mánadagur 20. oktober 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 201 - 20. oktober 2008
9. novembur kemur
triði filmurin í røðini
High School Musical
í kykmyndahølini í
Svøríki. Brandur Enni
syngur sangin »just
här, just nu« í hesum
filminum. Talan er
um týdningarmesta
sangin í filminum
Sangfilmur
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Brandur Enni hevur búð í
Svøríki í eina tíð nú, og
hevur fyri tað mesta skrivað
sangir. Men fyri tíð síðani
fekk Brandur avtalu við
Disney, um at hann skuldi
vera við til at syngja tema
sangin í nýggjast filminum
í High School Musical
røðini. Brandur skal syngja
saman við 16 ára gomlu
Molly Sandén.
Hon var góð at arbeiða
saman við. Hon hevur eina
feita rødd og er bara 16 ár,
sigur Brandur Enni.
Í hesum triðja filminum
er bert ein sangur, ið verður
umsettur til danskt og
svenskt, og tí er tað serliga
serligt, at brandur sleppur
framat.
Disney eru tungir
Hóast Brandur er sera fegin
um møguleikan at syngja fyri
Disney, er hann eitt sindur
vónbrotin av samstarvinum.
Disney er eitt stívt
system. Fyrst skuldi røddin
góðtakast í Keypmannahavn
og síðani í Los Angeles.
Tað vísir seg, at mann skal
syngja á ein ávísan hátt, og
tað ber ikki til at flyta tónan,
so hann passar best til
sangaran. Eg helt sjálvur, at
sangurin var nakað høgur
til mína rødd, men eg mátti
bara syngja hann soleiðis.
Tað er eitt sindur løgi, at
Disney ger soleiðis, men
tað er eitt prinsipp hjá
teimum haldi eg, greiðir
Brandur frá.
Fegin um møguleikan
Hinvegin dylur hann ikki
fyri, at hann er sera fegin,
um at sleppa at syngja í
einum Disney sangi.
Tað er ikki ein og hvør,
ið sleppur at syngja fyri
Disney, og eg haldi tað vera
so stuttligt, at tey valdu
meg. Eg veit ikki í hvønn
mun hetta fer at hjálpa
mínari karrieru, men tað er
heilt víst ikki ein vansi at
hava sungið fyri Disney,
fortelur Brandur.
Plátufelagið
skaffaði kjansin
Brandur Enni hevur sátt
mála við Lionheart, ið er
dótturfelag hjá Universal
Records, og tað var hetta
felagið, ið gav Brandi
møguleikan.
Svenska fyritøkan, ið
stendur fyri allari dubbing
av filmun var á fundi við
plátufelagið
hjá
mær.
Plátufelagið spældi nakrar
sangir hjá mær fyri teimum,
og síðani varð eg valdur,
sigur Brandur Enni.
Í samband við frumsýn
ingina 9. novembur skulu
Brandur og Molly syngja
nakrar konsertir í Svøríki,
samstundis sum sangurin
verður vístur á Norður
lendsku Disney Channel frá
fríggjadegnum.
Brandur syngur High School Musical
Disney filmarnir High School Musical hava klára seg heilt
væl kring knøttin. Fyrsti filmurin kom út í 2006, og síðani
eru tveir aðrir gjørdir. Fjórði filmurin sigst eisini vera
ávegis.
Filmarnir ganga fyri seg á einum skúla. Skúlin skipar fyri
einum sangleiki, og síðani kappast fólk um ymisku leik-
lutirnar í hesum.
Filmarnir eru sum heild um at vera ungur. Evni sum
happing, bólkatrýst og so framvegis verða tikin upp, og
sangur fyllir heilt nógv í filmunum.
Filmarnir hava selt serstakliga væl, og fløgan við sangu-
num úr filmunum var mest selda fløga í USA í 2006.
Í svensku útgávuni av filminum skal Brandur Enni syngja
sangin, »just här, just nu«. Hann skal syngja saman við
Molly Sandén, ið eisini sang á svensku útgávuni av sein-
asta filminum.
Í donsku útgávuni av filminum syngja Simon Matthew, ið
vann Dansk Melodi Grand Prix í ár. Saman við honum syn-
gur Rebecca Matthew, ið er systir Simon. Hana kenna vit
helst best úr bólkinum Creamy, ið Rebecca var helvtin av.
HIGH SCHOOL MUSICAL
High School Musical er ein av teimum filmunum, ið hevur
klára seg allarbest í Heiminum seinastu árini
Brandur Enni syngur saman
við Molly Sandén sangin,
»just här, just nu«, í svensku
útgávuni av High School
Musical Senior Year
ES bannar sølu av vanligum ljósperum
Á fundi í Luxembourg tann 10. oktober samdust orkumálaráðharrarnir í ES um, at frá
2010 verður ikki longur loyvt at selja vanligu ljósperurnar. Roknað verður við, at van
ligu ljósperurnar brúka upp til fimm ferðir so nógva orku sum tær nýggju orkusparandi
perurnar. NGOfelagsskapir vænta, at skiftið til nýggju perurnar kann minka orkunýtsl
una, ið ESlondini brúka til ljós, við 60% um árið, og at árliga sparingin í CO2 verður
30 milliónir tons.
Fløgan hjá Brandi er á veg
Brandur Enni hevur búð í Svøríki seinastu árini, og nú er nýggj fløga á veg.
Seinastu tíðina havi eg mest skrivað sangir, men nú havi eg endaliga valt teir
tíggju sangirnar, ið skulu vera á fløguni, sigur Brandur Enni. Eftir ætlan skal
nýggja fløgan hjá Brandi koma út tíðliga í næsta ár, og Brandur gleðir seg sera
nógv at kunna gera arbeiðið liðugt. Í arbeiðinum hevur Brandur arbeitt saman
við nógvum fólkum, harímillum Tim Christensen, og tað er eitt samstarv hann
hevur verið glaður fyri. Til fløguna hevði ungi sangskrivarin og sangarin 84
sangir, men slapp bert at koyra tíggju av teimum á fløguna.