Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-17, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. oktober 2008síða 34

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 [ Nr. 200 - 17. oktober 2008 ] - Góður innsatsur Guðrið Mortensen segði aftaná dystin, at hon helt, at tað var í lagi at tapa dystin við tveimum málum. - Hetta var okkara fyrsti dystur, og vit skulu venja okkum við at spæla saman, segði Guðrið. Guðrið helt eisini, at verjan stóð væl, og var hon samstundis størsta styrkin hjá liðinum í dag. Meðan álopsskipanin var ov fløkjut. Føroyska liðið skifti tveir álposleikarar út við tveir verjuleikarar og umvent allan dystin móti Letlandi, men tað væntar Guðrið, at ikki fer at henda til dystin móti Turkalandi. - Tað varð dekan ov fløkjut, og vit fingu tí ikki skjótálopini at koyra ordiligt av tí sama, segði Guðrið. At enda segði Guðrið, at hon helt at innsatsurin var góður hjá øllum liðinum. Føroyar spældu hós­ dagin sín fyrsta dyst í fýralanda kappingini í Sheffield í Onglandi. Fyrsta mótstøðuliði var Lettland Bæði liðini royndu frá fyrsta brígslið at leggja hart út. Lettland legði seg fram um longu í fyrsta álopi, men Føroyar svaraðu tó skjótt aftur og fingu útjavn- að. At bæði liðini løgdu hart út, sást eisini aftur í teknisku villunum frá báðum síðum. Tá fimm minuttir vóru leiktir, var støðan enn 1-1. Sum gongd kom á dystin, kom meira glið á spælið, serliga frá lettiskari síðu, hóast føroyingarnir vóru á odda 2-1, 3-2 og 4-3. Lettar koma framum Miðskeiðis í fyrra hálvleiki tyktist sum at lettar høvdu funnið veika punkti hjá før- oysku verjuni og føroyska málmanninum. Lettar fingu eina røð av sera løttum mál- um, sum vórðu plaserað í sama stað á málinum. Føroysku kvinnurnar fullu tó ikki í fátt, hóast lett- isku kvinnurnar høvdu leik- ligan yvirvág. Serliga Re- bekka Justinesen skaraði framúr hesa løtuna. Hon var sannførandi á vøllinum og skoraði tvey flott lang- skot. Rebekka vísti seg at vera ein hóttan fyri lettar, og hon varð mansuppdekkað eftir bæði málini. Tá 5 minuttir vóru eftir av fyrra hálvleiki, og støðan var 9-12 til Lettland, tók venjarin, Sophus Dal Christ- iansen, tað fyrsta time-out, men tað hjálpti tíverri ikki uppá støðuna, tí tá liðini fóru til hálvleiks, vóru enn 3 mál á muni. Løgdu út sum eitt Okkurt má venjarin hava sagt við tær føroysku kvinn- urnar í steðginum, ti før- oysku kvinnurnar løgdu út sum eitt óðnarveður. Tær megnaðu at javna til 18-18, og dysturin var púra opin. Serliga føroyska liðið vísti góðan stríðsvilja, eftir at hava bart seg upp á liðuna av lettum. Spenningurin á vøllinum smittaði av á teir umleið 100 áskoðarnar í hølluni, sum komu meira og meira við. Í hesari løtuni av dystin- um var Simona Hansen ser- liga eyðsýnd. Hon stóð sum ein klettur í verjuni og skor- aði eisini sítt einasta mál í dystinum í hesari løtuni. Tó var leingi millum mál- ini seinastu 10 minuttirnar av dystinum, og vóru tað lettisku kvinnurnar, ið drógu longra stráði hesa seinastu løtuna, og vunnu dystin 21-23. Dýrt tap Tað vóru uttan ivað tær nógvu villurnar í álopinum hjá føroyska liðinum, ið kostaði sigurin. Føroysku kvinnurnar høvdu sera nógvar møgu- leikar, men tóku ikki av teimum. Høvdu tær verið neyvari, kundu kvinnurnar uttan ivað komi uppá javn- leik ella vunni dystin. Góð debut frá Simonu Nýggja “stjørnan” á lands- liðinum, Simona Petersen, spældi sín fyrsta dyst fyri Føroyar og ikki kann sigast annað, enn at hon fekk eina frálíka góða byrjan. Hon varð føroyskur toppskytti við seks málum. Hon var eisini tann vandamiklasti leikarin á føroyska liðinum ígjøgnum. Tað sást, tí hon varð mannsuppdekka stóran part av dystinum. Tó megn- aði hon at vera ein støðug hóttan móti lettisku verjuni, hóast hon hevði ein leikara næstan at kroppi. Føroysku mál- skyttarnir: Simona Petersen 6 mál Durita Christophersen 3 mál Rebekka Justinusen 2 mál Gurið Mortensen 2 mál Heidi M Akselsen 2 mál Elin Staksund 2 mál Una Olsen 2 mál Ninna K Johansen 1 mál Simona Hansen 1 mál Útvísingar: Føroyar 3 Lettland 2 Gul kort Føroyar 3 Lettland 3 Hugsa ikki um eyka- vinningin HB hevur framvegis FM møgu­ leika, men í báðum feløgunum í Gundadali hava teir fokus á silvurkrónunum HB-B36 Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Í Gundadali rógva teir stavn um stavn. HB og B36 eru jøvn í stigum, og sunnu- dagin bresta grannarnir saman í stríði um næstfremsta plássið. Bæði høvuðsstaðarfeløgini hava møgu- leika í stigum at røkka sama stigatal sum EB/Streymur. Um tað skal eydnast, so er treytin, at oddaliðið einki stig fær burturúr tveimum teimum seinastu umførunum, og at havnarfeløgini fáa fulla úrtøku. Sjálvandi ber tað ikki til hjá báðum havnarfeløgunum at fáa fult, tí tey hittast sunnudagin. Í báðum feløgunum ljóðar frá, at venj- ingarnar hava verið tættar og intensar, og at lagið og sjálvsálitið er stórt. HB hevur væl betri málmun enn B36 og EB/Streymur, og tí er framvegis møgu- leiki fyri, at HB við sigrum á B36 og EB/ Streymi kann vinna FM. - Men tað hugsa vit ikki um. Okkara fokus er á silvurkrónunum. Um tað, sum er óhugsandi, skuldi verið veruleiki, so verður tað kærkomin eykavinningur, sigur Rúni Nolsøe venjari í HB. Heldur ikki í B36 hugsa teir um annað enn næstfremsta plássið. - Tað kennist sum stór avbjóðing at spæla ímóti HB. Jákup á Borg er skaddur, og Odmar Færø er leikbannaður. Hinir eru tøkir – eisini Bergur Midjord, sum hevur verið skaddur, sigur Heðin Askham, venjari í B36. Einasti HB spælarin, sum er skaddur, er Rasmus Nolsøe, sum hevur trupulleikar við øðrum knænum. Møguleiki at flyta upp 07 Vestur hevur dystarbólt, tá ið teir næstbestu hjá NSÍ fara at vitja í morgin 1. DEILD Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað er møguleiki fyri, at uppflytingin til Formula deildina verður avgjørd í morgin. 07 Vestur er trý stig frammanfyri VB/ Sumba, og um tað eydnast vágamonnum at vinna somu úrtøku hesa ferð, sum tað fer at eydnast hjá suðuroyingum, so verð- ur 07 Vestur fyri fyrstu ferð partur av Formula deildini. 07 Vestur, sum mikudagin vann 2-0 í Vági, eigur heimavøll ímóti teimum næst- bestu hjá NSÍ, meðan VB/Sumba skal spæla í Leirvík. AB uppflytingin er eisini á trappuni. Argjamenn eiga hesa ferð heimavøll ímóti KÍ, sum flytir niður, um teir einki fáa norður við aftur. ÍF spælir fyri lívinum Og toftamenn vóna framvegis, at tað næsta ár skal bera til at fáa eyka heimadyst ÍF-B68 Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Fuglfirðingar mistu á stokkinum í Klaks- vík fyri tveimum vikum síðani. Tað bar við sær, at tað framvegis er møguleiki fyri, at ÍF kann flyta niður. Tí verður spælt fyri lívinum í Formula deildini, tá ið B68 sunnudagin kemur at vitja. Hjá ÍF var venjarin, Albert Ellefsen, burturstaddur við U-19 landsliðnum, tá ið fuglfirðingar spældu í Klaksvík. Hann er tøkur aftur. Bartal Eliasen hevur verið burturi í landsliðsørindum. Tað er serliga á útivølli, at góða gongdin hjá B68 síðani summarsteðgin hevur verið. Toftamenn eru tvey stig frá fimta plássi. Hesum plássinum hava teir fram- vegis eyga á. Um tað eydnast at vinna tað, so verða 14 og ikki 13 dystir á Svanga- skarði næsta ár. Eftir nógv støðug avrik á B68 miðvøll- inum fekk Jann Ingi Petersen í vikuskift- inum landsliðsboð. Í kvøld fer miðvallarin aftur at taka lut í venjingini á Svanga- skarði. Føroyar taptu tepurt við tveimum málum