Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-08-28, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. august 2001síða 2

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 164 - 28. august 2001 Nr. 164 - 28. august 2001 3 Kemur ein í hesum døgum fram við Vágs Kirkju, síggjast djúp- ar foyrur í múrinum, sum menn eru í fer við at umvæla UMVÆLING Dagfinn Olsen Vágs Kirkja telist millum teir serstøku kirkjubyg- ningarnar í Føroyum. Og mong meta óivað eisini, at kirkjan er millum tær vakrastu. Men í hesum døgum er hon ikki so vøkur. Í kirkju- múrinum síggjast ógvuslig- ar foyrur. Umvæling Orsøkin til heldur ógvus- ligu sjónina er, at ein tiltrongd umvæling er í gongd. Vágbingar hava í longri tíð stríðst við lekar í kirkjuni. Roynt hevur verið at bøta um, men greitt er, at talan er um stórarbeiði, skal ein koma trupulleikanum til lívs. Kirkjan er bygd í tría- tiárunum og er ikki longur nakar nýggjur bygningur. Tá í tíðini varð stoypt við hond og arbeiðið at byggja kirkjuna vardi eini 10 ár. Sermerkt er, at takrennan er stoypt í múrin. Veður- lagið og annað hevur tó, sum árini eru gingin, havt frostspreingingar við sær. Hetta hevur havt lekar við sær og nú er so illa statt, at størri umvæling má til. Tað er hetta, sum menn nú eru í fer við. Borað hevur verið í múrin og nýtt koyrt í. Hetta er orsøkin til djúpu foyrurnar í múrinum. Jóhannis Østerø, limur í kirkjuráðnum sigur, at tað er sera haldgott evni við lími í, sum koyrt verður í aftur múrin og hetta sigst halda væl. Ymsar ætlanir eru um annað umvælingararbeiði í Vágs Kirkju í næstu framtíð, men fyrst er tað múrurin og takrennurnar, sum skulu setast í stand, fyri at koma lekunum til lívs. Tríggir sálarfrøð- ingar starvast nú á Landssjúkra- húsinum STARVSSETAN Turið Kjølbro Heri Kragesteen og Kári Petersen eru frá 1. august farnir í starv sum sálarfrøðingar á Lands- sjúkrahúsinum. Heri Kragesteen, sum hevur starvast sum lærari á Føroya Læraraskúla í nógv, er settur í fast starv, og Kári Petersen, sum í nøkur ár hevur arbeitt á Sernáms- deplinum, røkir farloyv- isstarv fyri Ásvør Skaalum. Frammanund- an starvast Eyðun Joensen sum sálarfrøð- ingur á Landssjúkra- húsinum. Landssjúkra- húsið tveir sálarfrøðingar Djúpar foyrur í kirkjuni Vágs Kirkja verður í hesum døgum umvæld, eftir frostspreingingar, ið hava havt lekar við sær. Ógvusligt sær tað út, tá djúpar foyrur verða boraðar í múrin, men sera haldgott evni verður koyrt í aftur (Mynd: D.Olsen) NØVN Í VIKUNI Tað er ikki so langt síðani, at tað gjørdist møguligt hjá suður- oyingum í sunnaru helvt av Suðuroynni at hoyra Rás 2. Um vikuskiftið sendi rás- in so beinleiðis úr Suðuroynni, úr Vági, og eydnaðist tiltakið væl ÚTVARPSTILTAK Dagfinn Olsen Um vikuskiftið vitjaði Rás 2 í Vági. Sent var fríggja- dagin og leygarkvøldið var beinleiðis sending frá klokkan 17 til 21:30. Rás 2 vitjaði Suðuroynna við studioútgerð og riggaði til í Verkstaðnum inni á Bakka, ið er vardur verk- staður, við góðum og hugnaligum hølisumstøð- um. Tað er ikki so langt síðani, at Rás 2 fekk ein sendara settan upp í Suðuroynni, so suðuroy- ingar í sunnara parti av oynni eisini sleppa at hoyra rásina. Suðuroyar Spari- kassi stulaði, so hetta gjørdist møguligt. Viðkomandi Manningin í Rás 2 hevur leingi havt ætlanir um at vitja Suðuroynna og um vikuskiftið var so væl eydnaða royndin gjørd. Í venjingarrúminum inni á Bakka riggaðu Petur Jacobsen, Óla Jákup Rólantson, Sonne Smith, Laila Jacobsen og Georg eystan Á útgerðina til, so ein hugnalig útvarpsstova kom burtur úr, við allari neyðugari sendiútgerð. Samrøður og vitjanir í økinum vóru á skránni. Gestir komu inn á gólvið í útvarpsstovuni og eisini vitjaðu tónleikarar og settu dám á við beinleiðis tón- leiki og sangi. Eisini varð ringt runt til allar bygdirnar at heilsa uppá og kanska frætta okkurt áhugavert. Har kom fram, at ikki allir suðuroyingar hava enn funnið útav at stilla lurtitólið á FM 102,6 — tað er Rás 2 -, tí teir halda seg ikki hava møguleika at hoyra, men við senditiltak- inum úr Vági gjørdi rásin greitt, at hon nú hoyrist í hvønn krók í økinum og at hon eisini er viðkomandi har. Eingin trupulleiki var at fylla senditíðina í sending- ini úr Vági, har framburður er at hóma í vinnuliga virkseminum, eins og á frítíðar- og mentanarøki- num, so nóg mikið var at tríva í og gera burtur úr. Og sum programm- leiðarin Óla Jákup Rólantson segði, tá hann endaði sendingina klokkan 21:30 leygarkvøldið, so høvdu onkur avboð verið, men høvdu øll tey komið inn á gólvið, ið ætlaðu sær, so hevði útvarpsmanningin sitið til á midnátt. Eitt væl eydnað útvarps- tiltak úr Vági leygarkvøld- ið. Manningin á Rás 2 var eisini nøgd og tað tóktist ikki óhugsandi, at hetta kann gerast uppaftur. Rás 2 sendi úr Vági Um vikuskiftið hevði Rás 2 væleyndað senditiltak úr Vági. Tað er ikki langt síðani, at fólk í sunnaru helvt av Suðuroynni fingu møguleika at hoyra Rás 2 og vitjaði rásin nú í økinum hjá nýggju lurtarafjøldini (Mynd: D. Olsen) Heri Kragesteen arbeiðir nú sum sálarfrøðingur á Landssjúkrahúsinum C M Y K 3 2