Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-20, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. oktober 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 201 - 20. oktober 2008 tíðindi FÍGGJARKREPPA Orð & myndir Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Gunnar Justinussen er ein av fleiri føroyskum vinnulívsmonnum í Íslandi, og hann er ikki í iva um, at kreppan fer at raka Ísland hart. Men hann fílist samstundis at teimum røddum, sum ávara um føroyska búskapin. – Í Føroyum er eingin kreppa, sigur hann Reykjavík: Tað eru nú eini sjey ár síðani Gunnar Justin­ ussen byrjaði sítt virksemi í Íslandi. Hann selur dekk og felgur, og hevur trý dekk­ verkstøð í Íslandi, tvey í Hafnafirði og eitt í Reykja­ vík. Men hóast brúksvørður oftast verða raktar fyrst í einari kreppu, hevur Gunnar Justinussen ikki merkt kreppuna so harða higartil. ­ Vit merkja tað ikki so nógv á nýtslumynstrinum higartil, sum eg hevði rokn­ að við, men vit merkja kort­ ini, at fólk hugsa meiri um prís. Á nýtslumynstrinum merkja vit ikki tann stóra munin enn, men hann fer at koma, sigur Gunnar Justin­ ussen. Eitt tiltak, sum íslendski tjóðbankin hevur sett í verk, er at skerja kredittin á lønar­ kontounum niður í eina helvt, og tað fer væl at merkjast hjá vanliga løn­ móttakaranum. ­ Vanliga verður sagt, at ein íslendskur lønmóttakari hevur eitt yvirtrekk á lønar­ kontoini upp á tríggjar mánaðarlønir. Í næstsíðstu viku hálveraði tjóðbankin hesa heimildina úr 700.000 niður í 350.000 íslendeskar krónur, og tað merkir, at peningurin, sum fólk hevur um hendi, minkar munandi. Og tað merkist sjálvandi, men vit eru kortini í tí hepnu støðu, at okkara vøra ikki beinleiðis kann roknast sum luksusvøra, sigur Gunn­ ar Justinussen. Hann sigur, at bilar eru nakað, sum fólk mugu hava, og harvið esini dekk. ­ So okkara fyritøka er ikki hin fyrsta, sum kemur at standa fyri skotum, sigur Gunnar Justinussen. Álitið fokið Ein annar trupulleiki, sum hevur stungið seg upp, er álitið hjá útlendskum veitar­ um á íslendska vinnulívið. Tað ber í løtuni ikki til at flyta pengar inn ella út úr Íslandi, og tí eru veitarar trekir at levera. ­ Vit mugu tíverri ásanna, at tað álit, sum vit hava nýtt nógv ár um at uppbyggja, tað er burtur. Tað hvarv í síðstu viku. Tað er minkað spakuliga seinastu tíðina, men í síðstu viku var tað fokið. Og tað merkir, at eg – eins og allir aðrir inn­ flytarar – ongan kreditt fáa, men skulu gjalda kontant í útlendskum valuta, ikki í íslendskum krónum, sigur Gunnar Justinussen. Hetta ger sjálvandi støð­ una rættiliga trupla, tí út­ lendskur valuta finst ikki í Íslandi. Útlendskur valuta kann ikki flytast út ella inn í landið, so støðan er rætti­ liga kritisk. ­ Sum støðan er nú, fáa vit als ikki keypt vørur. Tíbetur hava vit bygt okkum eina rættiliga stóra goymslu upp, so vit klára hendan vet­ urin, ella ein stóran part av honum, og so mugu vit bara taka støðuna upp til viðgerð­ ar, tá goymslan fer at tøm­ ast, sigur Gunnar Justinus­ sen. Hann sigur, at tá tú missir kreditorfígging, samstundis sum tú hevur nakrar bankar, sum ikki eru so fúsir at fíggja, so fær tú trupulleikar. Og her er talan um eina kreppu, sum er verulig. ­ Ja, hon er ógvuliga veru­ lig. Nú havi eg verið nógv í Íslandi seinastu sjey árini, og hetta er mítt annað heim. Eg havi líka nógvar vinir í Íslandi, sum eg havi í Før­ oyum, og eg kenni nógv fólk her. Kreppan er verulig, her er ikki bara talan um forsíðustoff, sigur Gunnar Justinussen. Kreppa í Íslandi ikki í Føroyum ­ Men eg má hámeta hesi fólkini, hvussu positiv tey eru, hvussu tey halda á við at siga, at hetta skulu tey nokk klára. Og tað ivist eg ikki í, at tey fara at gera. Men hetta er kreppa, tað má mann siga, sigur Gunnar Justinussen. Hann heldur, at tað er púsa burturvið, tá tosað verður um kreppu í Føroy­ um. ­ Eg haldi, at føroyingar skulu lata vera við at tosa um kreppu. Føroyingar hava lítla og onga skuld. Vit hava ein oljuprís, sum er raplaður úr 148 dollarum fatið niður á 67 dollarar. Fiskivinnan byrjar at vinna pening aftur, orsakað av hesum. Vit hava eina ali­ vinnu, sum boomar í útflutn­ ingsvirði, so eg haldi, at føroyingar skulu gevast at nýta orðið kreppa, sigur Gunnar Justinussen. Og hann leggur aftrat, at vilja føroyingar síggja kreppu, so skulu teir koma til Íslands. Tað, sum hendir í Íslandi nú, er at samanbera við tað, sum hendi í Føroy­ um fyrst í nítíárunum. ­ Hendan kreppan er rætti­ liga djúp, og nógv djúpri, enn fólk vilja vísa. Íslend­ ingar eru eitt rættiliga stolt fólkaslag, og vilja ikki vísa, hvussu álvarsom støðan er, men teir hava fingið eitt rættiligt skot fyri bógvin, sigur Gunnar Justinussen. Kreppan er ógvuliga djúp, men hon er ikki komin Gevist at tosa um kreppu í Føroyum Havnarmaðurin, Gunnar Justinussen, eigur trý dekkverkstøð í Íslandi og eigur saman við øðrum VR bilar í Havn. Her avmyndaður uttan fyri verkstaðið í Reykjavík Kapitalisman víst sína ringu síðu Lívið, sum fleiri av teimum mest vælbjargaðu, hava livað seinastu árini, tykjast, í hvussu er sæð í bakspegilinum eitt sindur frástoytandi fyri tann meiniga mannin, við einum marglæti, sum ongastaðni hoyrir heima í einum samfelagi sum tí íslendska. Nógv fólk irriterast í dagt inn á tað, sum hevur gingið fyri seg. Til dømis bilaflotin í Reykjavík er púra úti av proportiónum við veruleikan. Har stendur ein heilur floti av privat flogførum, sum er groundaður, tí menn hava ikki ráð at lata bensin á. Menn flúgva við tyrlum millum summarhúsini hjá sær. Tað virkar eitt sindur malplaserað tá hugsað verður um, hvat Ísland er fyri nakað, sigur Gunnar Justinussen.