Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-20, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. oktober 2008síða 23

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 [ Nr. 201 - 20. oktober 2008 ] VÍF heldur framveigs beina kós í oddinum. Sunnudagin megnaði KÍF ikki at skapa tann stóra spenningin Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Eftir fyrstu fýra umførini halda vestmenningar púr­ asta fast um oddasessin í føroyskum manshondbólti. Sunnudagin høvdu teir vitj­ an av KÍF, og ikki óvæntað gjørdist talan um ein hampu­ liga tryggan heimasigur. Frá byrjan vóru tað vert­ irnir, sum høvdu betra tak­ ið, men um miðjan fyrra hálvleik kom veruliga stígur í. KÍF minkaði munin niður í tvey mkál, og tó at VÍF økti aftur fyri steðgin, so tóktist talan vera um ein kanska heilt javnan dyst. Men hetta broyttist tó fullkomuliga eftir steðgin. VÍF setti seg tungt á tað mesta, og eftir fáum minutt­ um høvdu teir økt munin upp í sjey mál. So var tað mesta avgjørt, og hóast kollfirðingar aftur pyntaðu um móti dystarenda, so gjørdist tað ikki í nær námind serliga spennandi. Kyndil vann sítt fyrsta stig hetta kappingar­ árið, tá teir spældu javnt móti StÍF Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Hóast Kyndil hevur havt eina sera laka byrjan upp á kappingarárið, so hava tek­ in verið um batar í spæli­ num. Eitt nú riggaði verjan heilt væl, tá Kyndil spældi móti VÍF seinasta viku­ skiftið, og verjan var aftur snúningspunktið, nú fyrsta stigið kom til høldar. Móti StÍF var Høgni Klein eisini partur av lið­ num hjá Kyndli, og tað er eingin ivi um, at hann er góður styrkur at fáa. Leygardagin var tó leingi líkt til, at StÍF skuldi taka sær av øllum, men seinastu løtuna undan steðginum fekk Kyndil gongd á. Og hóast strandingar royndu at leypa avstað, tá seinni hálv­ leikur byrjaði, so eydnaðist hetta ikki av álvara. Royndirnar hjá teimum grønu eru eisini hampuliga nógvar, og tí megnaði liðið eisini at halda høvdinum kalt, tá stig skuldui fáast til høldar móti dystarenda. Hjá strandingum var talan hinvegin um dýran miss, nú teir saman við Neistanum og H71 kapprenna um at halda fast í oddafiskunum úr Vestmanna. Frem vann aftur Tað eydnaðist aftur í gjár hjá Frem at fáa ein sigur til høldar. Frem tók ímóti Hvidovre á Valby Idrætspark. Dysturin endaði 2­1 til Frem. Støðan í hálvleikinum var 0­0. Ikki fyrr enn 70 minuttir vóru spældir kom hol á. Søren Weibel legði tá Frem á odda. Góðar 10 minuttir seinni økti Patrizk Wozniacki, sum er bróðir tennisúrmælingin, Caroline Wozniacki til 2­0. Jonas Kallehauge fekk spenning í aftur, tá hann minkaði um munin til 2­1 í 85. minutti. Men Frem koyrdi sigurin heim, og eru Jón Rói Jacobsen, Atli Danielsen og liðfelagarnir nú komnir uppá 8 stig í næstbestu donsku deildini, og sær alt bjartari út nú hjá Valby­liðnum. Frem er í skrivandi stund nr. 11 av teimum 16 liðunum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini. VÍF-KÍF 25-22 (11-8): Flúgvandi vestmenningar Kyndil-StÍF 19-19 (11-10): Fyrsta stigið VÍF-KÍF 25-22 (11-8) 10 min: 5-1 20 min: 8-6 40 min: 19-12 50 min: 21-15 Málskjúttar VÍF: Agnar Joensen 9(2), Sámal Joensen 7, Niels Andreasen 4, John Zachariassen 2, Rúni Joensen 2(2), Áki G. Olsen 1 KÍF: Damir Oros 4(1), Rógvi Weihe 3, Niklas Reginsson 3, Ási Dam 3(3), Regin Petersen 2, Ingi Johannesen 2, Teitur Joensen 2, Tony Weihe 2, Andreas Nielsen 1 Brotskøst: VÍF 5, KÍF 6 Útvísingar: VÍF 6, KÍF 6 Diskvalifikatión: KÍF 1 (beinleiðis reytt) Dómarar: Kristian Joensen & Karstin Joensen FAKTA um dystin Kyndil-StÍF 19-19 (11-10) 10 min: 2-5 20 min: 5-7 40 min: 13-14 50 min: 16-17 Málskjúttar Kyndil: Janus Einar Sørensen 6, Høgni Klein 4, Hans Áki Dal-Christiansen 3(2), Andrias Sólsker 3, Jónleif Sólsker 2(2), Tummas Pauli Hanusarson 1 StÍF: Rúni Johansen 5, Alexandur Johansen 4, Bárður Danielsen 2, Hávardur Trúgvason 2, Leivur Justinussen 1, Mortan Hansen 1, Borgar Danielsen 1 Brotskøst: Kyndil 6 Útvísingar: Kyndil 1, StÍF 2 Dómarar: Rúni Mohr & Ragnar Simonsen FAKTA um dystin – helst besta smyrjiolja í heiminum Her fært tú skift til bestu smyrjiolju www.shell.fo Norðoyggjar: Klaksvíkar Autolakering Klaksvík, tel 458787 Bilservice Klaksvík, tel 459393 E.Z. Verstaðið Klaksvík, tel 566878 Auto Fjósið Viðareiði, tel 451162 Autoshine Klaksvík, tel 457474 Eysturoy: Dekksentrið Saltangará, tel 475500 B.B.R. Service Lambareiði, tel 449111 Normek Norðagøta, tel 442002 Sandoy: Shell-Støðin Sandur, tel 361046 Suðuroy: Shell-Støðin Trongisvágur, tel 371466 Shell-Støðin Vágur, tel 373175 Streymoy: Berg Motors Tórshavn, tel 313535 Bilrøkt Tórshavn, tel 588880 Bilasølan Tórshavn, tel 315354 Akfarssølan í Hornabø Tórshavn, tel 320322 Shellstøðin Frælsið Tórshavn, tel 312112 Dekksentrið Tórshavn, tel 475500 Super Dekk Service Tórshavn, tel 314975 V.R.-Bilar Tórshavn, 322110 Wenzel Tórshavn, tel 354500 Norðbil Tórshavn, tel 363738 Norðcar Tórshavn, tel 308080 Vágoy: Bilverkstaðið Miðvágur, tel 332727 Verjuparturin tykist nú rigga hjá Kyndli, sum við sínum fyrsta stigi kom á talvuna leygardagin Mynd: Álvur Haraldsen