Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-17, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. oktober 2008síða 32

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 [ Nr. 200 - 17. oktober 2008 ] Fyrrverandi lands­ liðsvenjarin fer nú at hava ábyrgdina av Víkingi, sum sunnudagin – við Antoni Skoradal við róðrið – skal til Sands B71-VÍKINGUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Eg fari at venja eitt lið í For­ mula deildini næsta kapp­ ingarár, og tað verður kunn­ gjørt fyrsta dagin, hvat lið talan er um, segði Jógvan Martin Olsen, tá ið hann í vikuni var á síðstu uttan­ lands ferðini saman við landsliðnum. Landsliðið lendi aftur í Føroyum í gjárkvøldið, og í dag klokkan 17 skipar Vík­ ingur fyri kunningarfundi í ítróttarhúsinum í Leirvík. Á skránni er, at høvuðsvenj­ arin komandi kappingarár avdúkaður, og víkingafjepp­ arar, fjølmiðlar og áhugað annars eru vælkomin, verð­ ur sagt á heimasíðuni hjá Víkingi. Tey, sum seinnapartin fara til Leirvíkar, fara at fáa at vita, at tað verður Jógvan Martin Olsen, sum nú fer at verða venjari hjá Víkingi. Nú fyrrverandi landsliðs­ venjarin hevur áður havt ábyrgdina av einum liði í bestu deildini. Tað var NSÍ, sum hann í 2002 vann steypakappingina og silvur­ krónur í landskappingini saman við. Við Antoni til Sands Í ár hevur gøtumaðurin Anton Skoradal havt ábyrgd­ ina av Víkinga liðnum. Tað er nakað síðani, at Anton boðaði frá, at hann næsta ár ikki fer at vera venjari í fremstu røð. Men Anton fer at hava ábyrgdina, tá ið Víkingur sunnudagin fyri síðstu ferð í ár fer at spæla á útivølli. Víkingur fer til Sands, og hóast møguleikin fyri heið­ ursmerkjum og altjóða lut­ tøku er burtur, so hava vík­ ingarnir týdningarmikla fimta plássið at spæla um. Víkingur er tvey stig framman fyri B68, og eydn­ ast tað at halda toftamenn aftanfyri seg, so fer tað at bera við sær, at Jógvan Martin Olsen og Víkingur næsta kappingarár fara at spæla eina ferð meiri á heimavølli enn B68 og tey, sum eru longri niðri á støðu­ talvuni. Álopsspælarin Andreas Lava Olsen noyddist orsaka av skaða at geva avboð til teir báðar landsliðdystirnar, sum hava verið seinastu vik­ una. Tað er ivasamt, um hann verður førur fyri at spæla á Sandi. Sperdir sandoyingar B71 fer at spæla fyri lívi­ num í bestu deildini. Sand­ oyingar eru fimm stig aftan fyri KÍ. Hvussu tað fer at hilnast hjá klaksvíkingum í tveimum teimum síðstu umførunum er ikki upp til teir í B71 at gera av. Tað, sum B71 hevur møguleika at ávirka, eru dysturin á heimavølli ímóti Víkingi og so í Fuglafirði leygardagin um eina viku. Higartil í ár hava sandoy­ ingar vunnið seks dystir – 3­1 og 1­0 á Skála, 2­0 á KÍ og 2­1 á ÍF á heimavølli, og 1­0 ímóti Skála og 3­0 ímóti B68 á útivølli. Víkingur vitjaði á Sandi 28. mai, og ta ferðina end­ aði tað við stórsigri til gest­ irnar, sum fóru norður um aftur við 5­0 sigri í viðføri­ num. Um víkingarnir hesa ferð fara av Sandi við í minsta lagi einum stigi, so verður tað greitt, at B71 næsta sunnudag skal spæla í næstbestu deildini. Hvørki í B71 ella Víkingi hava venjingarnar seinastu vikuna verið órógvaðar av, at spælarar úr feløgunum hava verið á landsliðsferð saman við Jógvani Martin Olsen – nýggja venjaranum hjá Víkingi.w Um tað skal eydnast meistarunum at enda næstovastir, so fer KÍ hesa ferð ikki sjálvt at tryggja sær plássið í bestu deildini KÍ-NSÍ Jákup Mørk Fer tað at eydnast KÍ at tryggja sær plássið í bestu deildini, ella fer tað at eydnast meistarunum – í hvussu so er inntil sunnu­ dagin – í NSÍ at halda tørn í kappingini um næst­ fremsta plássið og harvið silvurkrónurnar. Hetta eru spurningarnir undan NSÍ vitjanini í Klaksvík. Klaksvíkingar hava higartil í ár staðið seg betri ímóti NSÍ, enn støðutalvan kundi borið boð um, at teir skuldu havt gjørt. Í 9. umfari end­ aði tað 1­1, tá ið NSÍ vitj­ aði í Klaksvík. Í 17. um­ fari vann KÍ 4­2 í Runa­ vík. Tað var ikki minst hetta óvæntaða tapið, sum vísti seg at kosta NSÍ møguleikan at endurvinna FM heitið. ­ Nú spæla vit fyri at vinna silvurmerkini. Tí fara vit til Klaksvíkar fyri at vinna øll stigini, sigur Hjalgrím Elttør, klaksvík­ ingurin sum hesi bæði seinastu árini hevur verið við til at seta dám á í Runavík. Allir NSÍ spælararnir eru tøkir uttan Aco Pandu­ rovic, sum hevur sæð gult fimm ferðir og tískil er leikbannaður. Einar Han­ sen, sum seinastu ferðir­ nar hevur sitið uttanfyri, er gott boð upp á vinstra vongverja. Meðan NSÍ framvegis hevur møguleika at vinna heiðursmerkir, so hugsa tey í Klaksvík um at sleppa undan hóttanini av niðurflyting. Um tað eydnast at vinna eitt stig hesa ferð, so verða klaks­ víkingar komnir undan hóttanini. Allir KÍ spælararnir eru tøkir, og tað frættist úr Klaksvík, at tað hevur verið høgur intensitetur í venjingunum. Hjá NSÍ hava Jónas Þór Næs, Bogi Løkin og Jóhan Troest Davidsen verið burturi í landsliðs­ ørindum. Hjá KÍ hava Rógvi Jacobsen og Jákup Mikkelsen tvær tær sein­ astu vikurnar verið á sama liði sum teir báðir í NSÍ. Nú fara teir at standa andlit til andlit og báðir partar hava nógv at spæla fyri. SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur Jógvan Martin verður víkingur NSÍ spælir fyri at vinna silvur Formuladeildin Sunnudagin HB-B36: Eiler Rasmussen Skála-EB/Streymur: Dagfinn Olsen KÍ-NSÍ: Petur Reinert B71-Víkingur: Lars Müller B68-ÍF: Georg Rasmusen Formuladeildin EB/Streymur 25 16 3 6 51-32 51 HB 25 13 6 6 54-22 45 B36 25 13 6 6 32-21 45 NSÍ 25 12 5 8 38-33 41 Víkingur 25 11 5 9 42-33 38 B68 25 11 3 11 23-35 36 KÍ 25 7 6 12 31-38 27 ÍF 25 8 3 14 31-46 27 B71 25 6 4 15 26-46 22 Skála 25 4 7 14 21-43 19 1. deild Leygardagin AB-KÍ: Bárður Mortensen TB-HB: Páll Augustinussen 07 Vestur-NSÍ: Høgni Hansen Víkingur-VB/Sumba: Alex Troleis EB/Streymur-B68: Andrew Christiansen 1. deild 07 Vestur 25 19 2 4 103-32 59 AB 25 19 1 5 88-31 58 VB/Sumba 25 18 2 5 59-25 56 TB 25 16 3 6 61-21 51 Víkingur 25 8 3 14 32-70 27 B68 25 7 3 15 47-61 24 NSÍ 25 6 5 14 45-67 23 HB 25 5 8 12 29-51 23 KÍ 25 5 4 16 33-79 19 EB/Streymur 25 6 1 18 25-85 19 Seinnapartin í dag verður kunngjørt, at Jógvan Martin Olsen næsta ár fer at venja Víking