fríggjadagur 17. oktober 2008síða 33
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
[ Nr. 200 - 17. oktober 2008 ]
Um EB/Streymur
sjálvt skal avgera
meistarastríðið, tá ið
sundalagsmenn fara
at vitja niðurflutta
Skála, so verður
neyðugt sinniliga
at savna seg meiri
um uppgávuna, enn
tað hevur eydnast
seinastu ferðirnar
SKÁLA-EB/STREYMUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Fer tað sunnudagin at eydn
ast EB/Streymi at tryggja
sær fyrsta FM heitið nakran
tíð og harvið eisini fyrstu
greipuna nakrantíð. Tað er
stóri spurningurin undan
næstsíðsta umfarinum.
EB/Streymur hevur longu
havt tveir møguleikar at
tryggja sær FM heitið, men
sera áhugaðu og trúgvu
viðhaldsfólkini hjá teimum
í Sundalagnum hava verið
noydd at bíða í tolni og við
ikki sørt vaksandi órógvi.
Í Runavík endaði tað 22,
og tá ið síðsta stigið skuldi
fáast til høldar á heimavølli,
varð úrslitið 54 tap ímóti
B36, sum allan 2. hálvleiki
var undirmannað.
Nú er triði og næstsíðsti
møguleikin hjá EB/Streymi
at tryggja sær FM heitið.
Trúgva áskoðarafjøldin fer
sunnudagin úr Tjørnuvík,
Vík, Streymnesi, Saksun,
Hvalvík, Hósvík, Kollafirði,
Oyri, Oyrabakka, Norð
skála,
Svínáum,
Ljósá,
Eiði, Gjógv, Funningi og so
nógva aðra staðni frá og inn
á Skála.
Tað er longu greitt, at
heimaliðið næsta kappingar
ár fer at spæla í næstbestu
deildini. Men skálamenn
ætla sær at fara úr bestu
deildini við røttum ryggi.
Tað hevur týdning fyri
okkum og viðhaldsfólkini,
at vit geva tað, sum vit eru
førir fyri, í síðsta heima
dystinum á hesum sinni,
hevur Skála venjarin, John
Petersesn, sagt.
Í síðsta umfari fer EB/
Streymur at fáa vitjan av
HB. Um HB tá fer at hava
møguleika at vinna FM
valdast, hvussu tað fer at
ganga
hjá
teimum
í
lokaluppgerðini í Gundadali
sunnudagin.
Men í EB/Streymi vilja
tey ógvuliga fegin hava, at
FM spurningurin verður
svaraður nú sunnudagin.
Tey hava einki ímóti at
sleppa undan spenninginum
og vónbrotinum fyri
tveimum árum síðani, sum
tey minnast aftur á.
Uppskriftin upp á at
vinna stig á Skála er upp
løgd hjá teimum í EB/
Streymi: Tað er fyrst og
fremst í høvdinum á monn
unum, sum fyrr í summar
hava víst avrik og vunnið
stigini, ið bóru sannførandi
oddasess við sær, at sigurin
skal vinnast.
Ampin av møguleikanum
at tapa og kiksa hevur spøkt
og síðani verið sjónskur.
Takið hjá Sigfríði Clement
sen hevur hesar báðar vik
urnar, meðan landsdystirnir
hava verið á skránni, verið
at fáa sínar menn at fokusera
rætt soleiðis, at teir á Skála
bara hugsa um uppgerðina
og ikki um gullkrónur og
steyp. Um tað fer at eydnast,
so vera tað ikki gummibein
ini, men heldur gullkrónur
nar, ið fara at verða umrødd
seint seinnapartin sunnu
dagin.
John Petersen hevur havt
allar sínar menn tøkar tvær
tær seinastu vikurnar. Tað
hevur Sigfríður Clementsen
ikki havt. Ein prísur fyri at
vera topplið er, at fleiri
spælarar
hava
fingið
landsliðsboð. Egil á Bø,
Leif Niclasen, Bárður Olsen
og Arnbjørn Hansen hava
verið upptiknir av lands
liðnum síðani næstsíðsta
mikudag. Saman við lið
feløgunum fara teir í kvøld
at leggja síðstu hond á
fyrireikingarnar til Skála
ferðina.
René Tórgarð var burtur í
landsliðsørindum í síðstu
viku, men hann var ikki við
í Litava.
Miðvallarin
Mikkjal
Thomassen noyddist longu
í 1. hálvleiki skaddur av
vøllinum leygardagin, tá ið
Føroyar høvdu vitjan av
Eysturríki. Hann er leik
bannaður sunnudagin.
Egil á Bø og hinir
EB/Streyma spæl
ararnir hava á
landsliðsferðini
eisini havt stundir at
tosa um spennandi
uppgávuna á Skála
EB/STREYMUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Í kvøld klokkan seks fara
teir í EB/Streymi at hava
síðstu venjingina, áðrenn
teir sunnudagin fara at vitja
á Skála.
Landsliðsspælararnir
Egil á Bø, Arnbjørn Hansen,
Bárður Olsen og Leif Nicla
sen fara at hitta liðfelagarnar
fyri fyrstu ferð, síðani teir
mikudagin í síðstu viku
fóru undir landsliðsuppgáv
urnar.
Vit fegnast sjálvandi
um, at landsliðsvenjarin
sendir boð eftir fleiri av
okkara spælarum. Men tað
er einki at liggja omaná, at
tað órógvar venjingarnar
hjá liðfeløgunum, at fleiri
av spælarunum ikki hava
møguleika at møta, stað
festir Egil á Bø, sum er lið
formaður hjá EB/Streymi,
og sum hesar seinastu ferð
irnar hevur verið verjuálit á
landsliðnum.
Hóast fokus hevur verið á
landsldystunum, so hava
teir í EB/Streymi eisini tos
að um spennandi avbjóðing
ina, sum stendur fyri framm
an hjá teirra felagi:
Vit eru allir fullgreiðir
yvir, at tað fyrst og fremst
ræður um at fokusera rætt.
Um vit fara at hugsa um
meistaraheiti og alt annað í
tí sambandi, so fer tað ikki
at ganga. Vit mugu fokusera
upp á, at tað er stór av
bjóðing at spæla ímóti
Skála, og at tað eru vit, sum
hava strítt okkum til ta støð
una, sum vit nú eru í. Um
vit megna tað, so ivist eg
ikki í, at vit sjálvir vera
førir fyri at vinna tað úr
slitið, sum skal til fyri at
vinna FM sunnudagin, stað
festir Egil á B, liðformaður
hjá EB/Streymi.
Gummi skal skiftast út við gull
Taktikkfundur
í Litava
Egil á Bø, liðformaður hjá EB/Streymi,
í dysti móti Manchester City
Stóra Bretland vann sann
førandi móti Turkalandi
Seinna mótstøðuliðið hjá Føroyum verður U21 liðið hjá Turkalandi.
Turkaland fekk ein ordans hvøkk, tá tær taptu stórt móti vertunum úr
Stóra Bretlandi. Stóra Bretland vann sannførandi 2213. Tíverri fyri
vertirnar mugu teir verða FCK leikaran Michella Skovgaard fyri uttan
móti Lettland, eftir at hon fekk ein knæskaða í dystinum. Óvist er, um
hon verður við móti Føroyum leygarkvøldi.