týsdagur 28. august 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 164 - 28. august 2001
Nr. 164 - 28. august 2001
5
Sunnukvøldið andað-
ist Marita Petersen,
fyrrverandi løgmað-
ur, einans 60 ára gom-
ul. Marita Petersen
var løgmaður torfør-
astu tíðina, Føroya
land hevur upplivað í
nýggjari tíð
NEKROLOGUR
John Johannessen
Sunnukvøldið
umleið
klokkan 19 gav 60 ára
gamla Marita Petersen,
fyrrverandi løgmaður, upp
andan.
Marita Petersen gjørdist í
summar ólekiliga sjúk av
krabba, og hevur seinastu
tíðina havt stutta sjúkralegu
á Landssjúkrahúsinum.
Marita Petersen hevur
livað eitt ógvuliga virkið og
innihaldsríkt lív. Millum
annað
var
hon
fyrsti
kvinnuligi løgmaður Før-
oya, og var hetta í hørðu
kreppuárunum tíðliga í níti-
árunum.
Marita Petersen varð
fødd í Vági 21. oktober
1940. Hon var dóttir Sámal
Johansen úr Haldórsvík og
Annu
Elisabeth,
fødd
Matras, av Viðareiði. Mað-
ur Maritu var Kári Dals-
gaard Petersen úr Sørvági.
Virkin lærari
Hóast
Marita
Petersen
náddi at koma ovast á polit-
iska tindin í Føroyum sum
fyrsti kvinnuligi løgmaður-
in, er tað innan lærarastarv-
ið, hon hevur havt megin-
partin av sínum lívsyrki.
Og hon var ein ógvuliga
virkin lærari.
Í 1964 tók Marita Peter-
sen læraraprógv á Hellerup
Seminarium og fór at ar-
beiða sum lærari í Dan-
mark, fyrst í Esbjerg og síð-
ani Keypmannahavn, frá
1964 til 1967.
Marita Petersen gjørdist í
1980 cand.ped. í sálarfrøði
og tók faklig og námsfrøð-
ilig eftirútbúgvingarskeið í
sambandi við arbeiðið sum
lærari og sálarfrøðingur.
Eisini tók Marita Petersen
frá 1981 til 1982 ársskeið á
Fróðskaparsetrinum í før-
oyskari siðsøgu og mentan.
Í 1967 flutti Marita heim
aftur til Føroya, har hon fór
at starvast sum lærari í
Kommunuskúlanum
í
Havn. Her varð hon í 22 ár,
til hon fór frá í 1989.
Marita Petersen hevur
eisini verið lærari í sálar-
frøði og í námsfrøði á Fróð-
skaparsetri Føroya frá 1981
til 1989 og á serlæraraút-
búgvingini frá 1984 til
1986. Í 1988 og 1989 var
Marita Petersen lærari í
námsfrøði og námsfrøðilig-
um serlestri á Føroya Lær-
araskúla, eins og hon sama
tíðarskeið undirvísti í sálar-
frøði á Sjúkrasystraskúla
Føroya.
1. oktober 1989 varð
Marita Petersen sett í starv
sum undirvísingarleiðari á
Landsskúlafyrisitingini.
Seinni gjørdist hon undir-
vísingarleiðari fyri ser-
námsfrøðiligu ráðgeving-
ina, og 1. januar 1998 varð
hon sett sum stjóri fyri Ser-
námsdepilin.
Beint fyri jól í fjør segði
Marita Petersen frá sær
starvið sum stjóri fyri Ser-
námsdepilin frá 1. januar at
rokna. Og tíðliga í vár
stovnaði hon sálarfrøðiliga
viðgerðarstovu saman við
Ásu Ellefsen.
Marita Petersen hevur
havt fleiri álitisstørv í sam-
bandi við lærarayrkið. Mill-
um annað var hon nevndar-
limur í Føroya Lærarafelag
frá 1980 til 1986, harav for-
kvinna frá 1980 til 1984.
Fyrsti kvinnuligi
løgmaðurin
Hóast ógvuliga virkna lív
Maritu innan lærarayrkið,
er tað tó frá politiska leik-
pallinum, at flestu føroy-
ingar kenna hana. Hóast
hon bert var á hesum leik-
palli í tíggju ár, eydnaðist
henni
at
gerast
fyrsti
kvinnuligi løgmaður Før-
oya, fyrsti kvinnuligi løg-
tingsformaðurin, fyrsta for-
kvinna hjá Føroya Javnað-
arflokki og fyrsta landsstýr-
iskvinnan í undirvísingar-
og mentamálum.
Marita Petersen varð vald
fyrstu ferð á ting fyri Javn-
aðarflokkin við valið í
1988. Í 1993 valdi lands-
fundur
Javnaðarfloksins
hana til forkvinnu Javnað-
arfloksins eftir Alta Dam,
sum hevði átt sessin í eitt
mannaminni. Marita Peter-
sen sat sum forkvinna Javn-
aðarfloksins til 1996.
Fyrstu ferð, Marita Peter-
sen kom í landsstýrið at
sita, var í januar 1991, tá
hon gjørdist landsstýris-
kvinna í mentanar- og
undirvísingarmálum. Hetta
starv røkti hon til januar í
1993, tá hon gjørdist fyrsti
kvinnuligi løgmaður Før-
oya.
Og fáar dagar eftir, at
Marita Petersen gjørdist
løgmaður, varð hon tveitt út
í álvarsamastu trupulleik-
arnar, nakar samgonguleið-
ari hevur verið úti fyri í
nýggjari tíð. Føroyska sam-
felagið fór á húsagang, og
Marita Petersen mátti taka
ábyrgdina og fara ta tungu
leið til Danmarkar at sam-
ráðast við donsku stjórnina
um eina avtalu at bjarga
samfelagnum. Hetta vóru
ógvuliga harðar samráð-
ingar, sum Marita Petersen
leiddi við stórum nærlagni.
Marita Petersen fór frá
sum løgmaður í september í
1994. Tá gjørdist hon løg-
tingsformaður, og sat í hes-
um sessi til juli í 1995.
Marita Petersen gavst í
politikki við valið í 1998.
Friður verið við minnin-
um um Maritu Petersen,
fyrsta kvinnuliga løgmann
Føroya.
Marita Petersen er deyð
JARÐARFERÐ
Stefan í Skorini
Enn er ikki greitt nær
jarðarferðin hjá Maritu
Sámalsdóttir
Petersen
verður. Næstringar henn-
ara eru júst savnaðir eftir
andlátið, og tí dugdu tey
ikki at siga Sosialinum,
nær jarðarferðin verður.
Tann eini sonurin kom
í gjár, mánadagin, til
Føroyar úr Kanada, har
hann býr. Hann hevði
ætlanir um at koma til
Føroyar áðrenn deyðs-
fallið, men tað eydnaðist
tíverri ikki.
Marita
Sámalsdóttir
Petersen andaðist sunnu-
dagin. Ikki er ætlanin er
bíða við jarðarferðini, og
tí er hugsandi at hon
verður mikudagin ella
hósdagin.
Eingin avgerð
við jarðarferð
Marita Petersen, fyrsti
kvinnuligi løgmaður Føroya,
fyrsta forkvinna
Javnaðarfloksins, fyrsti
kvinnulgi tingformaðurin og
fyrsta landsstýriskvinnan í
metanar- og
undirvísingarmálum,
andaðist sunnukvøldið 60
ára gomul
– Marita Petersen
hevur ikki fingið ta
viðurkenning, sum
hon hevur uppiborið
fyri tíðina sum løg-
maður, heldur Helena
Dam á Neystabø
POLITIKARAR
Eyðun Klakstein
– Tað er ein skelkur at
hoyra, at Marita er farin í so
góðum árum, og eg havi
djúpastu samkenslu við
hennara avvarðandi, sigur
Helena Dam á Neystabø,
sum hevur arbeitt saman
við Maritu Petersen sum
politikari.
– Marita er ein fyrimynd
fyri kvinnuligar politikarar,
og hon er eitt dømi um, at
tá tíðirnar eru truplast,
koma kvinnur framat.
– Marita Petersen var
løgmaður í eini turbulentari
tíð, men hon kláraði at
halda saman uppá tropp-
arnar í landsstýrinum. Hon
hevur ikki fingið tað viður-
kenning, sum hon hevur
uppiborið fyri hetta arbeið-
ið, heldur Helena Dam á
Neystabø.
Tung uppgáva
– Marita Petersen tók eina
ómetaliga tunga uppgávu á
seg sum løgmaður, men
hon gjørdi tað við stórum
dirvið. Hon verður ofta sett
identifiserað við krepputíð-
ina, og tað er ikki rættvíst.
– Hetta var truplasta tíð-
arskeiðið í nýggjari før-
oyskari søgu, og Marita
Petersen gekk undan sum
ein leiðari í hesi tíð, og til
tað krevst stórt dirvið, sigur
Helena Dam á Neystabø.
– Stóra styrkin hjá
Maritu Petersen sum
politikari var, at hon
var líkatil, og hon
lurtaði væl eftir
sjónarmiðunum hjá
øðrum, sigur Jógvan
Sundstein
POLITIKARAR
Eyðun Klakstein
Jógvan
Sundstein
og
Marita Petersen sótu í
landsstýrinum saman, tá
føroyska samfelagið fór
ígjøgnum
eina
svára
krepputíð fyrst í nítiárun-
um.
Marita
Petersen
var
løgmaður,
og
Jógvan
Sundstein
var
landsstýrismaður
við
fíggjarmálum. Tað vóru tí
ikki minst tey bæði, sum
myndaðu føroyskan politik
í 1993 og 1994.
– Marita og eg høvdu
gott samstarv – fyrst í
landsstýrinum hjá Atla
Dam, og síðani, tá hon
gjørdist løgmaður. Hetta
var ein sera trupul tíð, men
vit royndu at gera tað, vit
kundu, fyri koma víðari,
sigur Jógvan Sundstein.
– Í 1994 segði hon
Fólkaflokkin
upp
í
landsstýrinum, og hóast vit
undraðust á tað, so broytti
tað einki í persónliga
samstarvinum millum meg
og Maritu.
Lurtaði væl
Jógvan Sundstein heldur, at
stóra styrkin hjá Maritu
sum politikari var, at hon
var líkatil, og hon lurtaði
væl eftir sjónarmiðunum
hjá øðrum.
– Hon var løtt at arbeiða
saman við, og hon stóð seg
væl sum løgmaður, hóast
tíðirnar
vóru
óvanliga
trupular,
sigur
Jógvan
Sundstein
– Tað kemur sum ein
skelkur, at hon er farin so
knappliga, og eg havi
samkenslu við hennara
avvarðandi. Sum skyldfólk,
politikari og medmenniskja
havi eg alt gott at bera
Maritu,
sigur
Jógvan
Sundstein.
Jógvan Sundstein:
– Hon var góð at samstarva við
Helena Dam á Neystabø:
– Marita var djørv
Allir føroyingar eiga
at drípa høvur í tøkk
til hesa megnar
kvinnu, sum farin er.
Hon var ein
nærlagdur politikari í
torførastu tíðini, sum
Føroyingar hava
upplivað í nýggjari
tíð. Soleiðis sigur
Anfinn Kallsberg,
løgmaður, um deyða
Maritu Petersen
ANDLÁT
John Johannessen
– Marita var ein ógvuliga
nærlagdur politikari. Tað er
einki at ivast í. Og hetta
síggja vit eisini í hennara
»lyn karrieru«. Hóast hon
bert var tíggu ár í politikki,
megnaði hon at gerast løg-
maður, forkvinna Javnaðar-
floksins og tingformaður.
– Hetta er tekin um eina
virkna, men eisini virda og
avhildna kvinnu í politikki,
sigur Anfinn Kallsberg.
Anfinn Kallsberg vísir á,
at hann persónliga hevur
upplivað eitt skilagott sam-
starv, tá hann sat í sam-
gongu saman við Maritu
Petersen, bæði tá tey bæði
vóru tingfólk, og tá Marita
var løgmaður.
– Marita var løgmaður tá
ógvuliga nógv stóð á, bæði
hjá politisku skipanini og
hjá fólkinum í Føroyum.
Hetta var ein tann truplasta
tíðin, vit hava havt. Og tá
vóru ógvuliga nógv tung
tiltøk, ið máttu setast í verk.
Hetta setur sjálvandi síni
spor. Men tað vísir eisini
politiskt dirvi og politiskt
skil, sigur Anfinn Kalls-
berg.
Løgmaður hevur eisini
hug at vísa á, at tað var í
tíðini hjá Maritu, at nógv av
grundarlagnum varð lagt til
stýrisskipanina, har ábyrgd
og avgerð fylgjast at.
Kendust persónliga
Anfinn Kallsberg og Mar-
ita Petersen kendust ikki
bert frá tí professionella
lívinum á politiska leikpall-
inum. Tey vóru eisini vinir
og óbeinleiðis í ætt.
– Kona mín og Marita
Petersen vóru syskinabørn
og hava havt nógv saman,
serliga fyrr í tíðina. Marita
Petersen var dagligur gestur
norðuri á Viðareiði í barna-
heiminum hjá konu míni í
sínum ungu døgum. Og
harafturat eru maður Mar-
itu, Kári Petersen, og eg
eisini tríminingar. So eg
havi ikki bert havt politiskt
samskifti við Maritu, greið-
ir Anfinn Kallsberg frá.
Tí hevur Anfinn Kalls-
berg eisini hug at koma við
einari persónligari heilsan
til tey, sum hava mist.
– Tað er altíð sárt at
missa. Og vil eg sýna mína
djúpastu samkenslu við tær,
Kára, og við tykkum, syn-
unum, endar Anfinn Kalls-
berg.
Anfinn Kallsberg, løgmaður:
Marita Petersen var
nærlagdur poltikari
C
M
Y
K
5
4
og góð tilboð