Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-17, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. oktober 2008síða 15

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 200 • 17. oktober 2006 Vikuskifti bóka ummælið mortan@hamrabyrgi.com 15 Den Skaldede Kok – Grill med gnist og Glød, Carsten Ol- sen, 204 blaðsíðir, innbundin, Gyldendal, uml. kr. 275 í Rit & Rák/H.N. Jacobsens Bókahandli Danska kokkin Carsten Olsen kenna tey fægstu ivaleyst, men kanska summi hava hoyrt um Berskalluta Kokkin, ið hesin prúði maður eisini førir seg fram sum. Hann er kendur fyri at gera góðan mat, ið er lættur at gera. Og nú hevur hann so tikið grillina fram. Ikki júst árstíðin til slíkt í Føroyum, men sum Berskalluti Kokkurin sigur, so ber til at fara innandura og matgerða við somu upp- skriftum á grill-pannu osfr. Men um tað viðrar hampu- ligt í mun til vind og avfall, hví so ikki royna at grilla úti í hesi myrku tíð? Hugnaligt er í hvussu so er, enntá jólaligt! Carsten Olsen er útbúgvin kokkur og er grill-fjeppari av tí aðru verð. Seinastu fimtan árini hevur hann eksperimenterað við ymiskar hættir at grilla. Bæði við koli, gassi og við at kynda bál. Nú letur hann so sína stóru vitan frá sær til okkum lesarar. 60 uppskriftir og harafturat prei um marinadur, pesto, chutneys og at roykja við grill. Spis Bedre, Lev Bedre – Med Morten Grunwald, Alain Mes- ségué, 128 blaðsíðir, innbun- din, Gyldendal, uml. kr. 229 í Rit & Rák/H.N. Jacobsens Bókahandli Í italsku alpunum rekur franski urtalæknin Alain Mességué sítt kenda heilsubótarstað fyri at reinsa og slakna likamið. Við at nýta einfaldar føðslu-grundreg- lur og serligar urtir hevur hann rokkið undrunarvekjandi úrslit. Spis Bedre – Lev Bedre er grundað á føðslu- og heilsu- læruni, ið tey brúka á staðnum. Í bókini eru fleiri góð ráð og ørgrynna av uppskriftum til ein sunnari gerandisdag. Bæði einfaldar og meira samanset- tar uppskriftir, ið allar tryggja likaminum røttu føðsluna og í røttu javnvágina, - og við avmarkaðum kalorium. Urtalæknin er sannførdur um, at verða ráð hansara fylgd, so fara vit at merkja størri væl- veru, orka meira og slakna okkum. Í innganginum í bókini kunna vit lesa um danan Morten Grunwald – eisini kendur sum Benny í Olsen Banden – greiða frá hvussu hann stóð við einum heilsuligum vegamóti fyrstu ferð hann hitti Alain Mességué. Í Uppskriftini í dag fer Alain Mességué at læra okkum at gera (og úttala) franska grøn- metisrættin Ratatouille. Berskalluti kokkurin og Morten Grunwald Mortan í Hamrabyrgi umrøður nýggjar bøkur um mat og drekka.