Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-08-28, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. august 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 164 - 28. august 2001 Nr. 164 - 28. august 2001 7 Marita Petersen var ein merkiskvinna og ein framúr góður starvsfelagi. Hon var heil, og hon var sterk, har hon var. Sera virkin og sera nær- løgd i øllum tí, hon fekst við. Soleiðis minnist Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins, Maritu Petersen ANDLÁT Marita Petersen okkara fyrrverandi løgmaður og okkara fyrrverandi løg- tingsformaður er farin bert 60 ára gomul. Men fyri okkum í Javnaðarflokkin- um var hon harumframt eisini okkara fyrrverandi formaður og starvsfelagi. Mær untist at starvast sam- an við Maritu bæði í Tinga- nesi og í Løgtinginum í nøkur ár, og kann eg tí av røttum siga, at hon var ein merkiskvinna og ein framúr góður starvsfelagi. Hon var heil, og hon var sterk, har hon var. Sera virkin og sera nærløgd i øllum tí, hon fekst við. Umframt at hon lagaði nýggjar glæsiligar varðar í kvinnupolitisku søguni, so var hon fyrst og fremst politikkarin framum aðrar, sum vildi nakað. Hon hevði eitt sera sterkt hug- sjónaligt grundstøði, sum hon bygdi allan sín politikk á. Og hon vildi framá, og var hon eisini politkkarin, sum tók stig til at fáa eina nýggja stýrisskipan, sigur formaður Javnaðarfloksins, Jóannes Eidesgaard. Marita Petersen sat sum fremsti politikkari okkara í svárastu krepputíð, hetta samfelag hevur upplivað. Og hetta var sanniliga ikki bara sum at siga tað. Ein kreppa fyri og onnur eftir var dagligi kosturin í henn- ara løgmanstíð. Men við stoltleika, styrki og nær- lagni loysti hon uppgávurn- ar, og vann sær sjálvum og løgmansembætinum stóra virðing bæði her heima hjá okkum og uttanlands, og tað eiga vit allir føroyingar at vera henni takksamir fyri. Hon var av sonnum við til at leggja lunnar undir nýggjar tíðar og nýggjar møguleikar í Føroyum, sig- ur Jóannes Eidesgaard. Føroya Javnaðarflokkur sendir Kára og synunum við familjum okkara sam- kenslukvøðu, nú tit øll hava mist eina sterka konu, mammu, vermammu og ommu. Føroya Javnaðarflokkur lýsir í takksemi og virðing frið yvir minni um okkara fyrrverandi formann og starvsfelaga Maritu Peter- sen. Marita var merkiskvinna – Marita Petersen var ein sterkur politikari og ein stór persóns- menska. Hon hevði ótrulig evni at sam- ráðast og at fáa úrslit burturur, sigur floks- felagi hennara, Vil- helm Johannesen ANDLÁT Áki Bertholdsen –Við Maritu Petersen hava vit mist ein sterkan politik- ara og eina stóra persóns- mensku. Hon var ein polit- ikari, sum skrivaði søgu- fleiri ferðir. Vilhelm Johannesen, løg- tingsmaður fyri javnaðar- flokkin er ein av teimum, sum hava havt sera nógv samstarv við Maritu Peter- sen. Tað kom líka dátt við hjá honum, sum hjá flest øllum øðrum, at fáa deyðsboðini av Maritu sunnukvøldið. Hann visti, at hon var sjúk, men hann grunaði ikki, at tað skuldi ganga so skjótt. So mikið fegnari er hann um, at hann fekk í lag at vitja hana á Ríkissjúkra- húsinum í Keypmanna- havn, tá ið hann var niðri í ørindum fyri 14 døgum síðani. –Tá prátaðu vit um leyst og fast og tað var eyðsæð, at Marita fylgdi væl við tí, sum hendi í Føroyum, hóast hon var sjúk. Hon var prát- ingarsom og í góðum lag og tá var tað onki sum fekk meg at hugsa um, at her var eitt menniskja, sum lá til tað síðsta. Skrivaði søgu – fleiri ferðir Vilhelm Johannesen sigur, at í politikki var Marita Petersen sterk og dugnalig. – Tað fall henni í lut at gerast Føroya Løgmaður í 1993 og 1994, sum vóru ringastu kreppuár í Føroy- um nakrantíð. – Hesi árini vísti hon, hvør dugur var í henni. Hon stóð sum ein maður, bæði í politikkinum innanlands, men ikki minst eisini í teimum truplu samráðing- unum við donsku stjórnina hesi árini um stórmál og kreppuloysnir, sum fingu avgerðandi týdning fyri framtíð Føroya. Hyggja vit í bakspegilin haldi eg, at hon megnaði tær tíðirnar avbera væl. – At stýra ímillum skerini hesi kreppuárini, og koma heilskapað ígjøøgnum, var eitt avreksverk í sær sjálv- um. Hvussu fralík samráðing- arevni hon hevði, sóu vit eisini eftir valið í 1994, tá ið javnaðarflokkurin hevði truplar og drúgvar samráð- ingar við Sambandsfokkin og Verkamannafylkingina um at skipa samgongu, men eisini tær samráðing- arnar, fekk hon undir land. Vilhelm Johannesen sig- ur, at tær samráðingarnar standa klárt í minninum, tí hann hevur oftani síðani hugsað um, hvussu hegnis- ligt tað var at fáa tað sam- gonguna snikkaða saman. Hon var eisini landsstýr- ismaður í undirvísingar- málum, áðrenn hon varð Løgmaður og eisini í tí starvinum arbeiddi hon væl og miðvíst. Í Føroyskum politikki skerst ikki burtur, at eitt av hennara stóru avrikum er nýggja stýrisskipanarlóg- um, sum er hennara verk. Hon kom í gildi í 1995, tá ið vit fingu nýmótans stýr- isskipan ístaðin fyri tað av- oldaðu, sum var heilt frá 1948 og sum ikki kundi brúkast sum grundarlag undir einum stýri í einum framkomnum samfelag. Umframt at vera virkin í Løgtingið og Landsstýrið, tók Marita virknan lut í pol- itikki í javnaðarflokkinum eitt langt lív, bæði áðrenn, hon var vald á ting og eisini eftir valið í 1998, tá ið hon gjørdi av ikki at stilla upp aftur. – Hon hevur verið javn- aðarfólk og tað sermerkti hana í øllum hennara polit- iska virki, tí ehg haldi, at vit kunnu siga, at hon hevði tann minni menta við í hug- anum í øllum hon tókst við. – Hon hevði eisini ein eyðkendan vilja til at røkka málum og tí var tað ikki undarligt, at Marita bleiv ein politikari, sum skrivaði søgu, ikki bara einaferð, men fleiri ferðir. – Hon er fyrsta og einasta konufólk, ið hevur verið Føroya Løgmaður, Løg- tingsformaður og formaður fyri einum politiskum flokki í Føroyum. Hon var eisini fyrsta konufólk, sum bleiv formaður í Føroya Lærarafelag. Soleiðis hevur hon skrivað søgu, ikki bara eina ferð, men heilar fýra ferðir, sigur Vilhelm Jo- hannesen. Men hann minnir á, at Marita Petersen var ikki bara politikari. Hon hevði eisini eitt privatlív og hitti tú hana privat, var skjótt at tú varnaðist, at hon var bæði vitandi, hugnalig og skemtingarsom at práta við. Hon stóð sum ein maður Við stoltleika, styrki og nær- lagni loysti Marita uppgáv- urnar, og vann sær sjálvum og løgmansembætinum stóra virðing bæði her heima hjá okkum og uttanlands, og tað eiga vit allir føroyingar at vera henni takksamir fyri, heldur Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins – At stýra ímillum skerini tey ringastu kreppuárini í Føroya søgu, og sleppa heilskapað burturúr tí, er eitt avreksverk í sær sjálvum, men tað megnaði Marita Petersen, sigur Vilhelm Johannesen um hana – Marita Petersen var ein politikari og eitt menniskja, sum hevur gingið á odda í nógvum viðurskiftum. Hvør dugur hevur verið í henni, hevur hon víst við tað, at hon bleiv søgulig, ikki bara eina ferð, men heilar fýra ferðir, sigur Vilhelm Johannesen – Marita Petersen hevur víst, at tað ber til hjá kvinnum at vinna fram í politikki, sigur Turið Debes Hentze, forkvinna í Javnstøðunevndini KVINNURØRSLA Eyðun Klakstein Marita Petersen er einasta kvinna, sum hevur verið løgmaður í Føroyum. Hon tók í 1993 við í starvinum, sum frammanundan var og síðani hevur verið ein mannfólkastarv. – Tað hevur stóran týdn- ing fyri kvinnur og kvinnu- rørsluna, at vit hava havt ein kvinnuligan løgmann. Marita hevur prógvað, at tað ber til hjá kvinnum at vinna fram í politikki, hóast tær mangan hava verið einsamallar, sigur Turið Debes Hentze, sum er for- kvinna í Javnstøðunevnd- ini. – Kvinnur hava brúk fyri fyrimyndum, og tað hevur Marita verið. Hon hevur havt nakrar eginleikar, sum gjørdu hana til løgmann í Føroyum, og hetta er nak- að, sum kvinnur kunnu síggja upp til. Slóðað fyri Turið Debes Hentze heldur, at Marita Petersen hevur gjørt vart við leiklutin hjá kvinum í føroyskum polit- ikki. – Hon hevur prógvað bæði mótvegis kvinnum og monnum, at ein kvinna kann saktans sita sum løg- maður, sigur hon. – Hon hevur slóðað fyri sum higartil einasti kvinnu- ligi løgmaður, men vónandi er hon ikki tann seinasta, sum hevur røkt hetta starv, sigur Turið Debes Hentze. Marita er ein fyrimynd – Marita var arbeiðs- som, alítandi og sera dugnalig til sítt fak, sigur Ása Ellefsen, sum hevur starvast nógv saman við Maritu og kent hana frá ungum árum STARVSFELAGAR Eyðun Klakstein Marita Petersen og Ása Ellefsen vóru júst farnar undir nýtt samstarv, nú Marita gjørdist sjúk og doyði. Tær skuldu í felag virka sum privatpraktiser- andi psykologar, og ætlanin var eisini at granska. Men áðrenn hetta liggja nógv ár sum vinkonur og starvsfelagar – millum ann- að á Sernámsdeplinum. – Marita var arbeiðssom, álítandi og sera dugnalig til sítt fak. Hon var humorist- isk og stuttlig at verða sam- an við. Eg havi alt gott at bera henni, sigur Ása Ellef- sen. Ása og Marita gingu á studentaskúla saman, og tær vóru eisini niðri og lósu um somu tíð. Seinni fluttu tær aftur til Havnar, kend- ust, gingu í bindiklubba saman og arbeiddu saman. – Eg havi kent Maritu, síðani eg var 16 ára gomul, so tað verður ein sera stórur saknur, nú hon er farin, sig- ur Ása Ellefsen. Ása Ellefsen: – Eg fari at sakna hana – Marita Petersen var ein politikari, sum tú kundi hava virðing fyri, sigur Lisbeth Petersen, sum hevur sitið á tingið saman við Maritu LØGTINGSKVINNUR Eyðun Klakstein – Marita Petersen var ein góður politikari. Hon helt fast um síni prinsipp, men hon vildi gjarna kjakast um tey. Hetta sigur Lisbeth Peter- sen, sum hevur arbeitt sam- an við Maritu í løgtingin- um. – Marita var ein politik- ari, sum eg hevði virðing fyri, hóast vit ikki altíð vóru samdar um tey ymsu málini. Vit arbeiddu eisini saman í øðrum saman- hangi, og har havi eg eisini alt gott at bera henni. Lisbeth Petersen heldur, at Marita Petersen dugdi væl at verða løgmaður. – Hon var ein virðiligur politikari, sigur Lisbeth Petersen. Tað vóru sorg- arboð, ið bórust okkum, tá vit m á n a d a g i n komu til arbeið- is, at fyrrver- andi leiðari okkara í Ser- námsdeplinum, Marita Peter- sen, var deyð. Við deyða hennara hevur føroyska skúla- verkið og ser- liga tann partur- in, ið fevnir um serundirvísing verið fyri dygg- um missi. Við støði í lærarayrkinum fekk Marita sær út- búgving sum psykologur við DLH. Við hesi útbúgv- ing gjørdist hon leiðari av Sernámsfrøðiligu Ráð- gevingini í Føroyum og seinni leiðari av Sernáms- deplinum. Eitt starv hon røkti við umhugsni og kær- leika til februar í ár, tá hon saman við øðrum starvs- felaga fór undir praktiserandi psykologarbeiði. Eitt arbeiði ið m.a. skuldi fevna um skráseting av næm- ingum við asberger syndromi í føroyska skúlanum í tøttum samstarvi við lærda háskúlan í Upsala. Sum starvsfelagi var Marita nærløgd og ágrýtin. Hon hevði ein brennandi alsk til teir veikastu næm- ingarnar í fólkaskúlanum, ið hon nýtti alla sína orku til at geva eina mannsømiliga skúlagongd. Tí harm- aði tað hana almikið, at fíggjarligu karmarnir fyri hesum mannarætti gjørdust trengri og trengri, so næmingurin við serligum tørvi gjørdist taparin. Fyri okkum í Sernámsdeplinum kennist saknurin nívandi. Vit hava mist ein starvsfelaga og vin, sum við áhuga fylgdi hvørjum einstøkum okkara. Marita var kveikjandi og eggjandi í tí dagliga. Hon vísti í verki, at arbeiðið við teimum veiku næmingunum krevur nógv av tí einstaka. Ikki bert í samskiftinum við næmingin, men við alt umhvørvið. Við deyða Maritu Petersens vilja vit takka henni fyri gott samstarv og vinarlag, samstundis sum vit lýsa frið yvir minni hennara. Starvsfelagarnir á Sernámsdeplinum Marita Petersen til áminningar Lisbeth Petersen: – Marita var ein virðiligur politikari – Marita var humoristisk og stuttlig at verða saman við. Eg havi alt gott at bera henni, sigur Ása Ellefsen, vinkona og starvsfelagi – Kvinnur hava brúk fyri fyrimyndum, og tað hevur Marita verið. Hon hevur havt nakrar eginleikar, sum gjørdu hana til løgmann í Føroyum, og hetta er nakað, sum kvinnur kunnu síggja upp til, sigur Turið Debes Hentze – Tað undraði meg als ikki, at Marita Peter- sen gjørdist Føroya fyrsti kvinnuligi løg- maður, sigur Jógvan við Keldu, sum sat í Norðurlandaráðnum saman við henni STATSKVINNA Eyðun Klakstein Seinast í áttatiárunum sótu Jógvan við Keldu og Marita Petersen saman í Norður- landaráðnum, og fólka- floksmaðurin fekk stóra virðing fyri javnaðar- kvinnuni. – Eg legði beinanvegin merki til, at hon hevði gott samband við tey fólkini, sum hon umgekk, og hon var altíð væl inni í teimum ymsu málunum, sigur Jóg- van við Keldu. – Longu tá bar hon seg at sum ein statskvinna, og tað undraði meg als ikki, at hon seinni gjørdist Føroya fyrsti kvinnuligi løgmaður. Hørð tíð Jógvan við Keldu heldur, at Marita Petersen hevði tunga uppgávu sum løg- maður. – Tá eg í Útvarpinum í morgun fekk boðini um, at hon var farin, segði eg, at nú hugsa allir føroyingar. Og tað sum kom mær fyrst í huga var tann harða løg- manstíðin, sum Maria hevði. Hon bar stórar byrð- ar fyri alt Føroya fólk í eini torførari krepputíð. – Eg tosaði við Maritu fyri stuttari tíð síðani, og tað harmar meg, at hon er farin í góðum árum. Í dag leita mínir tankar til familju hennara, sigur Jógvan við Keldu. Jógvan við Keldu: – Hon var ein statskvinna – Marita Petersen bar stórar byrðar fyri alt Føroya fólk í eini torførari krepputíð, sigur Jógvan við Keldu C M Y K 7 6 Seymimaskinutilboð Komið inn og royn tær ella biði um brochurir BERNINA ACTIVA 130 Vanl. prísur 7.695,- NÚ TILBOÐ kr. 6.540,00 C. Ployensgøta 4 • 100 Tórshavn Tel. 31 25 31 • Fax 31 23 19 SP/F MARJUN HEIMÁ BERNINA ACTIVA 140 Vanl. prísur 8.395,- NÚ TILBOÐ kr. 7.135,00 BERNINA VIRTUOSA QE 150 Vanl. prísur 10.295,- NÚ TILBOÐ kr. 8.750,00 BERNINA 160 PLUS Vanl. prísur 12.295,- NÚ TILBOÐ kr. 10.450,00 Nýtið høvi at ogna tær eina góða og álítandi seymimaskinu til ein sámuligan prís. Vit hava eitt partí av teimum vælumtóktu BERNINA seymimaskinunum, sum vit nú, meðan útsølan av meturvørum er, vilja lata 15% í avsláttri