mánadagur 20. oktober 2008síða 21
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
[ Nr. 201 - 20. oktober 2008 ]
Útisetarnir
bæði vunnu
og taptu
Hondbóltsharrar
nir hjá ÍF Føroyum
vunnu aftur um
vikuskiftið, meðan
kvinnurnar taptu í
sínum fyrsta dysti
hetta kappingar
árið
Hondbóltur
Tíðindaskriv
Fyrsti dysturin hjá damun
um hjá ÍF Føroyar var
spældur í gjár ímóti Ajax
København. Føroyar kom
skjótt á odda 20, men
mistu leiðsluna til 23 til
Ajax. Eftir hetta gekk
spælið gott, og eina løtu
var Føroyar á odda vid 5
málum, men tá fyrsti hálv
leikur var liðugur var mun
urin minkaður til 2 mál.
Eftir
hálvleiksstegðin
gekk byrjaðnin í seinni
hálvleiki sera gott, og við
bæði góðum kontraáleyp
um og góðum málmanns
spæli øktist munurin til
45 móti endanum av hálv
leikinum. Ajax fekk tó
fóta sær og kom afturíaftur
men tó ikki nokk til, at
sigurin var í vanda. Dyst
urin endaði 2320 til ÍF
Føroyar, sum harvið kom
væl fra byrjan.
Friða Næs 8, Guðrun
Poulsen 5, Sólvá Dam 4,
Guðný Næs 3, Siri Hovs
garð 1, Eyð T. Magnussen
1, Rannvá Magnadóttir 1.
Harrarnir spældu eisini
í gjár, men taptu móti FIF
í
Frederiksberghøllini.
Dysturin endadi 2619
eftir hálvleiksstøðina 10
9 til FIF. Spæli hjá
monnunum kom ongantíð
upp at koyra, og serliga
fyrst í seinna hálvleiki
gekk illa, har FIF økti um
munin til 8 mál. Móti end
anum gekk betur og Før
oyar fekk minka um mun
in, sum tó bleiv til 7 mál.
Ari Rouch 6, Leif Mikk
elsen 3, Magnus Poulsen
3, Helgi Justinusen 2,
Steingrímur Funding 2,
Heini Bendtsen 1, Rói
Eysturdal 1, Petur Óli
Samuelsen 1.
Seinasti dysturin hjá
føroysku kvinnunum
í fýralanda kappingini
í Sheffield var leiktur
leygarkvøldi móti
vertunum úr Stóra
Bretlandi. Stórur
dramatikkur var í
dystinum og ikki
minst aftaná dystin
Hondbóltur
Ólavur Guttesen
ollisweet@hotmail.com
Føroysku kvinnurnar vóru
fullar í sjálvsáliti áðrenn
dystin í Stóra Bretlandi, og
tað sást týðiliga frá byrjan.
Føroyar løgdu seg á odda
10, og komu frammum 4
2, øll málini skorað av
Simonu Petersen. Men eftir
dreymabyrjanuna
hesa
løtuna tóktust kvinnurnar at
missa tað góða stevið.
Ongland svaraði aftur og
kom frammum 48, áðrenn
Føroyar kom fyri seg aftur
seinastu 10 minuttirnar í
fyrra hálvleiki.
Í 20. minutti bjargaði
Fríða Petersen eitt brotskast,
og í 21. minutti fekk Stóra
Bretland eina leikara útvíst
an. Hesar báðar hend
ingarnar góðu føroyingun
um vind í seglini, serliga tá
generalurin í verjuni og í
álopinum hendan dystin,
Guðrið Mortensen, skoraði
uppá brotskast. Støðan var
nú 58, men vindurin vildi
ikki leggja seg ikki.
Føroyinganir stríddu seg
uppá 88, tá Guðrið skoraði
enn eitt brotskast, áðrenn
liðini fóru til hálvleiks.
Føroyar tað
betra liðið
Í seinna hálvleiki vístu
føroysku kvinnurnar øgilig
an stríðsvilja. Hóast Stóra
Bretland legði seg frammum
bæði 89, 910 og 1011,
svaraðu okkara kvinnur
aftur, og hildu á at stríðast.
Tá Føroyar kom á odda
1211, tóktust tær at hava
kontroll á dystinum og
høvdu
eisini
leiktligan
yvirvág, hóast tað leikaði
sera javnt á.
Tá fýra minuttir vóru
eftir, og støðan var 1614 til
Føroyar, tók danski venjarin
hjá Stóra Bretlandi eitt
timeout, men stríðsviljin
og góða verjuspæli hjá før
oyingunum hesa løtu, var
ikki til at koppa.
Bretar fingu tó eitt mál,
men tað hjálpti lítið, tí
Føroyar vunnu dystin 16
15. Tískil fingu Føroyar
hevnd fyri tapið móti Stóra
Bretlandi fyrr í ár.
Vinnarin avgjørdur
á borðinm
Fagnaðurin var sum vera
mann stórur á føroysku
kvinnunum beint aftaná
dystin, men okkurt rungaði
ikki rætt, tá Stóra Bretland
varð lýst til at vinna
kappingina.
Útisendin hjá Miðlahúsi
num hevði longu boða
Miðlahúsinum frá, at Før
oyar hevði vunnið kapping
ina, áðrenn Stóra Bretland
fekk tann heiðurin, og hann
setti seg tí í samband við
føroysku
umboðini
á
staðnum um málið.
Stóra Bretland og Føroyar
høvdu eins málmun, +13,
men Letland var eisini á
fýra stigum, og tí skuldi
innanhýsis úrslitið fyri øll
trý londini gerast upp. Her
stóð Ongland seg best, tí
tær vunnu við ikki færri
enn fimm málum móti
Letlandi.
Samanlagt gav tað bret
unum ein málmun á +4 í
innanhýsis uppgerðini. Før
oyar høvdu málmunin 1 og
Letland hevði 3.
Eitt langt og drúgt kjak
fór fram millum føroysku
umboðini og dómarapanel
ið. Stóra Bretland og Før
oyar skiftust um at gleðast
um, hvat lið hevði vunnið
kappingina, meðan fyrireik
arnir leitaðu sær ráð úr
altjóða hondbólts reglugerð
um, um hvussu farast skuldi
fram.
Hildu seg hava vunnið
Føroysku kvinnurnar stríddust framúr væl í verjupartinum, har vertirnir sjáldan sluppu framat
til nakað sum helst
Mynd: www.britishhandball.com
Føroysku
málskjúttarnir:
Simona Petersen, 9 mál
Gurið Mortensen, 4 mál
Unn Kragesteen, 2 mál
Ninna K Johansen, 1 mál
Una Olsen, 1 mál
FAKTA
Ensk atsókn móti føroyska málinum
Mynd: www.britishhandball.com
AB tapti í Herfølge
AB var á vitjan hjá gamla felagnum hjá Jákupi Mikkelsen, Her
følge í gjár, og fóru akademikarnir aftur til Gladsaxe við einum 2
0 tapi. Aftaná fyrstu 45 minuttirnar var støðan javnleikur 00. Tá
70 minuttir vóru spældir legði Roberto Saraiva Herfølge á odda
10. 2 minuttir áðrenn leiklok staðfesti Henrik Toft sigurin hjá
Herfølge. Tá eitt korter var eftir kom Christian Høgni Jacobsen á
vøllin. Christian Høgni hevði ein stóran møguleika at minka um
munin í yvirtíðini, men tað hepnaðist tíverri ikki. Heimasíðan hjá
AB heldur, at talan var um ein vánaligan dyst hjá AB. AB er nú
nr. 5 í næstbestu donsku fótbóltsdeildini, teir hava 19 stig.
Tottenham-spælarar eru
svangir
Venjarin hjá enska felagnum Tottemham, Juande Ramos,
hevur sera strangan kostpolitikk,og við einum serfrøðingi á
odda hava allir spælararnir hjá Tottenham fingið kostplan
um, hvat teir kunnu og skulu eta. Spælararnir gremja seg nú
um, at teir ganga svangir áðrenn dyst. Fleiri spælarar hava
boðað venjarunum frá, at teir kenna seg illa, tí teir fáa ov
lítið at eta áðrenn dyst. Kanska tað er orsøkin til, at
Tottenham liggur aftast í Premier League eftir 8 dystir.