Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-20, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. oktober 2008síða 6

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 201 - 20. oktober 2008 Bílagdir málningar geva ofta íblástur til at leita nýggjar ókendar leiðir, heldur listamálarin Pól Skarðenni, sum í løtuni sýnir fram 40 nýggjar málingar í Smiðjuni í Lítluvík Myndlist Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eitt hvítt hús í Árnafirði, eitt reytt neyst í Miðvági, ein ávís gøta við Gjógv. Nógvir av málingunum hjá Pól Skarðenni eru ikki bara bundnir at eini ávísari føroyskari bygd. Oftast tyk­ ist myndin eisini at savna ein heilt serligan týdning kring eitt ávíst stað í bygdini. Ella rættari, tann, ið hevur bílagt málningin knýtir nakrar serligar kenslur at staðnum. Hugskotið til nógvar av land­ slagsmyndunum hjá Pól Skarðenni koma nevniliga frá fólki, ið fegin vilja eiga ein málning av síni heimbygd, barndómsheimi ella einum ávísum útsýni, teimum dámar serliga væl. Endurnýggjar seg Hóast hesar myndirnar sostatt skulu uppfylla eitt ávíst ynski, kennir Pól Skarð­ enni seg ikki listarliga bundnan ella avmarkaðum av teimum. Heldur tvørtur­ ímóti. ­ Umbindu málningarnir leiða meg oftast fram á støð og myndevni, sum eg neyvan var komin í tankar um sjálvur. Ofta leiti eg aftur til hesi støðini seinni, tí tey hava givið mær nýggj hugskot og nýggjan íbástur til aðrar myndir, sigur Pól Skarðenni. ­ Sum listamálarari ert tú ofta í vanda fyri at tøva í tí sama. So umbidnu málingar­ nir eru ein fínur máti at endur­ nýggja seg sjálvan, leggur hann afturat. At ein mynd dregur eina aðra við sær, er annars nak­ að, sum altíð hevur merkt arbeiðslagið hjá Pól Skarð­ enni. ­ Bestu hugskotini fái eg, meðan eg máli. Tá kemur altíð okkurt fram, sum eg havi hug at kanna nærri, og tað verður so ofta myndevni í næstu mynd, sigur virkni málarin. Málningar við smákyktum Pól Skarðenni hevur annars ein heldur øðrvísi málihátt. Hann málar nevniliga tær flestu av sínum myndum út í náttúruni, næstan uttan mun til, hvussu veðrið er. ­ Eg føli tað, sum at eg komi tættast at mínum myndevni, um eri úti og so at siga standi mitt í tí. Oftast royni eg at at halda fast við tað, eg byrjaði við, men um veðrið knappliga broytist, hendir tað seg meir enn so, at eg eisini broyti myndina. At mýggjabitar og onnur kykt so eisini onkuntíð hanga føst í málingini, taki eg við. Tað hoyrir onkurs­ vegna til eina mynd, sum er málað úti, haldi eg, smílist listamaðurin. Nú Pól Skarðenni hevur framsýning í Smiðjuni í Lítluvík, gleðir hann seg at hitta tey vitjandi. Hetta eru nevniliga ofta fólk, sum eiga onkra av hansara mynd­ um, og fegin vilja hava eitt prát við listamannin. ­ Nógvir av mínum máln­ ingum verða brúktir sum gávur, so eg kenni sjáldan tey, sum eiga teir. Tí er tað óføra stuttligt at hitta tey, og hoyra, hvat tey halda um málningin, tey hava fingið. Ofta hava tey gjørt sær heilt aðrar tankar um myndina, enn eg sjálvur, og tað er altíð spennandi at hoyra um, sigur Pól Skarðenni. Tvær føroyskar myndabøkur, sum Forlagið TORGARD gav út í danskari týð­ ing herfyri, fáa nú framúr góð ummæli á danskari internetsíðu Bøkur Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo "Eminent, perle, genialt" eru bara nøkur av rósandi orðun­ um, danskir ummælarar hava at bera føroysku mynda­ bókunum Ein hundur, ein ketta og ein mús eftir Bárð Oskarsson og Skrímslasótt eftir Rakel Helmsdal og onnur, sum føroyska forlagið í Dan­ mark, forlagið TORGARD herfyri gav út á donskum. Ummælini eru at síggja á donsku internetsíðuni for­ tællingen.dk, ið serliga ummælir barna­ og ungdóms­ bøkur. Síðan hevur verið á netinum síðani 2004. Tey flestu, ið skriva ummæli fyri síðuna, eru bókavørðar. Framúrskarandi Bárður Um bókina hjá Bárði Oskarsson, En hund, en kat og en mus, skrivar ummælarin, Janus Andersen, m.a.: "(...) Oskarsson gør det helt eminent. Med sine lette, skødesløse streger fortæller han en historie, der virker så enkel, men samtidig rammer så dybt" Víðari sigur ummælarin, at tað er ikki uttan orsøk, at bókin er virðislønt. Hon er eitt av teimum verkum, sum hitar hjartað og fær smílið fram uttan mun til aldur á lesaranum. Les hana og njót tekningarnar ­ eisini um tú kanska ikki júst hevur eitt barn at lesa hart saman við, skrivar Jansu Andersen. Eisini frá Dansk BiblioteksCenter (DBC) fær bókin góð viðmæli: ­ Ein frálík lítil søga, har moralurin fyri einaferð skyld ikki er, at øll verða góðir vinir til síðst. Her er eydnuríki endin hinvegin, at øll verða seg sjálvi aftur og hugna sær við tí, skrivar lektørurin Pia Boisen Michelsen í sonevndum 'lektør­ udtalelse' frá DBC til donsku bókasøvnini. Lítil perla Um "Monsterpest", sum er triðja bókin á donskum í røðini hjá Rakel Helmsdal, Kalle Güettler og Áslaug Jónsdóttir um lítla skrímsl og Stóra Skrímsl, skrivar ummælarin, Eileen Johnsen, stutt og greitt, at bókin er ein lítli perla av eini mynda/upplestarbók. Hon leggur afturat, at í bókin er bæði álvarsemi og látur og eitt gjøgnumhugsað tema, sum foreldur og børn kunnu fáa eina góða samrøðu um Serstakliga um myndirnar skrivar ummælarin: "Både tegninger og tekst er med til at understrege de forskellige sindsstemninger. Et dobbelt opslag i bogen illustrerer lille monster i for­ skellige stadier af frustration over den utidige Store Monst­ er, genialt tænkt! Det vil gå klart ind hos børn, der får bogen læst op." Forlagið Forlagið TORGARD hevur verið virkið síðani mai mánaða í ár. Tað er Hugin Eide, bókavørður, ið rekur forlagið. Higartil hevur forlagið givið út 3 myndabøkur. Í november mánaða koma 4 tær næstu bøkurnar: skaldsøgurnar Glansbilled­ samlerne eftir Jóanes Nielsen og Dalen (før. Dalurin fagri) eftir Gunnar Hoydal, yrkingasavnið September i birke som måske er blå eftir Carl Jóhan Jensen og myndabókin Kødbenet eftir Bárð Oskarsson. Pól Skarðenni við einum av sínum málningum úr Gjógv, sum er at síggja í Smijuni í Lítluvík Mynd: Álvur Haraldsen Føroyskar myndabøkur framúr góð ummæli Bíleggingar geva listar­ ligan íblástur Sjálvs­ stýrið vil í býráðið Við einum ella tveimum umboðum væntar Sjálvsstýrisflokkurin at gerast tungan á vágskálini í Tórshavnar kommunu. Sjálvstýrisflokkurin ætlar sær at vinna sæti aftur í Tórshavnar Býráð. Flokkurin stillar fýra valevni upp til kommunuvalið. Tey eru: Anna Louisa Joensen, Heðin D. Poulsen, Michael H. Feldballe Hansen og Sigrún Mohr. Flokkurin sigur, at hann hevur valt at stilla fá valevni upp, so at tey øll koma í býráðið antin sum valdir býráðslimir ella sum varaumboð. Sjálvstýrisflokkurin hevur til býráðsvalið samtykt valskrá, ið verður kunngjørd í næstum. Flokkurin leggur dent á útbúgving, umhvørvi, umsorgan, umskipan og vinnu, verður sagt. Sjálvstýrisflokkurin fekk á løgtingsvalinum næstan 1.000 atkvøður í Tórshavnar kommunu – og við stórari framgongd í limaskaranum væntar flokkurin av álvara at gera seg galdandi á býráðsvalinum, stendur í tíðindaskrivi frá flokkinum.