Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-20, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. oktober 2008síða 7

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 201 - 20. oktober 2008 Fimmti hvør føroy­ ingur dugir ikki nóg væl at lesa og/ella skriva. Fríggjadagin verður almenn ráð­ stevna um evnið í Gjáargarði við Gjógv Undirvísing Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Í dagsins samfelag er tað ein stórur trupulleiki ikki at duga at lesa og/ella at skriva. Hetta roynir Felagið fyri lesi- og skriviveik at bøta um á ymsan hátt. Allan fríggjadagin skipar felagið fyri almennari ráðstevnu um evnið í Gjáargarði við Gjógv. Forkvinna í felagnum er Anna Karin Kjeld. Hon var eisini millum stigtakararnar til felagið fyri góðum sjey árum síðani, tí hon átti ein son, sum var lesi- og skrivi- veikur. - Vit vóru ein bólkur av foreldrum, sum stovnaðu fe- lagið, tí vit fingu ikki ta hjálp, sum vit kundu hugsað okkum, sigur Anna Karin Kjeld við Sosialin. Í dag eru omanfyri hundrað limir í felagnum, um- framt at lærarar, ser- lærwarar, serfrøðingar og sálarfrøðingar eisini eru knýttir at felagnum. Fjølbroytt skrá Á ráðstevnuni, sum verður í Gjáargarði fríggjadagin millum kl. 9 og 17, verður mangt áhugavert á skránni. Eitt nú greiðir Doris Han- sen frá, hvussu foreldur kunnu stimbra børnunum málsliga, og formað- urin í danska orðblinda- felagnum forklárar um undirvísing av vaksnum orðblindum. Karolina Matras, serlærari, fortelur um lesileiðaraútbúgvingina á læraraskúlanum, og greitt verður frá um undirvísingina í ALV-skúlanum við Áir. Síðani fer Magnus Tausen at hugleiða um, hvussu tað er at hava lesi- og skrivi- veikar næmingar í flokk- inum, og ráðstevnulut- takararnir sleppa eis- ini at royna teldu- ryggsekkin. Ráð- stevnan endar við kjaki. Sum sagt er ráðstevnan almenn, og tekning fer fram til og við hósdagin á tele- fon 317373 ella hjá diana@mbf.fo. Luttøku- gjaldið á 100 krónur verður goldið við dyrn- ar. Teldan hent amboð Felagið fyri Lesi- og skriviveik sær tað sum sína fremstu uppgávu at kunna um lesi- og skrivitrupulleikar hjá fólki. Men felagið ger eisini eitt stórt ítøkiligt arbeiði. Eitt nú í sam- starvi við eina danska fyritøku, sum framleið- ir sonevndar teldu-rygg- sekkir við forritum, sum stuðla uppundir lesing og skriving. Telduryggsekkur verður latin føroyskum brúkarum gjøgnum Hjálpitólarmið- støðina, eftir at serfrøðingar hjá felagnum hava kannað, um viðkomandi kann fáa gagn av honum. Felagið hevur ongan fíggjarligan vinning av at vera bindilið millum donsku teldufyritøk- una og brúkaran. Men tað er kostnaðarmikið at skipa fyri undirvísing í teldu- nýtslu. Fyri peningagávu úr Eik-gávugrunninum hevur felagið keypt teldur, og fyri fyrstu ferð hevur felagið í ár fingið 300.000 krónur játtaðar á fíggjarlógini til læraralønir. Undirvísing er í MBF húsinum tvær ferðir um vikuna: mánadag fyri yngri børnum og mikudag fyri eldri. Her hava eini 50 næm- ingar seinastu tvey árini lært at brúka telduryggsekk- in við føroyskum forriti eftir Halgerð Arge Hansen. Øll kunnu læra at lesa og skriva Fólkaskúlaráðið aftur til verka Fólkaskúlaráðið, sum leingið hevur verið óvirkið, verður nú endurreist. Hetta hendir eftir at løgtingið í fjør álegði landsstýrinum at endurreisa fólkaskúlaráðið. Fólkaskúlaráðið virkar sum ráðgevi hjá landsstýrinum í øllum málum um fólkaskúlan. Tað er landsstýrisfólkið í undirvísingarmálum sum velur umboðini í fólkaskúlaráðnum fyri fýra ár í senn. Enn ein koppseting til føroysk pinkubørn Nú kemur enn ein koppseting inn í almennu barnakoppingarskránna. Øll pinkubørn, fødd eftir 30. juni 2008, fáa nú ókeypis koppseting móti pneumokok sjúku, sum kann hava við sær eina røð av infektiónum, so sum millumoyrnabruna, hjáholubruna, lungnabruna ella í ringasta føri meningitis. Pneumokokksjúku kann geva varandi mein ella deyða. Kommunulæknin koppsetir børnini tríggjar ferðir, tá tey eru 3, 5 og 12 mánaðir gomul, sigur Heilsumálaráðið.