mánadagur 20. oktober 2008síða 18
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
[ Nr. 201 - 20. oktober 2008 ]
Kend sitat
Talan var ikki um best eydnaðu donsku
luttøkuna í endaspæli, tá EM varð spælt
í Onglandi í 1996. Meira enn úrslitini,
har Danmark noyddist at veittra farvæl
eftir bólkaspælið, stóðu tvey sitat tó eftir
í huganum. Táverandi venjarin, Richard
Møller Nielsen og áleyparin, Mikkel
Beck, fingu nevnliga sítt pláss í søguni,
tá teir tosaðu um: »We have to screw
down the expectations« og »I think we
have to play with long balls«.
Áskoðarapláss rapaðu í Göteborg
Tað skuldi verða ein gleðisdagur, tá Göteborg-felagið, Örgryte aftur vann sær sætið í bestu
svensku fótbóltsdeildini, tá teir í dysti í næstbestu svensku fótbóltsdeildini tóku ímóti
Väsby. Men tá gamli FCK-spælarin, Markus Allbäck skoraði til 1-0 til Örgryte gekk galið.
Ein rúgva av Örgryte-viðhaldsfólkum vóru stúgvaði saman, og tá tey í gleðisrúsi
fegnaðust um 1-0 málið hjá Allbäck kláraði áskoðaraskýlið ikki alt trýstið, og tann eina
girðingin hoyknaði, og 40 áskoðarar fóru sendandi oman á økið frammanfyri
áskoðaraskýlið. Sjúkrabilar komu beinavegin á staðið, men tíbetur var bara neyðugt at
flyta tann eina áskoðaran á sjúkrahús. Fleiri av hinum fingu minni skaðar og skursl, men
tað var ikki mett at verða neyðugt, at hesi høvdu tørv at fara á sjúkrahús. Fleiri av
áskoðarunum blivu fluttir frá áskoðaraskýlinum og til onnur øki kring vøllin. Ein tíma
aftaná óhappið var mett, at trygdin var í lagi, og dysturin var blástur í gongd aftur.
Fótbóltur
Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo
Danska fótbóltssambandið,
Dansk Boldspil Union -
DBU - er millum tey elstu
fótbóltssambondini í heim-
inum. DBU varð stovnað í
1889, og var DBU millum
tey
fótbóltssambondini,
sum stovnaðu altjóða fót-
bóltssamgonguna,
FIFA
tann 21. mai í 1904.
Kortini spældi Danmark
ikki sín fyrsta altjóða skrá-
setta landsdyst, fyrr enn
tann 19. oktober í 1908. Tal-
an var um ein dyst í olymp-
isku fótbóltskappingini í
London, og sigast má, at
danir høvdu eitt sterkt lið tá.
Fyrsta altjóða skrásetta dyst-
in, sum var ein olympis
fjórðingsfinala ímóti Frak-
landi »B« vunnu danir 9-0,
aftaná hálvleiksstøðuna 4-0.
Niels Middelboe fekk æruna
at skjóta fyrsta skrásetta
landsliðsmálið
hjá
Dan-
mark. Danmark møtti Frak-
landi »A« í hálvfinaluni, og
her gjørdist talan um ein
knúsandi 17-1 sigur til Dan-
mark, sum enn tann dag í
dag er danskt met. Sophus
»Krølben« Nielsen skeyt
heili 10 mál í hesum dystin-
um, sum somuleiðis er met.
Tað nærmasta eitt danskt
landslið í nýggjari tíð hevur
verið at sláa metið, varð
tann 23. august í 1967, tá
Danmark á gomlu Ítróttar-
parkini í einum venjingar-
dysti vann heili 14-2 í
Ìslandi. Danmark vann silv-
ur á olympisku leikunum í
1908. Í finaluni taptu teir 2-
0 ímóti Stóra Bretlandi. Dan-
mark hevði eitt gott landslið
um hesa tíðina, og tá olymp-
isku leikirnir vóru í Stokk-
hólmi í 1912, tá møttust
Danmark og Stóra Bretland
aftur í finaluni. Aftur hesa-
ferð
lá
Stóra
Bretland
omaná, talan gjørdist um ein
4-2 sigur á hesum sinni.
Aldargamalt met
fer at falla
Í tíðarskeiðnum millum
1910 og 1925 setti danski
landsliðsspælarin,
Poul
»Tist« Nielsen eitt sjáldsamt
met. Í bert 38 landsdystum
– tað var ikki so títt millum
landsdystirnar tá – skeyt
Poul “Tist” Nielsen heili 52
mál. Bara í tí eina dystinum,
tá Danmark vann 10-0 á
Svøríki skeyt Poul »Tist«
Nielsen seks mál.
Skjótt aldargamla metið
stendur skjótt fyri falli. Jon
Dahl Tomasson er í 102
landsdystum komin uppá
51 mál. Jon Dahl Tomasson
var skaddur herfyri, so hann
fekk ikki spælt við í HM-
undankappingardystinum
ímóti Malta í Parkini, men
tað er ógvuliga sannlíkt, at
Jon Dahl Tomasson tekur
metið í 2009.
Ein annar kendur lands-
liðsspælari í Danmark hesa
tíðina var Harald Bohr úr
AB í Gladsaxe. Harald
Bohr var bróðir tann kenda
vísindamannin, Niels Bohr.
Millum stuttligu søgurnar
er, at Niels Bohr var í audi-
ensi hjá Christian 10. kongi,
og kongur helt, at hann tos-
aði við bóltsnillingin, Har-
ald Bohr.
Tað var ímóti formligu eti-
kettini at rætta uppá kong,
men Niels Bohr kendi seg
noyddan at siga við kong, at
hann ikki var tann kendi
danski landsliðsspælarin.
Annars vóru 1920-árini
og 1930-árini ikki besta tíð-
arskeiðið hjá danska fótbólts-
landsliðnum. Danmark reyk
út í innleiðandi umfarinum í
dysti ímóti Spania, tá olymp-
isku leikirnir vóru í Antwerp-
en í 1920. Og satt at siga, so
hevur Spania ofta plágað
Danmark á fótbóltsvøllinum
hesi 100 árini.
Hæddarpunktið hjá fót-
bóltsáhugaðum dønum í
mong ár, var tann árligi
landsdysturin ímóti arva-
fíggindanum, Svøríki, sum
var uppá skift í londunum
báðum.
Hitler og bronsa
1940’ini standa sum størsta
paradoksið í danskari lands-
liðssøgu. 9. apríl í 1940 her-
tók Nazi-Týskland Dan-
mark, og gjørdust tey næstu
fimm árini ein óttafull tíð
hjá dønum, um enn Dan-
mark slapp betur frá kríg-
num, enn flest onnur lond,
ið gjørdust partur av 2.
heimsbardaga.
Danskir
søgufrøðingar
hava mangan hølvað táver-
andi leiðsluna hjá DBU av
fyri
teirra
margháttligu
avgerðir.
Á undrunnarverdan og
løgnan hátt valdi leiðslan í
DBU at samstarva við fót-
bóltssambandið hjá Nazi-
Týsklandi, og spældi Dan-
mark tveir landsdystir í 1940
og í 1941 ímóti landinum,
sum hertók teir, og sum fór
so illa við fólkunum í nógv-
um
øðrum
evropeiskum
londum. Hesir báðir lands-
dystirnir standa fyri mangar
danskar fótbóltssøgufrøðing-
ar og landsliðsstuðlar sum
svartasti kapitulin í danskari
landsliðssøgu.
Men stutt aftaná kríggið
fekk danskur landsliðsfót-
bóltur sína endurreisn. Dan-
mark vann bronsu, tá OL
var í London í 1948. Serliga
minnilig var fjórðingsfinal-
an ímóti Italia, sum Dan-
mark vann 5-3. Talan var
um eitt brak av einum dysti,
sum útvarpslegendan, Gunn-
ar »Nu« Hansen eisini gav
til kennar fyri mongu lurt-
arnar heima í donsku stovun-
um. Danmark møti arvafígg-
indunum úr Svøríki í hálv-
finaluni. Svøríki vann 4-2,
og kom í finaluna, sum teir
vunnu 3-1 á Jugoslavia. Dan-
mark møtti Stóra Bretlandi í
bronsudystinum, og vunnu
danir bronsukrónurnar við
einum 5-3 sigri. Summir av
teimum bestu donsku spæl-
arunum, John Hansen og
Carl Aage Præst gjørdust
árini aftaná 1948 millum
bestu yrkisspælarar í Seriu
A í Italia.
Silvur og hálvfinala
Frá byrjan í 1908 og fram til
1971 hevði DBU ein ógvu-
liga løgnan politikk, tá tað
kom til danska landsliðið.
Eingin danskur spælari, sum
livdi burtur av at spæla fót-
bólt slapp á danska landslið-
ið. Danska landsliðið skuldi
bara verða mannað við ama-
tørum. Avleiðingin av hesum
var, at Danmark fekk nakrar
ordans umgangir, tá teir
møttu sterkum londum, sum
Svøríki og Ungarn, og bleiv
enntá talan um tap uppá 6-0
á heimavølli Ítróttarparkini.
Men danir hava hesi 100
árini altíð megnað at uppalt
stór fótbóltstalent. Danmark
kvalifiseraði seg til olymp-
isku leikirnar, sum vóru í
Róm í 1960. Danmark
spældi seg tá til sína fjórðu
OL-hálvfinalu í søguni.
Danmark vann hesa minni-
ligu
hálvfinaluna
ímóti
Ungarn við 2-0. Málskjúttar
vóru Henning Enoksen og
Harald Nielsen, sum seinni
100 ár síðani Danmark sp
Í gjár vóru liðin 100 ár síðani danska fót
bóltslandsliðið spældi sín fyrsta altjóða
skrásetta landsdyst. Misjavnt hevur
gingið hesi 100 árini, men Danmark hev
ur sanniliga eisini góð úrslit at vísa á.
Serliga fyrst og síðst í 20. øld
Kanska besti dysturin í danskari fótbóltssøgu varð spældur grundlógardag í 1985. Preben Elkjær og Michael Laudrup skoraðu tvey
mál hvør, tá Danmark vann 4-2 móti Russlandi
Mynd: Polfoto