mánadagur 20. oktober 2008síða 22
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
[ Nr. 201 - 20. oktober 2008 ]
Ikki nóg
kaldir
Halgir Dahl Olesen,
sum sunnudagin spældi
á strikuni allan dystin,
iðraði seg um, at hann
og liðfelagarnir ikki
vóru eitt lítið vet kaldari
á degnum.
- Tað er keðiligt at tapa
hendan dystin. Vit gera
nakrar býttar tekniskar
feilir, tá vit ikki mugu
gera teir. Eitt nú, tá teir
vinna tvey mála leiðslu
hjá okkum aftur. Og móti
endanum brenna vit ein
100% møguleika, so tað
eru dýr mistøk.
Og er tað vantandi
orka, ella megna tit ikki
at halda høvdinum kalt?
- Tað kann vera
orkan, men eg rokni
ikki við tí. Men vit
mugu halda høvdið kalt
og ikki gera mistøk
móti dystarenda, segði
Halgir Dahl Olesen.
-mørk
Høvdu
marginalarnar
Ingi Olsen, venjari hjá
Neistanum, helt ikki, at
talan hevði verið um
nakran framúr hond-
bóltsdyst, tá hansara
menn hingu við í odd-
inum við tepra sigrinum
á H71.
- Tað er ikki altíð, at
spælið verður so pent í
slíkum dystum. Men
har er spenningur alla
tíðina, og vit klára so
akkurát at draga longra
stráðið.
Men hvat var tað, sum
var munurin á liðnum?
- Tað er ilt at siga, tí
talan er veruliga um
marginalar. Men kanska
er tað avgerandi, at vit
seinastu løtuna av dyst-
inum fáa verjuna upp-
aftur. Tá vit klára at
bremsa Syhler, sum
annars var farin ígjøgn-
um einar seks ferðirnar,
hava teir ikki so øgiliga
nógv meira. Og hin-
vegin hava vit nakrar
sterkar
einstaklingar,
sum tíbetur toga sigurin
heim, sigur Ingi Olsen.
-mørk
Góð álop, góðir
málverjar og vánalig
ar verjur. Tað vóru
eyðkennini í dystin
um á Hálsi, tá Neistin
fyribils krøkti H71 av
í oddastríðnum
Hondbóltur
Jákup Mørk
Jakup@sosialurin.fo
Hóast eitt mál er tepurt, so
er tað nóg mikið. Í so máta
greiddi Neistin sína skyldu,
tá H71 vitjaði um viku-
skiftið. Sigurin ber nevnliga
við sær, at Neistin nú er
einsamalt um at elta odda-
liðið úr Vestmanna, sum
enn hevur fult stigatal.
At Neistamenn eru nøgdir
um stigini, er lítil ivi um.
Hinvegin eru teir neyvan
serliga væl nøgdir við
spælið, sum als ikki livir
upp til tað, sum krevst, um
nakað
FM-heiti
skal
endurvinnast.
Vána verjur
Dysturin sunnudagin var
fyri tað nógva merktur av,
at verjurnar hjá báðum
pørtum høvdu ilt við at
stilla seg rætt.
Hjá Neistanum eru fleiri
sterkir individualistar, og
tað var fyrst og fremst við
avrikum frá hesum, at teir
bláu vunnu sær hálvleiks-
leiðsluna. Og so eiga mál-
verjarnir heldur ikki at
gloymast. Tí hóast lítið høpi
var í verjuspælinum, so
stóðu Magnus Matras hjá
Neistanum og Levi Nybo og
Jens Skipagøtu hjá H71 allir
ein fínan dyst, har teir upp á
skift tóktust geva liði sínum
avgerandi fyrimunin.
Eftir steðgin vóru tað
hoyvíkingarnir, sum komu
betur avstað. Fyrst og
fremst fingu teir skil upp á
verjuna, sum kom langt út
at dekka. Tað órógvaði
Neista-spælið, og tí gjørdist
talan um tað nógva um
skotroyndir útifrá.
Og í hinum endanum var
Danni Syhler um at gerast
heitur.
Ferð
eftir
ferð
smoygdi hann sær ígjøgn-
um, og gekk hetta ikki, so
var bara at tveita bóltin út á
veingin, har Dánjal Tórgarð
var mest sum ósvikaliga
tryggur.
Onkursvegna
megnaði
Neistin tó alla tíðina at halda
fast. Tróndur Kragesteen
hevði fleiri avgerandi gjøgn-
umbrot við skoringum, og
samstundis hevði H71 hug
at kiksa, hvørja ferð teir
veruliga høvdu møguleikan
at toga seg leysar.
Vóru kaldari
Hetta seinasta kundi bent á,
at hoyvíkingarnir ikki eru
nóg kaldir, tá á stendur, og
tað varð eisini undirstrikað
seinastu løtuna av dystinum.
Hoyvíkingarnir
vóru
støðugt á odda seinasta
korterið av dystinum, men
avgerandi bóltarnir vildu
ikki inn. Ein útvísingar
gjørdist eisini dýr, soleiðis
at Neistin fekk smoygt seg
upp á 32-31. Og hóast teir
bláu misnýttu yvirtalsstøðu,
tá leiðslan kundi verið
sementerað, so bøtti tað
ikki tað stóra hjá hoyvík-
ingum, sum altso mistu
tvey stig, sum teimum als
ikki nýttist at missa.
Men hondbóltur er nú ofta
soleiðis, at tað eru teir
seinastu minuttirnir, sum
telja mest, og verður roknað
eftir tí frymlinum, var sigur-
in hjá Neistanum uppiborin.
Neistin-H71 32-31 (15-13):
Verjuloysi á Hálsi
Stríddust sum svakir
Týska stórfelagið FC Bayern fekk umsíðir eitt sindur at fegnast um,
tá liðið vann 1-0 ímóti Karlsruhe um vikuskiftið. Venjarin hjá
felagnum, Jurgen Klinsmann, var fegin eftir sigurin, sum er tann
fyrsti í fýra dystum. - Vit stríddust sum svakir. Hetta var ein sera
týðandi sigur, sum far okkum eitt sindur upp á stigatalvuni, segði
Klinsmann eftir sigurin. Bayern er nummar 11 í Bundesliguni.
Ajax og Heini vunnu
Fríggjakvøldið bragdaði aftur hjá Ajax Keypmannahavn
í bestu donsku hondbóltsdeildini. Ajax hevði vitjan av
TMS Ringsted í Bavnehøjhøllini, og vann Ajax 23-19,
aftaná at hava verið á odda 11-6 í hálvleikinum. Hetta
er bert annar sigurin hjá Ajax Keypmannahavn í 7
dystum í hesum kappingarárinum. Heini Hanusarson
var ikki so eyðsýndur hesaferð. Hann fekk eina tveir
minuttirs útvísing, men hann skeyt einki mál á hesum
sinni. Heini hevur annars skotið 21 mál í teimum 6
undanfarnu dystunum.
Fakta um dystin
Neistin-H71 32-31 (15-13)
10 min: 4-4
20 min: 10-8
40 min: 23-20
50 min: 29-29
Málskjúttar
Neistin: Tróndur Kragesteen 11, David Edvardsen 6, Áki
Mørk 5, Finnur Hansson 4, Jugoslav Djumic 3, Blagoje Buha
2(1), Bogi Berg 1, Karl Herup Olsen 1
H71: Danni Syhler 9, Dánjal Tórgarð 8(2), Halgir Dahl
Olesen 6, Esbern Patursson 4, Regin Joensen 3, Janus
Sørensen 1
Brotskøst: Neistin 3, H71 3
Útvísingar: Neistin 3, H71 2
Dómarar: Kári Hansen & Sámal Paulason.
FAKTA um dystin
Halgir Dahl Olesen spældi allan dystin á
strikuni fyri H71. Her er hann í nærdysti við
Jugoslav Djumic úr Neistanum
Mynd: Álvur Haraldsen