fríggjadagur 17. oktober 2008síða 6
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 200 • 17. oktober 2008
Vikuskifti
6
Dugnaskaparroynd eru tað so
nógvir føroyingar, ið hava. Men
fáir hava tikið hesa royndina
umborð á seglbáti.
Seinasta árið hava vit báðir,
Hans Korsgaard og undirritaði,
lagt til rættis eina longri kulinar
iska ferð gjøgnum kanalirnar í
Evropa. Ætlanin er at fráferðin
verður úr Danmark, og síðani
gjøgnum áir og kanalir í Týsk
landi, Hollandi, Belgia og
Fraklandi. Endastøðin verður
onkunstaðni á fronsku miðara
havsstrondini. Ein túrur, vit hava
sett millum tveir og tríggjar
mánaðir av til. Seinni er so
ætlanin at fara víðari, fyrst og
fremst í sjálvum Miðarahavinum.
Men áðrenn vit kunnu gera
ferðina, skulu vit hava dugna
skapsprógv og eitt sonevnt
kanal koyrikort. Og her er tað,
at 37 fót seglbáturin, Galathea,
kemur inn í myndina. Ikki við
kanalkoyrikortinum, men við
dugnaskaparroyndini.
Í okkara ídnu sigling á alneti
num, detta vit ein dagin á
heimasíðu hjá Nordsjællands
Sejlerskole. Hetta er skúli, sum
millum annað bjóðar út skeið í
dugnaskaparroynd. Skeiðið tekur
ikki fleiri mánaðir á kvøldskúla,
sum vit kenna tað hiðani úr
Føroyum, men eina viku. Meldar
tú teg til, býrt tú umborð á
Galatheu í eina viku.
Fýra skúlanæmingar
Tað er ongin stórur skúlaflokkur,
talan er um. Pláss er fyri fýra
næmingum umborð á Galatheu.
Haraftrat er so lærarin, Preben.
Hann er uppaldur í danska
herinum, men hevur so stóran
tokka til sjógvin og til sigling, at
hann fór úr herinum og stovnaði
Nordsjællands Sejlerskole.
Vit fýra, Hans Korsgaard,
Regin Joensen, Simme Jacob
sen og undirritaði vóru spentir
sum smádreingir henda
góðveðursdagin í Charlottenlund.
Vit hava verið ein túr á Bakkan
um, og standa nú í havnini í
Skovshoved í Charlottenlund.
Og har liggur hon, innbjóðandi
við bryggjuna, Galathea. Hesin
sjey ára gamli 37 fót seglbáturin
av slagnum Hansa. Ein framúr
havsiglari, verður sagt um hana.
Enn er skiparin og lærarin
ikki komin oman á “støðna”.
Vit skimast dúgliga og gita. Har
kemur ein stuttur maður við
stórum búki, vaggandi. Nei, vit
eru samdir um, at hatta líkist ikki
einum hermanni, so hatta mann
ikki vera Preben. Og tað var tað
heldur ikki. Men so kemur ein
høgur maður mest sum marsjer
andi oman eftir bryggjuni. Hann
er fattur, slakar tveir metrar
høgur og álvarsamur.
Hatta mann vera hann, letur í
einum. Og tað var tað.
Eftir at hava innrættað okkum,
Hans Korsgaard og Regin
Joensen og forkahúttuni, og
Simme Jacobsen og undirritaði í
afturkahúttini í bakborði (skipara
kahúttin er í stýriborði), greiðir
skiparin okkum frá, hvussu
næsta vikan er løgd til rættis.
Fyrrapart er bóklig frálæra
í millum øðrum navigering,
lanternum og víkiskyldum.
Seinnapart er frálæra í sigling
við seglbáti. Hetta er sunnu
kvøld, og ferðin byrjar morgunin
eftir.
Dugnaskaparroyndin
byrjar
Tað er mánamorgun, og fyrsti
tímin í bókligari frálæru er
byrjaður. Vit hava júst etið
morgunmat, nýbakað rundstykkir,
egg og annað gott. Veðrið er
vánaligt. Sólin fjalir seg handan
myrku skýggini, vindurin hvínir
millum óteljandi mastrarnar her
í bátahylinum í Skovshoved,
og “næmingarnir” umborð á
Galatheu eru so smátt farnir at
stúra. Eftir døgurða skulu vit út
at sigla.
Um fýratíðina hendan dagin
stevna vit út úr havnini í Skovs
hoved. Skiparin hevur lagt okkum
lag á, so tað er so skjótt, at
seglini eru sett. Tað eru einir 14
metrar um sekundið ímóti. Kósin
verður sett móti svensku oynni
Ven. Vit undrast. Ber tað veruliga
til at sigla við lutfalsliga nógvari
ferð ímóti? Bara við seglum?
Og jú, tað ber væl til. Ikki beint
ímóti, men næstan.
Tað er sjaskveður. Undirritaði
er farin í drakt, sum skal eitast
at vera vatntøtt. Men tá vit
nakrar tímar seinni stevna inn í
havnina við Kyrkbacken á Ven,
eri eg gjøgnumbloyttur. Onkur
hevur eitt vet av sjóverki, men
annars eru vit væl fyri. Hetta var
ein spennandi og ikki sørt hørð
byrjan.
Umleið 350 fólk búgva á
Ven og oyggin er partur av
Landskrona kommunu. Oyggin
liggur góðar sjey kilometrar frá
Danmark, og umleið 4 kilometrar
frá Svøríki. Her eru trý búpláss,
og havn er í øllum teirra. Hetta
er væl dámt útferðarmál, bæði
hjá svium og dønum.
Upprunaliga hoyrdi Ven til
Dugnaskaparroynd
við seglbáti
Møguleikarnir at ferðast og uppliva eru óteljandi. Eisini møguleikarnir at blanda ferðing og
uppliving við lærdóm av ymsum slag eru nógvir. Herfyri sigldu, búðu og lærdu vit,
fýra føroyingar, umborð á 37 fót seglbáti í Oyrasundi og Kattekat
Uppliving
Grækaris Djurhuus
Magnussen
Galathea við bryggju í Skovshoved
mynd: Grækaris