Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-20, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. oktober 2008síða 20

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 [ Nr. 201 - 20. oktober 2008 ] Sophus væl nøgdur Sophus Dal-christiansen, venjari, var væl nødgur við avrikið hjá føroyska kvinnulandsliðinum í kappingini í Sheffield. Tó er hann ikki heilt nøgdur við álopsspælið, men hann vil vera við at verjuparturin stóð sera væl, serliga tí at nógv fokus var á verjupartin í fyrireikingini til kappingina. Spurdur um málið varð rokkið til kappingina, svarar Sophus avgjørdur: - Ja! Málið við kappingini var, at fáa eindina at vera kompakta. Samstundis hava leikarnir eisini víst, at teir hava talentið, sum teir hava víst í heimligu kappingini. Veðurfastar í Bergen Føroysku hondbóltskvinnurnar skuldu eftir ætlan koma aftur til Føroya sunnudagin. Veðurlagið her heima kann tó eisini arga ítróttafólk, tí flogfarið við millum øðrum hondbóltskvinnunum ikki fekk sett seg í gjár. Ístaðin noyddust tær saman við hinum ferðafólkunum til Bergen at gista, og so verður vitað, um tað eydnast at seta flogfarið í dag. Tað var ikki nøkur trupul uppgáva føroysku kvinnurnar møttu, tá tær leiktu seinna dystin ímóti Turkalandi. Føroyar vunnu dystin 24-10 Hondbóltur Ólavur Guttesen ollisweet@hotmail.com Tapið móti Lettlandi hós- dagin tóktiskt at vera fari afturum bak, og tað vóru nakrar væl upplagdar kvinn- ur, sum fóru inn á vøllin fríggjadagin. Tær høvdu nakað at prógva aftaná tap- ið móti Lettlandi. Tær vóru í Onglandi fyri at vinna dystir. Erla Elisasen dagsins leikari Beinanvegin í dystinum vístu føroysku kvinnurnar, at tær høvdu leikligt yvir- vág. Turkaland megnaði at halda seg til 2-2, áðrenn Føroyar spakuliga, men við vissu, økti um støðuna so við og við. Tað var eingin ivi um, hvat var tað betra liðið. Støðan var 10-5 til Føroy- ar tá liðini bæði fóru til hálvleik. Føroyska liðið stóð væl á øllum økjum í nærum allan dystin. Verjan var kompakt, og fleiri mál komu uppá skjótálop. So at siga alt liðið virkaði sum ein heild, men tó er lítil ivi um, at dagsins leik- ari var málverjin, Erla Elia- sen. Hon fekk veruliga sýnt sínar dygdir í málinum. Millum annað kann nevnast, at fyrstu 20 minuttirnar av seinna hálvleiki fingu turk- ar bert tvey mál, hóast tær høvdu fleiri skot uppá mál, serliga uttanifrá. Tó skal eis- ini nevnast, at fleiri skot náddu ikki leiðina til Erlu, tí føroysku paradurnar tóku nógv skot. Sum dysturin leið, var tað bert ein spurningur um, hvussu stórur sigurin fór at vera. Føroyar bankaðu Turkaland 24-10, og sigurin kundi væl verið størri, um føroysku kvinnurnar veru- liga vildu tað. Men ein umráðandi dystur var á skránni dagin eftir, og hesin dysturin var kanska longu í tonkunum, áðrenn Turka- land dysturin var av. Øðrvísi taktikkur Sofus Dal Christiansen, venjari hjá føroysku kvinnu- landsliðinum, hevði broytt taktiska uppleggið, við at ikki skifa tveir leikarar út millum hvørt álop og hvørja verjustøðu, og tað gav úrslit. Tí, sum ein leikari segði, forðaðu útskiftningarnar effektivitetin í álposspæl- inum í fyrra dystinum. Føroyar bankaðu Turkaland Føroysku málskjúttarnir: Simona Petersen, 9 mál Unn Kragesteen, 5 mál Durita Christophersen, 2 mál Elin Staksund, 2 mál Rebekka Justinusen, 1 mál Gurið Mortensen, 1 mál Ása Dam á Neystabø, 1 mál Ninna K Johansen, 1 mál Laila Jespersen, 1 mál Simona Hansen, 1 mál Útvísingar: Føroyar 3 Lettland 4 Gul kort: Føroyar 3 Lettland 2 FAKTA um dystin Tá ið tað var greitt í 2006, at London skuldi verða vertur fyri OL í 2012, fór eitt miðvíst arbeiðið í gongd um at fáa hondbóltslandslið til menn og til kvinnur upp á beinini Hondbóltur Ólavur Guttesen ollisweet@hotmail.com Stóra Bretland hevur sum vertstjóð, beinleiðis atgongd til at luttaka í OL kappingini, mótvegis hinum londunum, ið skulu spæla seg til at luttka í kapp- ingini. 30 milliónir krónur at arbeiða við Hondbóltssambandið í Stóra Bretlandi fekk umleið 30 milliónir at arbeiða við, til at byggja hesi tvey lands- liðini upp. Málsetningurin hjá Bretska hondbóltssamband- inum er tískil at byggja upp tvey landslið, sum skulu geva hinum luttakandi liðin- um, sum luttaka í OL 2012, góða mótstøðu. Bretska OL nevndin er heilt klár yvir, at hetta er eitt sera stórt stig at taka, og lýsti hesa uppgávu til at vera ein av teimum størstu ítróttarligu avbjóðingunum í samband við OL 2012. Stór menning Tá Challange Trophy kapp- ingin var í 2006 luttók Stóra Bretland í kappingini, og leiktu móti Føroyum. Føroy- ar vann tann dystin 54-8. Men síðan tá er ein støðug menning farin fram á bretska landsliðinum. Í vár leiktu Føroyar aftur móti Stóra Bretlandi, og tá vann Stóra Bretland við trimum málum. Venjarin hjá bretska kvinnulandsliðinum, danin Jesper Holmris, sigur, at menningin gongur rætta veg- in, millum annað tí at fleiri av leikarunum ganga á góð- um donskum hondbólts- skúlum og leika á sera høg- um støði. Bert tríggir av leik- arunum ið vóru við í dyst- inum í 2006, vóru við í vár, tá Føroyar taptu dystin. Arbeiðsháttir Stóra Bretland nýtir tríggjar háttir at finna leikarar. Tann fyrsti er, at royna at menna leikarnar, ið longu eru í Bretlandi, meðan ein annar háttur er, at leita eftir leikar- um, ið íðka annan ítrótt, t.d. kurvabólt, ið kanska høvdu klára seg sum hondbólts- leikarar. Hin hátturin er at leita eft- ir leikarum, ið longu eru virknir sum hondbóltsleik- arar, men sum hava familju- samband (foreldur, ommar og abbar) við Stóra Bret- land, og tískil kunnu leika fyri Stóra Bretland. Føroy- ingar kenna hetta frá fót- bóltslandsliðinum. Tað er ikki bert umboð fyri bretska hondbóltssam- bandið, ið leita upp fólk. Fólk kunnu sjálvi søkja um at fara til eitt slag av eini upptøkuroynd, og tann veg- in finna útav um tey eru skikkaði til at leika hondbólt á rímiliga høgum støði. Higartil hava umleið 3000 verið til upptøku roynd, men bert 36 eru vorðin skikkaði. Jesper Holmris segði flennandi, at sjálvt føroying- ar, ið hava familjusamband til Stóra Bretland, hava møguleika at leika fyri bretsku oynna. Hann legði aftrat, at teimum tørvar eins góðar skjúttar, sum føroy- ingar hava. Veksur spakuliga Spurdur um hondbóltur er í vøkstri í Bretlandi, svarar Holmris, at henda kappingin er við til at fáa hondbóltin kendan. Nakað av miðladekningi hevur verið til hesa kapping, og tað ger, at hondbóltur fer at vaksa, tó gongur tað ógvuliga spakuligt. Stór menning í bretskum hondbólti Tað ber illa til bert at uppala nýggjar hondbóltsspælarar, so í Onglandi royna tey at finna talent í øðrum ítróttagreinunum eisini, eins og tey royna at finna spælarar við enskum ættarbondum