Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-20, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. oktober 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 201 - 20. oktober 2008 Sigrið Ósk­arsdóttir hevur starvast 17 ár á Morgun­blaðn­um í Reyk­javík­. Hon­ er hálvur føroyin­gur, men­ er fødd og uppvak­sin­ í Íslan­di. Persón­liga rak­ar k­reppan­ ik­k­i han­a serliga hart Reykjavík: Inni á Morgun­ blaðnum hittu vit ein hálvan føroying, Siggu Óskarsdótt­ ir, sum hevur starvast á blað­ num í 17 ár. Hon situr í móttøkuni. Hon heldur, at tað er ymiskt, sum kreppan hevur rakt íslendingar. ­ Teir, sum eiga nógvar pengar og virðir annars í bankunum, eru als ikki vís í at fáa hendur á teimum aft­ ur. Eisini tey, sum hava tikið stór lán nýliga til íbúð ella sethús, serliga í út­ lendskum valuta, eru komin í eina trongstøðu, sigru Sigga Óskarsdóttir. Hon sigur, at støðan er ógvuliga ógreið, tað hendir okkurt nýtt hvønn dag. Trupulleikar eru við at flyta inn vørur til handlarnar, so tað byrjar at minka á hillu­ num. ­ Tað er byrjað at minka í vøruútboði í handlunum. Tað hevur annars verið tos­ að um, at handlarnir høvdu vørur niðurfyri til ein mán­ aða, men fólk hava keypt inn undir seg, og so verður tað fyrri uppi. Men annars tekur fólk tað bara róligt, sigur Sigga Óskarsdóttir. Hóast ringu støðuna eru fólk kortini ikki farin í panikk, men støðan ávirk­ ar. ­ Tað verða jú fleiri fólk søgd úr starvi. Bara her í húsinum eru 22 søgd úr starvi. Tað vórðu tey sein­ asta fríggjadag, og lagið var sera ringt, fólk grótu, tí tað verður jú ikki lætt hjá teimum at fáa arbeiði aftur, sigur Sigga Óskarsdóttir. Hon sigur, at eisini framm­ an undan hevur verið talan um uppsagnir á Morgun­ blaðnum, sum tilsamans hevur eini 110­120 fólk í starvi í dag. Ør bygging Nú Morgunblaðið og Fretta­ blaðið eru savnað undir somu leiðslu verður tosað um, at nóg mikið er til av prentpappírið at prenta bløð­ ini árið út, men hvat so hendir er ikki greitt fyri Siggu Óskarsdóttir. ­ Men enn er samanlegg­ ingin ikki endaliga avgreidd, tí málið skal fyri kappingar­ ráðið, sum skal taka støð til, um tvey tey størstu dag­ bløðini í Íslandi kunnu leggja saman. Gongur tað ikki, so veit eingin, um tal­ an verður um nakað blað yvirhøvur. Eingin veit, men nógv verður tosað um hetta, sigur Sigga Óskarsdóttir. Men fyri Siggu Óskars­ dóttir persónliga verður neyvan talan um nakra kata­ strofu. ­ Eg havi einki at gjalda. Eg havi fýra børn, og tey hava øll arbeiði. Men son­ urin er byggimeistari og hann sigur, at hann hevur arbeiðið fram til ársskiftið, men at hann ikki veit, hvussu verður eftir tað, sigur Sigga Ósarsdóttir. Og júst innan byggivinn­ una er støðan trupul. ­ Tað hevur verið bygt so ómetaliga nógv seinastu árini, og nú standa hópurin av húsum tóm. Byggimeist­ ararnir royna at leiga íbúð­ irnar út, fyri at fáa nøkur oyru. Men eg vænti tað verður enn verri í so máta, vit hava bygt alt ov nógv, sigur Sigga Óskarsdóttir. Sjálv heldur Sigga Óskars­ dóttir, at orsøkin til trupul­ leikarnar, sum Ísland er í í løtuni, skyldast spekula­ tión. ­ Tað eru eini 30 mans, sum hava verið uttanlands og gjørt íløgur, sum teir ikki áttu at havt gjørt. Somu­ leiðis hava bankarnir latið upp deildir uttanlands, sum teir heldur ikki skuldu havt gjørt. Tað hevur verið sum eitt kavablak, sum bara hev­ ur rullað skjótari og skjótari, til tað at enda er farið í sor, sigur Sigga Óskarsdóttir. niður til privatu húsarhaldini enn, men tað kemur hon um stutta tíð. Og tað verða ikki bert bankarnir, sum verða raktir saman við meiniga íslendinginum, eisini stórar fyritøkur standa fyri skotum. ­ Tað vita tey, sum fáast við íslendskt vinnulív, at har er talan um kross­ognar­ skap. Øll eiga hvønn annan. Falla fíggingarstovnarnir, so fylgir nógv annað við. Beint nú eru øll í eini bíði­ støðu, øll bíða eftir, hvat hendir við gjaldoyranum. Íslendski tjóðbankin sigur ein kurs, danski tjóðbankin ein heilt annan, eingin veit í løtuni, hvat hendir á markn­ aðinum, sigur Gunnar Justinussen. Hann vísir á, at tær stóru fyritøkurnar eru so skuldar­ bundnar, at har finst eingin møguleiki, tær mugu falla. Ikki øll kort komin á borðið Gunnar Justinussen hevur ikki nakað beinleiðis boð upp á, hvussu íslendingar koma burtur úr kreppuni, men har skal sterkur løður til. ­ Eg dugi ikki at siga tað. Íslendingar vita ikki heldur sjálvir. Dustið hevur ikki lagt seg enn, og eingin hev­ ur fulla greiði á støðuni, og áðrenn mann kennir hana, verður trupult at vita, hvussu mann kemur burtur úr henni. Men kenni eg íslendingar rætt, liggja teir ikki leingi niðri, teir sprella aftur um nøkur ár – so ella so, sigur Gunnar Justinus­ sen. Eitt annað, sum kann gera tað trupult at greiða fíggjarligu fløkjuna, sum landið er komið í, er tor­ skylda fígginarskipanin hjá bankunum. ­ Fíggjarproduktini her yviri hava verið ógvuliga kompliserað. Tænasturnar, sum bankarnir hava bjóðað, eru sera truplar at finna út av. Nú eri eg bilmekanikari við eitt sindur aftrat, og eg havi ógvuliga ilt við at finna út og inn í ymsu skip­ anunum, sigur Gunnar Justinussen. Hann sigur, at sjálvt ser­ frøðingarnir í bankunum hava ilt við at siga, hvat veruliga er farið fram, og tí er sera ringt at fáa eitt yvirlit yvir støðuna, sum hon er. Serliga hetta við kross­ ognarskapunum, hvør eigur hvønn og hvør fíggjar hvønn. ­ Eg eri bangin fyri, at talan verður um eina øgiliga upprudding. Nú byrja menn eisini at tosa um, hvør hevur skuldina av hesum, hvussu hetta kundi henda, so her verður nógv upprudding næstu tvey­trý árini, eri eg bangin fyri, sigur Gunnar Justinussen. Og støðan er meiri ella minni kaotisk á fíggjar­ marknaðinum í løtuni. ­ Tú sær nú, at fíggjar­ eftirlitið skal yvirtaka tríggj­ ar teir størstu bankarnar í Íslandi, og har starvast kanska 15 fólk, so tey hava ongan møguleika at fara inn at reka hesar bankarnar. Tey hava heldur ongan møguleika at gera sær eitt yvirlit yvir støðuna, sigur Gunnar Justinussen. Men tað er ikki bara í Íslandi, at støðan er óviss. Bretland hevur innifryst aktivir hjá íslendsku banku­ num, og nú ljóðar, at Holland umhugsar sakarmál fyri at verja hollendskar inn­ lánarar hjá íslendsku banku­ num. ­ Tað tykist, sum tað blívir við at koma okkurt nýtt fram, sum eingin veit nakað um – men sum onkur sjálvandi kennir til, so tað gongur helst rúm tíð, áðrenn øll kort liggja á borðinum, sigur Gunnar Justinussen. Vit merkja longu kreppuna Sigrið (Sigga) Óskarsdóttir hevur starvast í móttøkuni á Morgunblaðnum seinastu 17 árini Kaupthing trupulleikar í Finnlandi Uppruddingin í íslendsku bankunum heldur fram, og nú hevur Kaupthing lánt pengar at dekka finska marknaðin. Sambært Bloomberg hevur Kaupthing lánt 100 milliónir evrur frá Nordea, finska dóttirfelagnum hjá Danske Bank, Sampo Bank og OP­Pohjola Group fyri at halda sínar ábyrgdir á finska marknaðinum. Hinvegin fekk bankin ikki lán til japanska marknaðin upp á 4,4 milliónir dollarar á sonevndum samurai­ obligatiónum. Landsbankinn mátti um vikuskiftið gevast við royndunum at selja síni børsmeklaraaktivir til einasta eftirverandi íslendska stórbankan, sum ikki er undir umsiting, Straumur­Burdaras. Í staðin yvirtekur leiðslan Kepler Capital Markets frá Landsbankanum, skrivar danska blaðið Børsen.