Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-20, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. oktober 2008síða 16

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 [ Nr. 201 - 20. oktober 2008 ] Royna aftur týsdagin Tá næst seinasta umfarið av Formula-deildini skuldi spælast í gjár, var als ikki spælandi á fleiri støðum. Sveinur Tróndarson, formaðurí Kappingarnevndini, staðfesti fyri portalinum, at tað hjá teimum var hampuliga lætt at taka avgerð um at flyta allar dystirnar. – Hvørki á Sandi, Skála ella í Klaksvík var spælandi, og ítróttarliga var rættasta avgerðin tí at útseta alt umfarið. Ístaðin er gjørt av, at vit royna at avgreiða dystirnar týsdagin klokkan 16. Og riggar tað ikki, so hava vit eisini mikudagin at taka til, sigur Sveinur Tróndarson. Maradona vil venja landsliðið Diego Maradona segði í samrøðu fríggjadagin, at hann er til reiðar at taka við sum argentinskur landsliðsvenjari. Ein sessur, sum gjørdist tøkur, eftir at Alfio Basile segði seg úr starvinum hósdagin. – Eg eri púrasta til reiðar, um tørvur skuldi verið á tí, og eg vildi verið ovurfegin, um eg fekk áheitanina. Hvør hevði ikki verið tað, sigur Maradona. Í argentinsku miðlunum verður tó ikki roknað við, at Maradona verðu nýggjur venjari. Hinvegin verður roknað við, at ein annar fyrrverandi spælari – Gabriel Batistuta – er favorittur til sessin. Batistuta vandi eisini liðið, sum vann OL-gull í Beijing í summar. Føroyska veðurlagið er ikki til at spæla fótbólt seinast í oktober mánaði Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Seinasti fótbóltssunnudag- urin á árinum gjørdist fót- bóltsleysur. Ístaðin verður nú lagt upp til, at avgerandi dystirnir í Formula-deild- ini skulu spælast týs- og leygardagin, og tað er sum so eisini í lagi. Í øllum før- um er einki ivamál um, at avgerðin um at útseta 26. umfarið av Formula-deild- ini var røtt. Neyðuga útsetanin reis- ur tó aftur spurningin, um føroyska fótbóltskapping- in verður skipað eftir røtt- um leisti. Tí talan er nær- um um russiska roulettu, tá seinastu dystirnir verða settir á skránna seinast í oktober mánaði. Higar til hava vit verið heppin við veðrinum, men tað er bara ein spurningur um tíð, fyrr enn spurningurin um FM-heitið og Champions League milliónir verður avgjørdur av eini tilvildar- ligaru hvirlu ella kanska einum stórum hyli, sum forðar bóltinum í at vinna vegin fram á málið. Tað eru fyrst og fremst tríggir møguleikar, sum FSF eigur at umhugsa í hes- um. Dystartalið kann skerj- ast, men hetta er so ikki í tráð við tað, sum er sett í kortið seinnu árini. Summ- arfrítíðin kann burturbein- ast, og hetta er kanska mest nærliggjandi loysnin. Í dag venja Formula-spælarar kortini, tá ferian er á skránni, og tað er hálvgum margháttligt, at vit ikki spæla sum mest av dystum í bestu árstíð. Og triði møgu- leikin er at koppa kappingini á, soleiðis at spæla verður heyst og vár, heldur enn at fylgja álmanakkaárinum. Yvirritaði ítróttarskrivari hellir kanska mest til hetta seinasta, men talan er tá um eitt sera stórt stig at taka, og verðu tann avgerðin tik- in, vendst ikki aftur. So rætt- ast er kanska at troyta aðrar møguleikar fyrst. Og so mugu vit annars bara vóna, at ætlaða fót- bóltshøllin skjótt kann ger- ast aktuell. Hon hjálpir ikki einsamøll upp eitt heilt umfar í fremstu deild- ini, men hon ger tað møgu- ligt at spæla fótbólt alt árið, uttan at atlit skulu tak- ast til veður og vind. Og so kundi hon eisini verið nýtt til landsdystir, sum liggja í oktober ella kanska fyrst og mars mán- aði. Tá vildi veðrið ikki sett fólk eftir við hús, og gang- urin av áskoðarunum hevði eisini verið nakað væl størri. At hugsa sær, hvussu rómurin hevði verið, høvdu 4.000 føroyingar sitið undir taki og sent Eysturríki heim til hús, heldur enn at 1.900 okkara treiskaðust móti veðrinum, tí vit vildu síggja eina endurtøku av Lands- krona. Nú sakna vit høllina Sylla bíðar framvegis eftir pappírunum, og stjórin í FC Amager vónar, at tað fer at bera til at lyfta seg longri upp á talvuna Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Í gjár komu teir í FC Amager aftur av Sælandi við einum stigi. Teir høvdu vitjað í Næstved, og úrslitið varð 2-2. Næstved varð roknað at vera greiður favor- ittur, og tá ið FC Amager í 40 minuttir var undirmannað orsakað av beinleiðis reyð- um korti fyri neyðbremsu, og tá ið FC Amager í yvir- tíðini misti ein mann afturat orsaka av tveimum gulum kortum, so var úrslitið væl og virðiliga at liva við. Tríggir føroyskir spælarar eru í FC Amager: málverjin Hans Jørgensen, og fram- rættaðu Erling Jacobsen og Páll Klettskarð. Eingin teirra var í ferðalagnum í Næstved. Fyri stuttum skrivaði FC Amager sáttmála við Ahmed Sylla, sum er kend- ur í Føroyum. Men Sylla var ikki á FC Amager liðn- um í Næstved. Orsøkin er tann, at pappírini ikki enn eru komin upp á pláss. Tað harmar teir í FC Amager, tí tað verður roknað við, at Sylla við sínum góða bólt- førleika, skjótleika og góða máltevi kann gerast dyggur stuðul. FC Amager hevur spælt níggju dystir. Sunnudagin var fimta ferðin, at tað end- aði við javnleiki. Higartil hevur liðið við føroysku úti- setunum vunnið ein dyst, og tríggjar ferðir hava teir einki stig fingið burturúr. Mikudagin skal FC Amager á heimavølli spæla ímóti Frem. Talan er um uppgerð frá 9. umfari, sum varð útsettur, tí tveir Frem spæl- arar – Atli Danielsen og Jón Rói Jacobsen – vóru burtur- staddir í landsliðsørindum. Todi Jónsson er stjóri í FC Amager, og hóast liðið sam- an við tveimum øðrum – annað felagið er Frem, sum hevur Atla Danielsen og Jón Róa Jacobsen á listanum - er á 12. plássi og harvið ikki so langt frá niðurflyt- ingarplássi, so heldur Todi, at gongdin er á einari leið: - Undan dystinum í Næst- ved høvdu vit tvær vikur at koma fyri okkum í. Tað kom væl við, tí fleiri spælar- ar hava verið skaddir, men nú eru teir komnir fyri seg aftur. Vónin er, at vit skulu megna at lyfta okkum upp um miðstrikuna. Tað er tætt millum liðini, og um tað eydnast okkum at vinna nakrar dystir, so er tað skjótt at taka seg fleiri pláss fram á talvuni, sigur Todi í samrøðu við heimasíðuna hjá felagnum. Todi Jónsson ásannar, at tað hevur alt at siga at avrik- ini verða meiri støðug. - Vit eru nýggir í næstbestu deildini, og tí mugu vit rokna við, at tað onkra ferðina fer at kiksa. Tí er tað so týdningarmikið, at vit vinna nakrar dystir soleiðis, at vit ikki detta niður í botnin og skulu stríðast fyri at yvirliva. Tíbetur hava vit spælarar, sum hava royndir frá næst- bestu deildini. Men vit hava eisini fleiri ungar og óroyndar spælarar, og tá ið tað ikki eru so nógvir alt í alt, so hevur tað nógv at siga, at vit sleppa undan skaðum Næstu vikurnar eru dystir á skránni, sum á pappírinum tykjast lættari enn fleiri av teimum, sum FC Amager higartil hevur spælt ímóti. Sunnudagin vitjar Skive, sum hevur tólv stig, í Sund- by Idrætspark, og so skal FC Amager spæla ímóti trimum teimum niðastu á talvuni – Kolding, LFA og Køge. Todi er ikki heilt nøgdur Føroyski stjórin í FC Amager vónar, at tað ber til at lyfta liðið enn longur upp á stigatalvuni komandi umførini, tá talan á pappírinum er um yvirkomuliga mótstøðu Mynd: Polfoto