Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-20, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. oktober 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 [ Nr. 201 - 20. oktober 2008 ] Mundi mist sjónina Danski landsliðsmálverjin, Thomas Sørensen, var bara milli­ metrar frá at missa sjónina, tá hann saman við Stoke vann 2­1 í­ botndystinum móti Tottenham. Alan Hutton hjá Tottenham tveitti seg fyrilitarleyst móti danska málverjanum, og úrslitið gjørdist eitt stórt sár beint við høgra eyga. 20 stingir skuldu til, áðrenn sárið var seymað saman, og danski málverjin var ikki blí­ður eftir dystin. – Vit tosa ikki um eitt prus á beininum. Vit eru har, sum tað als ikki er stuttligt meira. Eg veit væl, at hann kom yvir at biðja um umbering, men tað fái eg ikki brúkt til nakað. Hatta var ein verulig beistagerð, segði Thomas Sørensen við danska Ekstra­Bladet eftir dystin. Stabæk liggur til gull Stabæk liggur nú til at vinna norska meistaraheitið. Endaliga avgerðin er ikki fallin, men nú er tað bert ein teoretiskur spurningur, áðrenn Stabæk kann kalla seg meistari. Stabæk vann 2­1 um vikuskiftið, og nú tað mangla tvey umfør av norsku kappingini, skal nógv ganga galið, um Stabæk skal kiksa. Teir skulu tapa báðar teir seinastu dystirnar stórt, samstundis sum Fredrikstad skal vinna stórt. Sum føroyskur lands­ liðsvenjari hevur Jógvan Martin Olsen mangan havt tørv á sama dirvi sum tí, ið víkingarnir plagdu at sýna. Nú er hann formliga eisini víking­ ur komandi tvey árini Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Í Ví­kingi gjørdu tey skjótt av, tá Jógvan Martin Olsen fyri trimum vikum sí­ðani boðaði frá, at hann nú gavst sum før­ oyskur landsliðsvenjari. Anton Skoradal hevði giv­ ið nevndini boð um, at hann ikki ynskti at halda fram sum høvuðsvenjari hjá Ví­k­ ingi, og nevndin í­ felagnum setti seg alt fyri eitt í­ sam­ band við nú fyrrverandi landsliðsvenjaran. Samráðingarnar gingu bæði skjótt og væl, og seinnapartin frí­ggjadagin kundi Ví­kingur so bjóða til tí­ðindafund, har tað fyri væl møttu fjøldini, sum mundi telja eini 80 fólk, varð stað­ fest, at Jógvan Martin Olsen er nýggjur høvuðsvenjari hjá felagnum. Súni og Sámal Brandur Jacobsen, sum er limur í­ bólkinum kring For­ mula­hópin hjá Ví­kingi, fegnaðist sum vera man um tvey­ára sáttmálan, sum nú er gjørdur. Hartil staðfesti hann, at spælarahópurin til komandi kappingarár nú longu er um at vera komin upp á pláss. Allur hópurin, sum hevur spælt í­ ár, er til reiðar at taka eitt tørn afturat, og har­ til verður talan møguliga um onkran einstakan spæl­ ara afturat, varð sagt. Hvørjir spælarar kunnu koma upp á tal, varð ikki staðfest, men í­ øllum førum mundu tveir av gestunum í­ fyrrverandi LÍF­húsinum vekja forvitni. Súni Olsen skal finna sær nýtt felag at spæla fyri, eftir at hann varð mest sum grýttur úr B36, og tað er á ongan hátt óhugsandi, at tal­ an aftur verður um fótbólt í­ Sarpugerði hjá honum. Og millum gestirnar var eisini Sámal Joensen. Hann hevur siglt við farmaskipi seinasta árið, men tað ljóð­ ar, at hann møguliga hevur hug at koma á land aftur. Og fær hann aftur fast undir føturnar, er neyvan nakar ivi um loyalitetskenslu hansara, tá eitt felag skal veljast. Jógvan Martin gjørdist víkingur Stórmeistarin GM Sarunas Sulskis úr Litava gjørdist ovastur í talvkappingini Klaks­ vík International. Ovast seedaði Sulskis var á odda frá fyrsta til seinasta leik talv Jógvan Joensen jogvan@kallnet.fo Sarunas vann kappingina við 6½ stigi av 9 møgulig­ um, meðan altjóða meistarin úr Danmørkini, IM Esben Lund deildi annað plássi saman við IM Tapani Sam­ malvu, úr Finlandi og GM Gawain Jones úr Onglandi, allir við 5½ stigi. Føroyingarnir í­ kappingini stóðu seg sum heild sam­ bært styrkismetingini, tó at Heini Olsen stóð seg nakað betri enn væntað varð frammanundan. Krútsterka kappingin gjørdist ein sonn avbjóðing hjá Føroyingum og samstundis sera góð upp­ hiting til Talv­OL, sum verður í­ november mánað. Hóast føroyingar ikki rukku nøkrum IM­normi á hesum sinni, er at frøðast um, at FM Daniel Semcesen úr Svørí­ki rakk sí­num fyrsta IM­normi í­ Føroyum, eftir at hava verið nær við í­ fleiri umførum. Og sviar fegnast um frálí­ka úrslitið hjá Sem­ cesen. Annars gjørdist sí­ðsta umfarið rættiliga friðarligt við 4 javnleikum og sigri til G. Jones í­móti Olaf Berg. Eftir at hava telvað í­ sam­ fullar 8 dagar, uttan stórveg­ is møguleikar fyri at førka nevnivert við endaligu støð­ una, samdust menn um at friðarligu loysnina. Sulskis vann Klaksvík International 2008 Bara tveir dagar aftaná, at hann hevði leitt Føroyar í sein­ asta dystinum sum landsliðs­ venjari, kundi Jógvan Martin Olsen staðfesta, at hann verður venjari hjá Víkingi komandi tvey árini Mynd: Árant Hansen Endaliga støðan GM Sarunas Sulkis (LTU) 6,5 IM Esben Lund (DEN) 5,5 IM Tapani Sammalvuo (FIN) 5,5 GM Gawain Jones (ENG) 5,5 GM Ralf Åkesson (SWE) 5,0 FM Daniel Semcesen (SWE) 5,0 Heini Olsen (FAI) 4,0 GM Miroslaw Grabarczyk (POL) 4,0 Martin Poulsen (FAI) 2,5 Olaf Berg (FAI) 1,5 GM Sarunas Sulskis úr Litava gjørdist sigurharrin í talvkappingini Klaksvík International 2008 Mynd: www.faroechess.com