Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-20, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. oktober 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 201 - 20. oktober 2008 13 Vit hava onga ávirkan á politiska pallinum, hvørki kommunalt á løgtingi. Vit gera alt ov lítið við at standa saman innan okkara námsfrøðiliga fyri at fáa ein av okkum valdan inn í politiska myndina. Hetta noyðast vit at bøta. Soleiðis at okkara fak eisini verður styrkt til gagn fyri alt samfelagið og samfelagið tað eru vit øll. Sum støðan er í dag eru sera nógv krøv, menningarætlanir, námsætlanir, minni tímar til serbørn og uttan at karmar fylgja við. Somuleiðis hava vit eina vánaliga normering, sum er undir alt lágmark. Eg vil, um eg verði valdur inn í Tórshavnar kommunu 11. novembur, gera alt fyri at menna okkara øki á niðanfyristandandi máta: - við at betra um normering til okkara fólk - við at betra um okkara karmar - við at betra um hægri játtan - við at betra um tættari samstarv við fólkaskúlar - við at betra um útbúgvingarøki fyri okkara fólk - við at menna Barna og Ungdómsdeildina - við at fáa skipaðan politiskan ”frítíðarpolitikk” - við at serbørn fáa betri sømdir - við at serbørn fáa meira skipaði viðurskifti og betri karmar - við at betra um starvsfólkarøktina hjá okkara fólki - við at seta eitt ungdómsráð á stovn - við at tey ungu undur 18 ár fáa egið dansistað - vit verða hoyrd, tikin upp á ráð, tá ið nýggjur bygningar til okkara øki vera gjørdar - vit fáa fleiri spælipláss í Tórshavnar kommunu - vit fáa 3. flokk inn í frítíðarskúla - at vit arbeiða saman við øllum fakbólkum eftir tørvinum hjá einstaka. - vit fáa ein nýggja Frítíðardepil í Hoyvík - at vit fáa bøtt um støðuna og betri kor hjá børnum og ungum, innan listarliga økið. - at vit stegða alt sum eitur fyribilsloysnir til okkara øki - at vit fáa ein yvirornaðan komunala politiska skipan á okkara námsfrøðiliga øki. - at betra um korini hjá dagrøktini - at vit/stovnar fáa tættari samstarv og skipan við Føroya Læraraskúla - at Tórshavnar kommuna er við til at yvirtaka serstovnaøkið, skilabest bæði fíggjarliga og námsfrøðiliga fyri allar partar. Lat okkum innan námsfrøðiliga økið eisini sita hinumegin borðið og fáa ávirkan og ikki brúka orku upp á nakað, sum vit ikki fáa gjørt nakað við. Nei, vit skullu vera við á politiska pallinum fyri at fáa ávirkan og menning inn á okkara umráði. Vel eina sterka rødd, X við Levi Mørk, eg er á lista C Vel námsfrøðingar inn í Tórshavnar býráð 11.11.08 Levi Mørk Meiningsleyst? Ja. Men tað var øll greinin hjá Árna Dahl í Dimmalætt­ ing 30.09.2008 eisini. Matematikk og demogra­ fi uttan meining. Argu­ mentir uttan innihald. Bert suff og grenj AD vil siga frá, at honum dámar lítið nýggju ABC- samgonguna í Tinganesi. Tað er einki merkiligt í tí. Ein fullveldis-/tjóðveldis-/ sjálvbjargnis-/lýðveldis-/ sjálvstýris-/tjóðskapar- sinnaður loysingarmaður gremur seg, tá hansara flokkur bráddliga er komin í stórar politiskar trupulleikar. Tjóðveldis- flokkur uttan ávirkan, við einum politiskt óbrúki- ligum formanni Eingi argument, men misbrúk av tølum AD roynir at argumentera við tølum, sum hann loftar úr bláu luft. Við hesi fupp-metodu kundi hann líka væl valt onnur tøl og ”prógvað” tað mótsatta. Hann sigur seg vita, at ”sambært samgongu­skjal­ inu­m er ríkisveitingin bu­rt­ u­ri u­m 365 ár”, og at ríkisveitingin, ella blokk- urin sum fólk vanliga siga, er ein skomm, ein olmussa, eitt band sum bindur ”okkum”. Ísland er glansbílætið? Hann vil gjarna vísa á, at Ísland er tann stóra fyri- myndin. Teir hava klárað tað so væl, tí teir valdu lýðveldi í 1944. Ísland er ikki bert eitt ríki, tað er satt eitt himmiríki. Hetta roynir hann at ”prógva” við demografisk- um tølum. Men Hans Pauli Strøm (Sos. 10.10.08) hevur longu víst á, at hetta svassið ikki kann brúkast sum haldgóð argument. Amtstíðin var besta tíð í Grønlandi? Eg havi, sum eitt eyka dømi, kannað gongdina í fólkatalinum í Grønlandi, sum er ein partur av Ríkis- felagsskapinum, og hevur eitt fólkatal á nakað somu stødd sum Føroyar. Grøn- land var ein koloni til 1953. Harnæst eitt amt til 1979, tá teir fingu sjálv- stýri (autonomi) eftir føroyskari fyrimynd. Brúka vit sama ”logikk” sum sjálvbjargnismaðurin AD, so kann man siga at grønlendska amtstíðin var tann lukkuligasta við árlig- um vakstrarprocentum uppá 3 til 4%. Kolonitíðin var tann næstlukkuligasta, tá vøksturin seinnu árini ofta var uppi á 2 til 3%. Við sama AD-logikki verð- ur sjálvstýristíðin ein kata- strofa, tí vøksturin er mink- aður niður í 0,5 til minus 0,2%. Seinastu árini, har nógv hevur verið tosað um loysing í Grønlandi, hevur fólkatalið verið í minking. Soleiðis kunna tøl brúk- ast og misbrúkast. Antiparlamentariskur undirtóni? Men tó er ein vandamikil undirtóni í hesi mergleysu skriving hjá AD, haldi eg. Tað antidemokratiska, ella kanska heldur antiparla- mentariska, kemur fram, har hann pástendur, at tey umleið 6.500, sum valdu sambandsflokkin ”hava fingið sín vilja”. Veruleikin er, at tríggir stórir flokkar við stórum meiriluta á tingi, eru samd- ir um samgonguskjalið. Hetta eru parlamentar- iska mannagongdin, sum er skrivað í okkara Grund- lóg og Stýrisskipanarlóg. So hjálpir einki at gera umrokningar í procentum ella brotspartum. Hetta er alt eftir bókini. Problemið er, at Tjóðveldið og AD hava fingið ein politiskan lúsing ella knock-out, tí formaður floksins er polit- iskt óbrúkiligur. Hann má skiftast út áðrenn flokkurin fær ondina aftur. Um tað so tekur 365 ár, ella ikki? Misbrúk av dýrum orðum Tað er nógv fyri at síggja AD skriva, at Føroyar eru ”eitt ófrælst samfelag”. Grundlógin tryggjar øllum borgarum frælsi. Ella mein- ar hann, at føroyingar hava líka lítið frælsi, sum fólkið í diktaturinum Norður- Korea? Ella í tí totalt mis- lukkaða statinum Somalia? Søguligt mistak Við sínum matematisku kunnskapum trekkir AD nú 365 frá 2008 og lendir í 1643. Hvat skal hann brúka tað til? Jú til eina politiska neyðtøku av øllum ættarliðunum, sum hava livað í Føroyum tá og seinni. ”Hvu­ssu­ nógvir føroyingar hava ikki droymt u­m einar frælsar Føroyar hesi árini?” Hetta ber ikki til. Man kann ikki kroysta nútíðar politisku meiningar niður yvir eina fjara fortíð. Hetta er politiskt platt. Eg trúgvi, at fólk tá - í 1643 - høvdu nakað heilt annað at hugsa um. Tað var tann sokallaða ”Lítla Ístíð- in”, sum valdaði. Kuldi og illveður, misvøkstur og felli, hungur og neyð. Sam- felagið var um at út- doyggja, sum norðbúgvar í Grønlandi eini 200 ár fyrr. So kom Gabelstíðin, og fólkið fór aftur at nørast. Skriva endiliga meir! Men, hald endiliga fram, AD. Tað er sera upplýs- andi, at síggja hvussu innantómt, ólogiskt og tápuligt ”sjálvbjargnis- menn” av hesum slag hugsa og skriva. Jammur og grenj. Matematiskt fiks- faks og nonsens-argument- ir. Eitt lærustykki um, hvussu tað ikki skal gerast. roLf Guttesen Umhvørvis­ og orkumál eru mest týðandi mál í heiminum í dag Hetta ásannar Tjóðveldi í Tórshavnar býráð. Tey samfeløg, sum megna at reka ein burðar- dyggan umhvørvis- og orkupolitikk og fylgja altjóða krøvum, fara at mennast, meðan hini detta niðurímillum. Sum landsins størsta kommuna skal Tórshavnar kommuna slóða fyri í um- hvørvis- og orkumálum. Berast skal so í bandi, at allar kommunalar bygging- ar skulu vera orkuvinarligar. Skundast skal undir eina umlegging til reina orku fyri húsarhald og vinnu, og almennar byggisamtyktir skulu eggja til orkusparing og dygga bjálving. Við okkum í leiðsluni í Tórshavnar kommunu verða ítøkilig mál sett fyri umlegging frá dálkandi til varandi orku, og dentur verður lagdur á at stuðla upplýsing um orkusparandi tiltøk. Snøgt sagt, so verður grønur politikkur reyði tráðurin í øllum okkara politiska virksemi frameftir. Setið X við Lista E 11. november. Grønur politikkur reyði tráðurin býráðslimur og valevni á Lista E Leivur Hansen, Um 365 ár verður Árni Dahl 427 ár, kanska? So segði hann tað aftur! Nú skal Havnin sópast fyri lort. Hesuferð eru tað píkar- nir, sum skulu úr Havnini. Alt gott um tað. Grundgevingarnar fyri tí eru, at teir dálka so nógv, og at tey sum hava allergi ikki fáa andað. Tað er gott, hann er tilvitaður um tað. Men tá tað kemur osingina inni í Firði í Kollafirði, tá tykist Heðin ikki vita so nógv um avleingarnar av øllum tí eitrandi roykinum, sum kemur úr skipunum, sum liggja har. Men soleið- is er, tá man sópar undir gólvteppið. Heðin, vit ynskja nakað tað sama, sum tit í Havn. Vit eru hóast alt eisini ein partur av kommununi. Sum tað ljóðaði á tær, so skuldi tað ikki verið nakar trupulleiki. Tá tað kemur til allan tann eitrandi russararoykin inni í Firði, tá eru píkarnir í Havn lítið av miklum. So gott hevði verið, um Heðin var líka tilvitaður um tað, sum um píkarnir í Havn. Hugsa um tey neyðars børn, sum ganga í Barna- garðinum millum Bóla, har man ikki vera tespiligt, tá hann liggur út eftir fjørðinum. Tað var hugaligt at hoyra býarstjóran í ÚF, har hann tosaði um, hvussu vanda- mikið tað er hjá havnaborg- arum at anda handan eitr- andi roykin niður í seg. Heðin man ikki halda tað vera so vandamikið hjá borgarunum á Signabø og í Kollafirði at anda russara- roykin niður í seg, tí hann hevur ikki gjørt nakað serligt fyri at bøta um tað. Men kanska honum ein dag kemur til hugs, at roykurin her norðuri er líka vandamikil sum roykurin av píkunum í Havn. Tað kundi kanska verið eitt hugskot at gjørt á sama hátt við skipini, sum við bilunum við píkum í Havn. Heðin legði upp til, at bilarnir skuldu parkerast uttan fyri Havnina. Sama kundu vit hugsa okkum var gjørt vit tey russisku skip- ini, sum koma inn á Kolla- fjørð, (tað er Pressarin, sum leggur tey til kaj óansæð) so tey góvust at spræna handan eitrandi roykin út og ikki minst at sleppa av við handan ótolandi larmin. Til dømis kundi verið kravt, at teir sløktu motorin úti við havnamerki áðrenn teir koma inn á fjørðin, líka sum í HAVN. Kanska man tá kundi tikið handan býarstjóran fyri fult. Tað er gaman í at halda Havnina reina, tá man blakar lortin úr Havnini og norðum. Vit hava ella høvdu eina deiliga havn í Kollafirði. Nú skal hon bara brúkast til tað, sum dálkar og órógvar for nógv í Havn. Osandi, gassandi russaraskip og buldrandi konteynarar. Signabøur evaLd Joensen Og píka, Heðin! viðmerkingar