Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-08-25, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 25. august 2001síða 17

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 163 - 25. august 2001 Nr. 163 - 25. august 2001 33 HEILSANIR Góði Eyðun Tillukku við degnum. Takk fyri eina góða summar- feriu. Durita Góði Eyðun Hjartaliga tillukku við 14 ára føðingardegnum 27. august. Mamma og babba Góða omma Hjartaliga tillukku við føðingardegnum 26. august. Takk fyri í summar. Eisini ein heilsan til abba. Ynskja Mirjam, Rita, Marta og Jóhannes M. Eg og foreldur míni takka hjartaliga øllum, ið mintust til mín á konfirmatións- degnum 8/4. Bestu ynskir Knút Johannesen, Skála Góða omma Hjartaliga tillukku við 70 ára føðingardegnum 27/8. Takk fyri alt tú ert fyri okkum. Bestu ynskir Knút, Oluf og Jón Marni Góða omma Hjartaliga tillukku við 65 ára degnum. Eisini ein heilsan til langommu. Takk fyri at tit eru so góðar við okkum. Heilsan Emma og Jákup Andrias Hey hann sjálvur Hjartaliga tillukku við 40 ára degnum. Ynskja vinir Góði abbi Hjartaliga tillukku við 70 ára degnum 26. august. Takk fyri at tit eru so góð við okkum. Abbabørnini Góða elskaða Anja Tillukku við 14 ára degnum. Heilsan mamma, babba, Janus, Hjørtur og Bjarti Góðasta Anja Tillukku við 14 ára degnum. Jesus signi teg. Omma Góða fittasta Anja Tillukku á tínum 14 ára degi. Vit síggjast. Karis, Lisa, Silja og Filip Góði fitti Hákun á Norðasta Horn Tillukku við 3 ára føðingardegnum. Bestu heilsanir omman, abbin og Teitur Hey tit tríggir Hjartaliga tillukku við 40 ára døgunum. Ynskja vit Babu-babu-babu- babu-baaabu!! Tillukku Jóhannis. Ynskja vit á BH 14 Gudstænastur 11. sunnud. e. trinitatis Porkeri: kl. 12, altarg., Erland Beder Tvøroyri: kl. 11 Ólavur Rasmussen Klaksvíkar sjúkrahús: kl. 10, Christianskirkjan: kl. 11, Norðoya røktarheim: kl. 14.30, Niels Pauli Danielsen Vesturkirkjan: kl. 11, Bergur D. Joensen Fuglafjørður: kl. 11, familju- gudstænasta, Hellur: kl. 17, altarg., Uni Næs. (Í Leirvíkar og Eldu- víkar kirkju gongur talvan fyri ytri missión) Havnar kirkja: kl. 11, (Talvan gongur fyri KFUM í Havn). Sonja Klein Kaldbak: kl. 12, altarg., Sverri Steinhólm Sjóvar kirkja: kl. 11, familju- gudstænasta (Talvan gongur fyri ljóðføri), Jóna Thomsen, barnaráðgevi og Jógvan Fríðriksson Funningur: kl. 12 messa, Emil Olsen Fríðrikskirkjan: kl. 11, altarg., Æðuvík: kl. 17, Jónsvein Bech Gøta: (Talvan gongur fyri ytri missión) Kvívík: kl. 12, Martin R. Jacobsen Hvalvík: kl. 12, altarg., Marjun Bæk Sandavágur: kl. 11, altarg., David Johannesen Glyvrar: kl. 11, altarg., Mein- hard Bjartalíð Kirkjubøur: kl. 12, Heri Joensen Leirvík: kl. 11, familjuguds- tænasta, Regin Høgnesen (Talvan gongur fyri sunnu- dagsskúlan á staðnum). Skopun: kl. 12, Jákup R. Hansen Kirkju- og missiónshúsið á Argjum Sunnukvøldið kl. 17.30 bønarløta, kl. 18 møti v/ Thomas Dam, øll eru hjarta- liga vælkomin. Heimasíða okkara: www.koma.fo Katólska kirkjan Leygardagin kl. 11.30 messa í Kerit. Sunnudagin kl. 11 hámessa v/ Jacques Adams í Mariukirkjuni. Sunnudagsskúlin byrjar aftur sunnudagin 26. august kl. 14. Øll eru hjartaliga vælkomin. »Tíð til Gud« Vit koma saman úti í Pállsstovu sunnukvøldið kl. 21.00. Dánjal av Rana hevur ein boðskap til okkara nú hann aftur skal á bíbliuskúla. Aftaná er drekkamuður. Verið hjartaliga vælkomin Ebenezer Sunnudagin kl. 10 breyð- bróting, kl. 12 sunnu- dagsskúli, kl. 18 evangel. møti, kl. 21 útimøti. Mikukvøldið kl. 21 bønar og uppbyggingarmøti. Heimasíðan: www.ebenezer.fo Aglow, Tórshavn Fundur verður í hølunum hjá Frelsunarherinum leygarkvøldið kl. 19.30, allar kvinnur eru vælkomnar. Hebron, Argir Sunnudagin kl. 10.30 Minnismáltíð Harrans, kl. 12.00 sunnudagsskúlin byrjar aftur, kl. 18 evangeliski fundurin byrjar aftur eftir summarfrítíðina. Aftaná er felagsnátturði í kjallaranum. Rhema á Hálsi ATAP-Barnaklubbin verður fríggjadagin kl. 18-19.30. Sunnudagin kl. 11 møti og sunnudagsskúli. Øll eru vælkomin. Meinigheitshúsið Sunnudagin kl. 14 sunnu- dagsskúli, kl. 18 møti við Kristian Hentze. Filadelfia Landavegur 22 Í dag kl. 17 landsbøn, í morgin kl. 11 morgunmøti v/Tummas Jacobsen, kl. 18 kvøldmøti – kvinnurnar skipa fyri, kl 22 útimøti v/Samkom- uni í Hoyvík. Mánakvøldið kl. 20 bønar- skúlin. Møtiskráin hjá Filadelfia sæst á heimasíðu okkara: www.filadelfia.fo Hvítusunnusamkoman Yviri við Strond Sunnudagin kl. 11 morgun- møti, kl. 18: Evangeliskt møti. Øll eru vælkomin. Samkoman Immanuel Sunnudagin kl. 13 sunnudags- skúli, kl. 17 møti. Saron, Vestmanna Sunnudagin kl. 11 morgun- møti við Jóhan Hendrik Hansen. Mánadagin kl. 20 bíbil- og bønarmøti. Vestmanna Missiónshús Sunnudagin kl. 14.30 sunnu- dagsskúli og kl. 18 møti. Meinigheitshúsið í Sandavági Sunnukvøldið kl. 18 møti við John W. Myllhamar, trúboðara. Hvalvíkar Missiónshús Sunnudagsskúlin byrjar aftur sunnudagin kl. 14.30, og møti verður kl. 18.00 við Tórbjørn Láadal o.ø. Øll eru hjartaliga vælkomin. Filadelfia, Sundalagi Í morgin kl. 17 bønarmøti, kl. 18 útimøti. Mikudagin kl. 17.30-19.30 Miðdepilin. Missións- og ung- dómshúsið á Glyvrum Sunnudagsskúlin byrjar aftur sunnudagin kl. 14. Møti verður kl. 19 við Gunnar Reynslág. Øll eru vælkomin. Ørkin, Saltangará Evangel. møti verður í Arbeiðarafelagshúsinum »Hæddini« Saltangará, sunnudagin kl. 17.00 við David Bech. Morgunbøn er mána-, miku- og fríggjamorgun kl. 6-7. Húsmøti verður týskvøldið kl. 19.00 hjá Anthony og Charles Johansen, Saltangará. Keldan, Skálafirði Fríggjakvøldið kl. 20.30 vón fyri framman, við hugna, vitnisburði og sangi, Margeir Toftegaard luttekur. Leygarkvøldið kl. 21 opið hús við Jan Jacobsen. Sunnudagin kl. 11 morgunmøti við breyðbróting, Pauli Høj talar. Barnamøti kl. 11. Evangeliskt møti kl. 19. Vælkomin í Kelduna. www.keldan.fo Soli Deo Gloria Mikumorgunin kl. 6: Bøn, leygarmorgunin kl. 9: bøn, sunnudagin kl. 14 sunnudagsskúli og kl. 18 møti. Mánadagin kl. 20 : bønar- møti. Lívsins Orð Møti verður sunnudagin kl. 10.30 við Jaspur Hansen. Øll eru vælkomin. Missiónshúsið í Skopun Sunnudagin kl. 14 sunnu- dagsskúli, kl. 19 møti, inn- savnan verður. Café One Way, Tvøroyri Fríggjakvøldið kl. 21 luttaka Karin og Kurt Nielsen og skopuningar. Ver vælkomin og hugna tær við einum kaffimunni. Leygarkvøldið letur caféin upp kl. 20 og kl. 21 hevur Ragnar Ludvík ungdómsmøti. Hjartaliga vælkomin. Missiónshúsið á Tvøroyri Sunnukvøldið kl. 18 møti við Karl og Elidu Kenning. Øll eru hjartaliga vælkomin. Aglow, Suðuroy Møti verður leygarkvøldið kl. 20 í Samvirkinum í Porkeri. Karin og Kurt Nielsen og skopuningar luttaka. Øll eru hjartaliga vælkomin. Betel, Vágur Sunnudagin kl. 11 breyð- bróting, kl. 13.30 sunnu- dagsskúli, kl. 18 evangel. fundur, kl. 21 útifundur um viðrar. Ónsdagin kl. 20 bønar- og uppbyggingarfundur. Sion, Vágur Sunnudagin kl. 11 mor- gunmøti og kl. 18 evangel. møti, Karin og Kurt Nielsen og skopuningar luttaka. TILTØK 10. august fingu Torgerð Dam og Johnny Poulsen, Keyp- mannahavn, ein son. Hann var 50 cm. langur og vigaði 2900 gr. 14. august fingu Osla Jacobsen og Jan Joensen, Klaksvík, eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 3310 gr. 17. august fingu Jónfríð Jóanesarson og Hans Olivur H. Joensen, Hoyvík, ein son. Hann var 50 cm. langur og vig- aði 3000 gr. 17. august fingu Birita og Jógvan Lassen, Keypmanna- havn, eina dóttur. Hon var 51 cm. long og vigaði 3800 gr. 18. august fingu Elisabeth Hentze og Hans Albert Hansen, Hoyvík, eina dóttur. Hon var 55 cm. long og vigaði 4500 gr. 20. august fingu Súnfríð og Rógvi Jacobsen, Toftir, ein son. Hann var 55 cm. langur og vigaði 3700 gr. 21. august fingu Herborg Godtfred Nielsen og Ivan Niels- en, Hirtshals, eina dóttur. Hon var 50 cm. long og vigaði 3120 gr. 22. august fingu Elisabeth og Eiler Hansen, Leirvík, ein son. Hann var 57 cm. langur og vigaði 4250 gr. Osva Olsen og Ingar Svanberg, Vestmanna hava fingið eina dóttur. Hon var 51 cm. long og vigaði 3600 gr. 23. august fingu Randi Simonsen og Karsten Jespersen, Norðdepli, eina dóttur. Hon var 51 cm. long og vigaði 3250 gr. 23. august fingu Elsa Gaardbo Lützen og Mogens Lützen, Tórshavn, ein son. Hann var 56 cm. langur og vigaði 3900 gr. 27. juli fekk Mia H. Smith eina lítlasystur. Hon vág 3340 gr. og var 51 cm. long. FØÐINGAR ANDLÁT 15. august Símun Petur Dalheim, Norðragøta, 92 ár 16. august Pól Akraberg, Vestmanna, 96 ár 18. august Mathilda Nøhr Jensen, ættað úr Havn, búsitandi í Hareskov, 87 ár 19. august Gunnvør Samuelsen, ættað úr Norðragøtu, búsitandi í Havn, 64 ár. Regin Bjørgheim Joensen, Tvøroyri, 68 ár Tórshavn: Læknavaktin tlf. 310033 Eysturoy: Leygardagin 25. aug.: Pól Jóhs. í Horni, 44 40 38 Sunnudagin 26. aug.: Magnus á Stongum, tlf. 42 30 06 Norðoyggjar: Læknavaktin tlf. 458888 Vágar: tlf. 332413 Suðuroy (norður): tlf. 371560 Suðuroy (suður): tlf. 373030 Tannlæknavakt, Tórshavn Bráðfeingishjálp fæst leygardag, sunnudag og halgidagar kl. 13-14. Tlf. 314544. Læknavaktir EITT LJÓS Á GØTU MÍNI Guð náði meg syndara! Luk. 18, 9: »…nakrir, sum litu á seg sjálvar, at teir vóru rætt- vísir, og roknaðu hinar fyri einki.« Tað slagið av menniskjum er ikki óvanligt. Og tey eru ikki einsamøll um at halda, at tey eru tað rætta slagið av menniskj- um. Ofta finnst ein heilur bólkur ella ein flokkur, kannska ein tjóð ella eitt ættarslag, sum gevur teimum rætt. Tað er djev- ulsins avskeplan av nøkrum góðum, sum Guð hevði lagt nið- ur í mannanáttúruna: Rættarkensla, heiðursgirnd, skyldu- vitska, samfelagsábyrgd, vilji til at gera rætt. Hvat ið tey halda uppá er fyri ein stóran part rætt. Hvat ið tey døma eftir og halda seg frá, er ofta skaðiligt og skammiligt. Og tó verð- ur okkurt fullkomiliga skeivt við øllum. Henda sjálvrættvísin kann vera politiskt litað. Tey, sum hoyra til okkara flokk, okkara hugsjón, eru tey røttu. Hini eru sjálvsøkin, eirindaleys, valdsjúk, í frægasta føri blindaði. Ella sjálvrættvísin kann vera tjóðskaparlig. Hini hava ikki somu mentan, ikki sama virkishug, ikki sama sinni fyri skipan og skili, ikki somu rættvísu samfelagsskipan sum vit. Men Jesus sigur okkum í sunnudagstekstinum, at sjálvrætt- vísin kann vera gudrøkin. Og kann hon tá vera serstakliga ónd. Hon kann vera so inngrógvin, at vit ikki varnast hana, heldur ikki tá ið Jesus setir farisearan í halgidóminum fram fyri okkum. Vit eru so von við at seta fariseararnar hinumeg- in, millum skálkarnar og illmennini í lívinum. Og teirra mill- um eru vit sjálvi sjálvandi ikki. Hvussu skal ein gudrøkin fariseari síggja út í dagsins veru- leika? Hann skuldi gingið í kirkju ella á møti, verið høgt mettur, samvitskufullur og alment virdur. Hann skuldi hildið seg til lóg og rætt, goldið skatt sín og avgjøldini, virt ferðslu- reglarnar og røktað arbeiði sítt samvitskufullt. Hann skuldi verið av teirri sannføring, at hann var ein syndari sum fólk flest, men hann skuldi verið væl vitandi um, at hann ikki var ein sovorðin syndari sum øll hesi ábyrgdarleysu, óreinu og niðurundirkomnu fólk, sum tað finnast so nógv av nú á døg- um, og sum løgreglan sambært hansara óreingiligu hugsan átti at tikið sær meira harðliga av. Hann skuldi kannska eisini takka Guði fyri, at hann ikki var soleiðis, sum tey eru í teim- um harðrendu londunum. Myndin kann skifta. Best sæst hon í spegili. Tí øll hava vit eina gamla menniskju innan í okkum, sum altíð hevur hug til at halda seg vera toluliga rættvísa og hava góðan rætt til at vanvirða nøkur onnur. Tað er gagnligt at síggja ta myndina av okkum sjálvum. Hon kann hjálpa okkum til av hjarta at siga sum tollarin: Guð náði meg syndara! Niels Pauli Danielsen C M Y K 33 32