Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-17, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 17. oktober 2008síða 7

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 200 - 17. oktober 2008 Bankarnir misbrúka fíggjarkreppuna til at tátta rentuskrúvuna mótvegis privatum viðskiftafólki og fyritøkum Fíggjarkreppan Árni Joensen: arni@sosialurin.fo Í seinastuni hava peninga­ stovnarnir hækkað útláns­ rentuna, og í Danmark hava fleiri bankar longu boðað frá, at teir fara at hækka rentuna uppaftur meiri í næstu viku. Hækkingin hesaferð verður upp í 0,75 prosentstig, og tað er so nógv, at bankarnir kunnu ikki brúka fíggjarkreppuna sum grundgeving. Tað halda í hvussu er fleiri vinnufelagsskapir í Dan­ mark og danska Brúkara­ ráðið. ­ Hatta ljóðar ógvuliga dýrt. Tað tykist, sum at summir bankar gera dekan ov nógv av, og tað haldi eg vera sera óheppið, sigur Søren Nicolaisen, búskapar­ frøðingur hjá danska Hand­ verksráðnum, við kring­ varpið DR. Hansara felags­ skapur umboðar meiri enn 20.000 smáar og meðal­ stórar fyritøkur. Útrokningar hjá einum øðrum vinnufelagsskapi, Dansk Erhverv, vísa sam­ bært JyllandsPostinum, at rentuhækkingarnar fara at geva bankunum 1,6 milliard krónur í eykainntøku um mánaðin ella 19,2 milliardir krónur um árið. Tað er meiri enn helmingurin av tí, sum hjálparpakkin hjá stjórnini kostar peningastovnunum. ­ Tað tykist, sum at bank­ arnir eru ógvuliga skjótir at senda brúkarum og fyri­ tøkum rokningina, og at teir í veruleikanum gera sær dælt av støðuni. Eftir mín­ um tykki er tað í lagi, at bankarnir senda øðrum rokningina fyri fíggjar­ kreppuna, men tað eigur ikki at vera neyðugt at taka millum 30 og 40 milliardir krónur innaftur eftir bara tveimum árum, sigur Søren Nicolaisen. Gevur størri afturgongd Ein avleiðing av fíggjar­ kreppuni er, at rentumargin­ alurin ­ munurin millum innlánsrentuna og útláns­ rentuna ­ veksur, og Søren Nicolaisen sigur, at tað er óheppið í einari búskapar­ ligari krepputíð, at bank­ arnir tátta rentuskrúvuna. ­ Avleiðingin av hesum er, at tað verða gjørdar færri íløgur, soleiðis at búskapar­ vøksturin minkar uppaftur meiri, og tað er ikki serliga heppið ­ hvørki fyri fyri­ tøkurnar ella samfelags­ búskapin sum heild, sigur búskaparfrøðingur hjá Handverksráðnum við DR Noreg og Russland hava ásett størri kvotur eystanfyri næsta ár, og harafturat verður aftur læoyvt at fiska lodnu Fiskivinna Árni Joensen: arni@sosialurin.fo Semjan millum norðmenn og russar ber í sær, at næsta ár verður loyvt at fiska 525.000 tons av norsk­ arktiska toskinum, hýsu­ kvotan verður 194.000 tons, og fyri fyrstu ferð síðani 2003 sleppa skip aftur at fiska lodnu. Kvotan í 2009 er sett til 390.000 tons. Har­ afturímóti verður tað fram­ vegis ikki loyvt at fiska svartkalva. Nýggja ásetingin ber millum annað í sær, at norsk skip slepa at fiska meiri tosk og hýsu umframt lodnu, og sambært norskum fjølmiðlum er talan um eitt avreiðingarvirði millum eina og hálva aðru milliard krónur. Norski fiskimálaráðharr­ in, Helga Pedersen, sigur við fjølmiðlarnar, at kvotu­ hækkingin fer at geva størri virksemi og betri lønsemi í einari tíð, sum er merkt av óstøðugum fíggjarviður­ skiftum. Ráðharrin leggur afturat, at hetta er serliga týðandi fyri eina vinnu, sum dúvar upp á útflutning, og sum tí er ávirkað av búskapargongdini uttan­ lands eins væl og heima. ­ Eg haldi, at hetta er eitt týðandi tekin at senda fiskivinnuni, sum hevur stúrt fyri framtíðini, sigur Helga Pedersen. Stór hækking Norski fiskimálaráðharrin sigur, at kvoturnar fyri 2009 eru innan fyri tað, sum er lívfrøðiliga ráðiligt, men hon ásannar, at vøksturin í toskakvotuni er oman fyri tað, sum hevur verið vanligt frammanundan. Næsta ár veksur toskakvotan umleið 20 prosent, meðan tað van­ liga hámarkið frá einum ári til tað næsta hevur verið 10 prosent fyri. Orsøkin til frábrigdið hesaferð er, at altjóða hav­ granskingarráðið ICES hev­ ur mett, at tann norsk­ arktiski toskastovnurin er munandi betur fyri, enn ráðið hevur hildið tey seinastu árini, skrivar VG. Kortini eru norðmenn og russar á einum máli um, at næstu ferð verður tað gamla hámarkið á 10 prosent sett aftur í gildi. Ímóti at veiða lodnu Norsku fiskakeypararnir halda lítið um avgerðina hjá teimum politisku myn­ dugleikunum at taka lodnu­ veiðina uppaftur. Fiskekjø­ pernes Forening sigur, at tað fer at skaða toskastovnin, um skip sleppa at veiða so nógv sum 390.000 tons av lodnu næsta ár, tí lodnan er ein so týðandi partur av føðini hjá toskinum. Felagið sigur, at tað ber ikki til at umsita hvønn stovnin sær, men at tað er neyðugt at umsita stovn­ arnar sum eina lívfrøðiliga og vistfrøðiliga eind. ­Tað rætta er at varðveita lodnustovnin sum føðikeldu hjá øðrum fiskasløgum so sum toski, sigur felagið hjá norsku fiskakeyparunum í skrivi til myndugleikarnar. Í øðrum lagi mælir fel­ agið myndugleikunum til at áseta eina lodnukvotu mill­ um 50.000 og 100.000 tons, og at lodnan skal brúkast til matna. Felagið sigur, at á tann hátt kann lodnan vera við til at tryggja virksemi í teimum lokalu samfeløgun­ um í Norðurnoregi. Bankarnir gera sær dælt av kreppuni Størri kvotur eystanfyri Donsku vinnufeløgini halda, at bankarnir misbrúka fíggjarkreppuna til at krevja óneyðuga høga útlánsrentu (Mynd: Danmarks Nationalbank) Helga Pedersen er norskur fiskimálaráðharri (Mynd: Ap) OPEC framskundar kreppufund OPEC­londini fara at tosa um, hvussu fíggjarkreppan ávirkar oljuprísin. OPEC­londini boðaðu herfyri frá, at tey fóru at halda fund um fíggjarkreppuna miðskeiðis í november, men nú er fundurin framskundaður og verður tann 24. oktober. Í einum tíðindaskrivi sigur OPEC, at felagsskapurin stúrir fyri avleiðingunum av búskaparkreppuni, og hvussu kreppan ávirkar prísin á ráolju. Kreppufundurin hjá OPEC verður í Wien. Fagraberg, Høgaberg og Saksaberg landa í Noreg Føroysku sildaskipini fáa fitt av sild. Fagraberg boðaði frá landing kl. 6 í morgun, teir hava 700 tons av sild, sum verður landað í Måløy. Høgaberg boðaði frá landing um 9 tíðina í morgun, teir hava 550 tons, sum eisini verður landað í Måløy. Seinni í dag boðaði Saksaberg eisini frá landing í Norra, teir hava 400 tons, sum verður landað í Moltu. Tað kemur nógv sild upp á land í Norra, bara í dag hava 30 sildaskip boðað frá landing.