónin um,
at sonurin fær eitt innihalds-
ríkt lív er avgjørt til staðar.
- Hann blómar á sín egna
hátt, siga tær báðar í
ritgerðini, haðani brot úr
samrøðuni eru tikin.
Bæði mamman og systur-
in hava ikki havt trupulleikar
av at vera opin um, at tey
hava ein sálarsjúkan son og
beiggja.
Undarlig og
nýggj støða
Tað hendi so knappliga, at
tilveran í heiminum hjá
Henny og familju hennara
broyttist
grundleggjandi:
Sonurin var vorðin sjúkur,
og hóast smá tekin vóru til
hetta frammanundan, vardi
tað ongan at hann hevði
eina so álvarsama sálar-
sjúku.
- Vit vóru ikki fyrireik-
aðar, og vistu ikki, hvussu
illa stóð til, heldur mamman
fyri.
Sonurin hevði verið illa
fyri frammanundan, og hon
hevði roynt at fingið hjálp
til hansara, men til fánýtis.
- Tú kanst gerast rættiliga
óð, tá ið hugsað verður um
hann, sigur Bára. Vit royndu
at fáa hjálp til hansara, men
har var einki at heinta – ikki
fyrrenn beiggin bráðfeingis
mátti innleggjast.
Fyri tey avvarðandi var
tað ein skelkur at ásanna,
hvussu trupult tað var at
koma inn í almennu skipan-
ina. Og tá hann so umsíðir
kom inn í hesa skipan, var
øll familjan at kalla slept
upp á fjall.
- Tað vóru vánaligar um-
støður. Har var ongin at
venda sær til: Hevði bara
onkur verið har at rúma
hesi undarligu nýggju støð-
uni í lívinum.
- Ja, hevði bara onkur
traðkað til, uttan at tú sjálv-
ur fyrst skuldi taka stig til
tað, heldur mamman fyri.
Følin og sartur
Tá ið sonurin var útskrivað-
ur aftur mátti nógv broytast
í gerandisdegnum. Hann
búði heima ta fyrstu tíðina,
men flutti seinni á stovn.
Í fyrstuni var trupult at
seta mørk fyri, hvat hann
kundi og ikki, og tey lótu
hann stýra rættiliga nógv
har heima.
- Hetta var ein trupul tíð,
staðfestir Henny.
Samstundis
sum
hon
noyddist at passa arbeiðið
sítt og fáa endarnar at røkka
saman, mátti hon eisini vísa
nógv fyrilit fyri soninum,
sum ikki altíð megnaði at
rúma
øðrum
enn
sær
sjálvum.
Henny
setti
mangan
spurnartekin við, hví støðan
gjørdist soleiðis, og um hon
kundi havt gjørt okkurt
øðrvísi í uppvøkstrinum hjá
soninum. Hon gavst kortini
við hesum, tí tað broytti
einki. Tað gjørdi bara ger-
andisdagin strævnari enn
neyðugt.
- Eg eri nú komin til
sættis við, at hann hevur
eina sjúku, heldur mamman
fyri. – Sjálvandi liva vit í
vónini um, at hann fer at
megna at fáa eitt gott lív út
frá egnum fyritreytum.
Systurin Bára greiðir frá,
at tey í byrjanini nýttu nógv
tíð at hugsa, um støðan
kundi verið øðrvísi um
beiggin hevði fingið hjálp
beinanvegin, tá ið tey bóðu
um hana.
Hinvegin heldur hon, at
hann frá barnsbeini hevur
verið eitt sindur øðrvísi enn
hinir dreingirnir.
- Hann var sera følin og
sartur, og hevði eina sera
sterka
rættvísiskenslu
–
eina kenslu, sum framvegis
liggur djúpt inni í honum.
Ikki býttur
Hesi seks árini hava Henny
og Bára lært ein hóp um,
hvussu tað er at liva saman
við einum sálarsjúkum per-
sóni – og hvussu umstøður-
nar hjá hesum bólkinum av
sjúklingum.
Beiggi er ikki býttur
men sálarsjúkur
- Vit fingu ein nýggjan persón í familjuna, tá sonurin gjørdist sjúkur fyri seks árum
síðani. Men vit hava eisini eina sorg, tí vit hava mist bróðurin og sonin, sum vit einaferð
høvdu, siga tvey avvarðandi hjá einum sálarsjúkum. Í dag blómar sonurin á sín egna hátt
Henny setti mangan
spurnartekin við, hví støðan
gjørdist soleiðis, og um hon
kundi havt gjørt okkurt
øðrvísi í uppvøkstrinum hjá
soninum. Hon gavst kortini
við hesum, tí tað broytti einki.
Tað gjørdi bara gerandisdagin
strævnari enn neyðugt
Tað er
ómetaliga
trupult at
gerast sjúkur
í eini sjúkari
skipan
At hugsa við hjartanum
Í samrøðum við Annlis Bjarkhamar (myndin) hava 30
avvarðandi hjá sálarsjúkum greitt frá sínum uppliving-
um í eini støðu, sum triði hvør føroyingur einaferð í
lívinum kemur at standa í. Bóklingurin »At hugsa við
hjartanum« varð lagdur fram á tíðindafundi í Miðla-
húsinum fyri eini viku síðani, og her varð víst á, at
hesin bólkurin av fólkum er sera illa fyri.
Hvar er hjálp at fáa?
Annlis Bjarkhamar hevur sjálv verið avvarðandi hjá einum sálarliga sjúkum,
og veit tí rættiliga nógv um støðuna hjá teimum. Í arbeiði sínum við ritgerðini
kom tað aftur og aftur til hana, at tey avvarðandi sótu við ótta og í iva, og
vóru mangan hjálparleys. Ósvaraði spurningur teirra var, hvar hjálp var at
fáa? - Við hesum samrøðunum hava tey ynskt at gera vart við støðuna. Hetta
var eisini fyrstu ferð, at nakar var áhugaður í at hoyra júst teirra søgu. - Hesin
veruleikin merkti tí eisini samrøðurnar: Tað var rættiliga trupult hjá fleiri
teirra at hava fokus á sær sjálvum, tí tey snøgt sagt ikki vóru von við tað,
greiðir Annlis Bjarkhamar frá.