mánadagur 20. oktober 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 201 - 20. oktober 2008
Vánalig gransking
Kristian Hansen hevði 13.
oktober nakrar viðmerkingar til
ummæli hjá mær av nýggjari
bók hjá Søren Wibeck um tann
søguliga Jesus, sum eg lat prent
að í Sosialinum 1. september.
Kristian heldur, at granskingin
hjá Marcus Borg, sum Søren
Wibeck m.a. endurgevur, er
“vánalig”. Hann loyvir sær
enntá at ivast í, um tann kompi
tenti gudfrøðiprofessarin “yvir
høvur hevur lisið Markus”, tá
hann heldur uppá, at tann
kristni syndoffurtankin, ikki
finst í Markusevangeliinum.
Eg havi ongan áhuga í at
verja sjónarmið hjá Marcus
Borg móti skuldsetingunum
um vánaligt handverk frá
Kristian, men eg kundi latið
hann sjálvan fingið orðið.
Marcus Borg er ein ógvuliga
kompitentur kristin gudfrøði
professari við Origon State
University, sum hevur nýtt alt
sítt vaksna lív upp á at
granska Nýggja Testamenti.
Hann man sjálvur vera maður
fyri at verja seg móti skuld
setingum um vánaliga
gransking frá Kristian. Og
Marcus Borg kennir sjálvandi
Markus 14:24: “Hetta er blóð
mítt, blóð sáttmálans, sum
verður úthelt fyri mongum”,
sum sambært Kristian
prógvar, at syndoffurtankin
finst hjá Markusi. Syndoffur
tankin verður bara heldur ikki
nevndur í hesum versinum
hjá Markusi, men tað er
áhugavert, at hjá Matteusi,
sum skrivaði av eftir Markus
eini 15 ár seinni (um 85 e.
Kr.), eru orðini “til fyri
gevingar syndanna” (26:28)
løgd aftur at markusversinum.
Sjálvur tekur Marcus Borg
soleiðis til, eftir at hava greitt
frá um offurdeyða í breiðari
merking, t.e. offur fyri m.a.
sínum kærleika til Gud ella
offur fyri síni trúgv, sum
nógv kristin gjøgnum søguna
eru deyð sum offur fyri:
“Tann meira serstaka merk
ingin av offur í mun til deyða
Jesusar tosar um eitt umboð
andi offur fyri synd, ein
deyða fyri heimsins syndir.
Hendan merkingin er ikki til
staðar í søguni hjá Markusi
um langafríggjadag; hon er
yvirhøvur ikki har. Sanniliga,
hendan merkingin kann væl
vera fráverandi í Markus
evangeliinum sum heild. Tær
tríggjar fyriboðanirnar um
deyða Jesusar miðskeiðis hjá
Markusi siga ikki, at Jesus
noyddist at fara til Jerusalem
at doyggja fyri heimsins synd
ir. Heldur vísa tær til Jerusa
lem sum avrættingarstaðið
hjá myndugleikunum. Tað er
bara eitt brot í øllum Markus
evngeliinum, sum kundi havt
eina umboðandi offur merk
ing. Tað er í brotinum aftan á
triðju fyriboðanina um hans
ara deyða, meðan Jesus hjá
Markus tosar við lærusvein
arnar fyri triðju ferð um týdn
ingin av at fylgjast við hon
um, har hann sigur: ”Tí at
menniskjusonurin er ikki
heldur komin fyri at vera
tænaður, men fyri at tæna og
at geva lív sítt sum loysigjald
fyri mong” (10:45). Fyri
nógv kristin ljóðar orðið
“loysigjald” sum offur mál,
tí vit tosa onkuntíð um Jesus
sum loysigjaldið fyri okkara
syndir. Men tað hevur nærum
heilt sikkurt ikki hendan týdn
ingin hjá Markusi. Grikska
orðið, sum verður týtt til
loysigjald (lutron), er í Bíbli
uni ikki nýtt í høpi við gjald
fyri synd, men tað sipar til
gjald fyri at seta fangar fríar
(ofta krígsfangar) ella trælir
(ofta gjaldstrælir). Lutron er
ein háttur at loysa úr træl
dómi”. Sambært Marcus
Borg ofraði Jesus sítt lív fyri
sínum kærleika til Guds (t.e.
eitt rættvíst) ríki í samtíðini
ikki fyri allar heimsins fram
tíðar syndir. So kunnu fólk
sjálvi meta um, hvørt tey
hava álit á Kristian Hansen
ella Marcus Borg. Sjálvur
havi eg onga avgjørda mein
ing um svarið upp á um
strídda spurningin viðvíkj
andi týdninginum av deyða
Jesusar hjá Markusi.
Harafturímóti havi eg av
gjørdar meiningar um nøkur
onnur uppáhald í greinini hjá
Kristiani, sum hann bara
kemur við og als ikki roynir
at grundgeva fyri.
Uppgerð við evangeliini
Kristian sigur t.d., at bókin
hjá Søren Wibeck “ger upp
við stóran part av evangeli
inum”. Tað er eitt uppáhald,
sum ikki kann standa ósvar
að. Bókin viðgerð bíbilsku
tekstirnar, hon ger á ongan
hátt upp við teir. At innihald
ið í teimum bíbilsku tekstu
num stundum er ósannlíkt,
onkuntíð mótstríðandi og at
seinni høvundar í fleiri før
um beinleiðis hava lagt aftur
at og broytt tekstirnar, tað
eru bara sannroyndir, sum
eingir seriøsir bíbliugransk
arar kunnu síggja burtur frá.
Tí hevði tað eisini verið bein
leiðis ósakligt av Wibeck
ikki at nevnt tað. Møguliga
er tað eisini grundin til, at
Kristian einki leggur í at gera
viðmerkingar til hesi viður
skifti, men heldur fer eftir
meira umstríddum uppáhald
um hjá Marcus Borg, sum
Søren Wibeck annars sakliga
setur upp ímóti øðrum sjónar
miðum.
Eg royndi í ummælinum at
vísa á, at høvundurin, Søren
Wibeck, er so mikið sakligur,
at hann t.d. endurgevur bæði
sjónarmið hjá C. S. Lewis og
Marcus Borg. Tann fyrri
grundgevur fyri, at Jesus
segði seg vera Gud, tann
seinni grundgevur fyri, at
Jesus ongantíð segði seg vera
Gud. Eg um og viðmælti
bókina hjá Søren Wibeck, tí
tílíkar bøkur kunnu øll fáa
nakað burturúr, kristin eins
væl og ikkikristin. Nú veit
eg ikki, hvat Kristian skilir
við góða gransking, men kan
ska hevði hann hildið bókina
verið góða, um hon einans
hevði endurgivið bíbilska
tekstin og sjónarmið hjá C.
S. Lewis, sum sambært
Marcus Borg byggja á orðing
ar hjá Jóhannesi, sum “teir
flestu leiðandi granskarar í
dag vilja siga, at Jesus ong
antíð segði ... um seg sjálv
an”. Eftir mínum tykki hevði
tað verið beinleiðis ósakligt
av Søren Wibeck at latið
bíbliutrúgv sjónarmið hjá C.
S. Lewis staðið ósvarað ser
liga um tað er so, at teir
flestu leiðandi granskarar eru
samdir við Marcus Borg í, at
nevndu guddómligu Jesus
orðingar hjá Jóhannes ikki
stava frá Jesusi sjálvum.
Søren Wibeck ger ikki
annað enn tað, sum ein hópur
av granskarum ger hvønn
dag; hann viðger bíbilska
tekstin kritiskt. Men summi
kristin tykjast halda, at antin
noyðast granskarar at viður
kenna, at Bíblian er ein feil
frí guddómlig opinbering,
ella eisini gera teir upp við
Bíbliuna. Tað tykjast bara
vera tvinnir kostir at velja
ímillum. Men soleiðis verða
eingir (fornir) tekstir við
gjørdir av seriøsum søgufrøð
ingum. Tað snýr seg um at
fáa tær álítandi upplýsing
arnar úr keldunum og lata
restina liggja. Fornir tekstir
hava t.d. upplýsingar um, at
m.a. Augustus og Alexandur
tann Stóri vóru guddómligir
og føddir av moyggj, men
eingin seriøsur søgufrøðing
ur tekur tílíkar upplýsingar í
álvara. Tað merkir ikki, at
teir gera upp við tekstirnar;
teir viðgera bara innihaldið í
teimum kritiskt.
Góð bíbliugransking
Sum áhugaður leikmaður
haldi eg meg ikki hava før
leika til at meta um ella
leggja granskingina hjá tí
komtitenta professaranum
Marcus Borg undir at vera
“dømi um vánaligt gransk
ingararbeiði”, soleiðis sum
Kristian ger uttan at himp
rast. Sum søgufrøðingur havi
eg hinvegin ikki stóra virðing
fyri niðurstøðum, sum uttan
kritiskar viðmerkingar (uttan
viðmerkingar yvirhøvur) eru
grundaðar á afturlítandi orð
ingar úr tekstum í Nýggja
Testamenti, sum eru festir á
blað umleið 4070 ár eftir
deyða Jesusar, vanliga av
lærusveinum, sum ikki
kendu hann persónliga: t.d.
at “Jesus tosar um ... deyða
Sín”, “Jesus tosar um at
gjalda við egnum lívi”, sum
Kristian ger í síni viðmerk
ing. Tað er møguligt, at tílík
“trúgv” er góð gudfrøðigran
sking (tað havi eg ikki so
nógv skil fyri), men tað er og
verður rættiliga ivasom søgu
gransking. Tað er hvørki
Jesus ella Gud, sum tosar í
evangeliunum; tað eru evan
gelistar, sum eftir øllum at
døma ongantíð hittu ella
kendu tann søguliga Jesus,
sum seinni siga sínar søgur
um ta krossfestu hetjuna.
Eitt hevur Marcus Borg í
øllum førum rætt í, og tað er,
at vit hava onga óhefta at
gongd til tann søguliga Jesus.
Longu tá teir fyrstu tekstirnir
vórðu festir á blað funnust
fleiri gudfrøðiligar tulkingar
av lívinum hjá Jesusi. Hóast
Kristian tykist halda tað
øvugta, so er Marcus Borg
fullgreiðir yvir, at allir tekstir
í Bíbliuni eru gudfrøðiligir,
eisini Markusevangeliið, men
tað elsta evangeliið hevur
sambært honum ikki somu út
legging av Jesu lív og deyða
sum aðrir tekstir. Tað eru
hesar ymisku tulkingarnar av
lívi Jesusar, sum viðhalds
fólk hava fest á blað, sum vit
hava atgongd til. Tað merkir,
at keldurnar á ongan hátt eru
óheftar. Eins og allar aðrar
keldur, sum eru festar á blað
av viðhaldsfólkum, eru tær
litaðar. Tað er v.ø.o. eingin
ivi um, at Bíblian er at rokna
sum “orð um Gud” og ikki
“Guds orð”.
Spurningurin er, hvat tað
er fyri ein Jesus, sum fjalir
seg aftanfyri hetjusøgurnar.
Her er kritisk gransking
neyðug og ikki banalar
endurgevingar av tekstinum.
Jesus – offur, jødi ella...?
Hans andrias
sølvará
Heimsfevnandi fíggjarkrepp
an ger tað meira aktuelt enn
nakrantíð at hava innlit í og
skil á fíggjarkervinum. Við
gerðin av bankatrygdarnet
inun vísti greitt, at vit als ikki
hava ta ávirkan og ábyrgd vit
eiga at hava av okkara egnu
figgjarviðurskiftum.
Fólkatingið og Løgtingið
samtyktu í farnu viku so
nevnda bankatrygdarnetið.
Hetta fekk fólkatingslimin
Edmund Joensen at stórfegn
ast um, at tosið um føroyskt
fíggjareftirlit er tagnað. Men
júst viðgerðin av trygdarskip
anini vísti heilt greitt, hvussu
langt vit eru frá at hava neyð
ugt innlit í og avgerandi ávirk
an á okkara egna fíggjarkervi.
Tað er ein álvarsom støða.
Eingi fingramerki
Føroysku bankarnir ynsktu at
gerast partar av bankatrygdar
skipanini. Tjóðveldi tók und
ir við hesum, men vístu vit
samstundis á eina røð av
spurningum og óavgreiddum
viðurskiftum. Tá føroysku
bankarnir eru partur av skip
anini, áttu føroysku myndug
leikarnir sjálvsagt at verið
við í arbeiðinum at orða
lógina. Men, sum tað kom
fram í Løgtinginum, so hevur
bert hissini samband verið
millum føroysku og donsku
myndugleikarnar um málið,
og tí vóru eingi føroysk
fingramerki at hóma í lógini.
Á leið 150 bankar eru við í
skipanini, og kunnu hesir í
mesta lagi koma at gjalda 35
milliardir krónur til samans.
Henda upphædd varð sett
sum 2% av donsku BTÚ.
Føroysku bankarnir koma
eftir hesum leisti í ringasta
føri at gjalda nærri eina hálva
milliard krónur til skipanina,
sum er lutfalsliga nógv.
Verður tørvurin størri enn
35 mia, ber danski staturin
restina av útreiðslunum. Tá
føroyskir bankar nú gerast
partar av skipanini, merkir
tað so eisini, at landskassin
kemur at bera sín lutfalsliga
part, um kravið til grunnin
verður hægri enn 35 mia?
Um so er, hvat kemur hetta
at merkja fyri landskassan?
Trygdarskipanin skal eftir
ætlan virka í tvey ár. Um
pengarnir í grunninum ikki
verða nýttir, fáa Føroyar tá sín
lutfalsliga part afturgoldnan í
2010? Sambært lógini fella
pengarnir – eisini teir frá
føroysku peningastovnunum
– í danska statskassan.
Avtøkufelagið høvuðsleiklut
Danska búskaparmálaráðið
setir á stovn eitt partafelag
nevnt Avtøkufelagið. Sam
bært lógini er tað danska bú
skaparmálaráðið, sum eigur
hetta partafelag. Føroyingar
eiga sostatt ikki part í felag
num. Nevndin, sum verður
vald at stýra felagnum, kem
ur at vera ein ómetaliga týdn
ingarmikil nevnd, bæði með
an skipanin virkar, og ikki
minst tá hon verður tikin av.
Tí átti landsstýrið sjálvandi
at tryggja sær møguleika at
velja nevndarlimir, og
soleiðis tryggja sær ávirkan.
Nevnda Avtøkufelag, kemur
m.a. at peika á keypara, í teim
um førum har peningastovnur
ikki ber seg. Um ein føroyskur
banki fær trupulleikar, er vandi
sostatt fyri, at hann verður
seldur útlendskum/donskum
banka. Føroya Landsstýri ella
føroyskar fyritøkur – kunnu
sostatt ikki fara inn og keypa
bankan uttan so at Avtøku
felagið hevur givið sítt vælsign
ilsi. Tað eru danska Fíggjareftir
litið og danski búskaparmála
ráðharrin, sum hava síðsta
orðið at skula hava sagt.
Alt vald til danska
Fíggjareftirlitið
Fíggjareftirlitið kann fara
beinleiðis inn at stýra bank
unum, og kann eitt nú nokta
bankunum at flyta kapital
millum egnar fyritøkur. Tað
kann eisini fara inn og seta
nevndarlimir og stjórar frá.
Danska fíggjareftirlitið hevur
sostatt sera víðfevndar heim
ildir í okkara fíggjarkervi.
Hetta er eitt øgiligt vald at
lata øðrum, og eg vóni, at
landsstýrið ger alt sum stend
ur í tess makt at tryggja
okkum ávirkan her.
Nú hendan skipanin kemur
at virka, er eingin ivi um, at
tað fer at vaksa um áhugan
hjá peningastovnum og øðr
um at læna donskum (og før
oyskum) bankum pengar. Tað
er gott, men sum nevnt verð
ur í donsku viðmerkingunum
til lógina, so er samstundis
ein greiður vandi fyri, at
spekulerað verður í skipan
ini. Tí verður ymiskt gjørt
fyri at byrgja upp fyri hesum.
Vit vita, at føroyskir bank
ar mest sannlíkt eru lutafalls
liga betri fyri enn nógvir av
teimum donsku og útlendsku
bankunum, ið verða við í
skipanini. Eiga vit ikki eisini
at hava møguleika fyri at
ávirka og byrgja fyri speku
latiónsvandanum?
Hetta eru nakrir av teimum
spurningum, sum als ikki
vórðu nóg væl lýstir frá
landsstýrisins síðu, áðrenn
lógin varð samtykt.
Kundu styrkt okkara støðu
Tjóðveldi mælti saman við
hinum andstøðuflokkunum til
fleiri broytingar í lógini, júst
fyri at tryggja føroysku áhuga
málini betri. Broytingarupp
skotini fullu tíverri.
Samstundis torir Edmund
Joensen ikki at hugsa um
avleiðingarnar, um vit yvir
taka fíggjarøkið. Eg tori ikki
at hugsa um, at vit framhald
andi lata alla ábyrgd upp í
hendurnar á øðrum.
Skuldi nakar ivast, so er
Tjóðveldi framvegis fremsti
forsprákari fyri at vit taka
við ábyrgdini av okkara egna
fíggjarkervi og sjálvi hava
eftirlit við bankunum. Fegin í
samstarvi við onnur lond. Vit
eru als ikki nøgd við, at tað
er danski búskaparmálaráð
harrin og ikki føroyski
fíggjarmálaráðharrin sum
er fyrstur at fáa boðini frá
Fíggjareftirlitinum um støð
una hjá føroysku bankunum.
Ábyrgd av egnum fíggjarviðurskiftum
Bjørt
samuelsen
viðmerkingar