mánadagur 20. oktober 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 201 - 20. oktober 2008
Nú fer Musikkskúlin
undir enn eina roynd,
at betra um umstøð
urnar. Í fleiri ár hava
starvsfólk og onnur
verið noydd, at virka
undir vánaligum
umstøðum. Nýggjasta
uppskotið er, at gera
Musikkskúlan til ein
part av skúladeplinum
í Marknagili
SkúlaviðurSkifti
Bergur Johannesen
bergur@sosialurin.fo
myndir: Álvur Haraldsen
Í verandi løtu húsast Tórs
havnar Musikkskúli í hølun
um í Skansastovu og á Frúu
trøð. Á skúlanum ganga
613 næmingar og 41 lærarar
starvast, í teimum í alt 16
undirvísingarhølunum.
Inni í Skansastovu, sum
býráðið eigur, var kalt hendan
morgunin, tá boðið var til
tíðindafund. Umvælingar av
bygninginum eru í verk og
nógv tilfar og órudd var
rundan um bygningin og
inni. Í fundarhølinum, ið van
liga er kaffistova, vóru vind
eyguni dekkað til við plast
ikki og træplátum. Telduút
gerðin stóð mitt í rúminum,
undir einum plastdúki.
Hóast nógv er gjørt sein
astu árini, fyri at betra um
umstøðurnar, sæst einki
úrslit.
Samstarvspartarnir
hava verið jaligir, men kort
ini eru ætlanirnar altíð faln
ar niðurfyri í seinastu løtu.
Á hesum sinni ætla lærarar
at varpa ljós á umstøðurnar,
við vón um okkurt lyfti frá
býráðsvalevnunum.
Úti av lagi
Bygningarnir, ið í verandi
løtu standa í nýtslu, vóru
ikki bygdir til tónleikaundir
vísing, hetta ger umstøður
nar ótolandi fyri bæði næm
ingar og lærarar. Rútmisk
ljóðføri, so sum trummur
venja í hølum uttan ljóðisol
ering, so venjingin hoyrist
um alt húsið. – Hetta ger
tað ótolandi at arbeiða her,
greiddi ein av lærarunum
frá. Í einum tónleikaskúla
er sera umráðandi at hava
góðar, egnaðar umstøður,
fyri at tað skal lata seg gera
at undirvísa.
Somuleiðis stendur úti av
lagi illa til við neyðútgongd
um og slíkum. Eingin veru
lig er, til dømis á loftinum í
Skansastovu, og í kjallaran
um stendur næstan eins illa
til. Umframt tað, so er
Skansastova bygd úr serstak
liga eldfimum tilfari. Hetta
hevði als ikki verið góðtikið
nakra aðra staðni. Bæði
Arbeiðseftirlitið og Bruna
umsjónin hava vitjað hølini,
men einki er hent, segði
Sunnleif Rasmussen frá.
Næmingarnir líða
Afturat lívshættisligum høl
um og bygningum, eru við
urskiftini hjá næmingunum
úti av lagi vánalig. Næstan
2.400 næmingar standa í løt
uni á bíðilista, og bíðitíðin
er í miðal umleið fimm til
seks ár. Longsta bíðitíðin er
til gittara og klaverundir
vísing, har tað meir enn so
hendir seg at fólk verða
meldað til sum heilt lítil,
men sleppa ikki framat, fyrr
enn tey nærkast teimum 20.
Hetta er sera harmiligt,
søgdu lærararnir frá, ser
stakliga tí, at børn og ung
læra skjótari og betri enn
vaksin fólk. Tó hendir tað
seg, at nýggir ungir næm
ingar sleppa framat. Næm
ingar, ið ganga í barna
skúlanum verða tiknir inn
til venjing, men bara í eitt
stutt tíðarskeið. Eftir hesa
royndartíð sleppur onkur
einstakur at halda áfram.
Talið av slíkum næmingum
hevur tó seinastu árini ikki
talt fleiri enn tíggju.
Halda áfram
Hóast nógv uppskot hava
verið vrakað, verður hildið
áfram at royna at betra um
viðurskiftini. – Býráðið hev
ur altíð verið samstarvsvilj
að, men ongantíð er nakað
ført út í verk, segði Sunnleif
Rasmussen, nú verður bý
ráðsval og vit vóna, at onkur
fer at lova okkum okkurt.
Tað er sum um, at Musikk
skúlin ongan góðan hevur í
býráðnum. Afturat legði
hann, at politikarar undir
meta undirtøkuna fyri tón
leiki. Nógv er raðfest fram
um Musikkskúlan, ið í so
mong ár hevur liðið undir
hesum umstøðum.
Tørvurin
Nógvir evnaríkir føroyingar
hava verið úti í heimi og
umboða Føroyar, men hesir
vera hildnir aftur orsakað
av umstøðunum. Miðnáms
næmingarnir, ið fyrireika
seg til hægri tónleikaútbúgv
ingar hava eingi høli, og
tørvurin at venja er stórur,
men eingi høli er løgd av til
hesar næmingar.
Uppskot hava verið um at
leggja
Musikkskúlan
á
Skálatrøð,
Lützens
trøð,
Frúutrøð og á Løgmanna
breyt, men einki hevur borið
til enn. Nógva staðni er tørv
urin á parkeringsplássum so
ovurhondsstórur, at ikki ber
til at byggja. Grundstykkið
á Løgmannabreyt var ov
smælt, tí nógv rúm krevst til
ein so stóran skúla.
Nú liggur í ætlan at
byggja Musikkskúlan uppí
miðnámsskúladepilin, men
einki lyfti er enn komið um
hetta. Landstýriskvinnan í
mentamálum, Helena Dam
á Neystabø, hevur enn ikki
vent sær til leiðsluna í
Musikkskúlanum ella Mus
ikklærarafelagið hesum við
víkjandi.
Skúlin hevur verið á fíggj
arætlanum seinastu árini,
og hildið var at tvær ferðir
eru 500.000 kr settar av til
projektering. Kortini hava
limirnir í Musikklærarafel
agnum goldið skitsurnar, ið
eru gjørdar. Fyribils loysnir
hava eisini verið uppi og
vent, men hetta ber ikki til
at góðtaka. Serstakliga ikki,
tá núverandi høli eisini eru
fyribils.
Musikkskúlin ger enn eina roynd
Færri vanlukkur á sjónum
Hjá teimum størru fiskibátunum og handilsflotanum í Norra
henda nógv minni vanlukkur enn hjá útróðrarflotanum, og hettar
skal gerast nakað við nú, skrivar heimasíðan bkv.fo. Ein
sjómaður, ið siglir í handilsflotanum hevur 60 tímar upplæring
meðan ein umborð á størri fiskibátum hevur 40 tímar upplæring.
Tað henda meiri vanlukkur við á teimum minni bátunum, og
trygd kostar jú nógvar pengar. Sjøfartsdirektoratet fer at stramma
reglirnar hvat viðvíkur trygd á hesum førum.
Vetrarskúlarnir byrja
aftur í Klaksvík
Hesa vikuna byrja kvøldskúlin, handarbeiðsskúlin og
frítíðarundirvísingin aftur í Klaksvík. Allastaðni eru
tilboð í ymiskum greinum og til ymisk áhugamál m.a.
innan handverk, handarbeiði, list, ítrótt, tónleik, teldur,
mál og mangt annað. Serlig skeið eru eisin fyri
menningartarnað.
Peder Riis Jensen, ið hevur verið lærari á Musikk
skúlanum í 10 ár, legði fram hesar ítøkiligu tørvir:
˚ Eingi rúm eru ljóðtøtt
˚ Eingi felags arbeiðsrúm til lærarar
˚ Einki goymslurúm til virðismikil ljóðføri
˚ Einki bíðirúm til næmingar og foreldur
˚ Einki nóta ella bókasavn er á skúlanum
˚ Eingi nóg stór rúm til orkestur ella konsertir
˚ Ov lítil køkur til 41 lærarar
˚ Einki rúm til miðnámsnæmingarnar
˚ Tørvur á parkering
˚ Tørvur á brandvegum
˚ Skansastova í ringum standi
Ítøkiligar ætlanir og ynski eru løgd fram seinastu árini,
Sunnleif Rasmussen hevði eitt uppskot á lofti
Ónøgd starvsfólk í Musikk
skúlanum løgdu fram trupul
leikar og vónir