Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-20, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. oktober 2008síða 24

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 [ Nr. 201 - 20. oktober 2008 ] Javnt við 9 monnum Tað eydnaðist FC Amager seinnapartiní gjár at fara úr Næstevd við einum stigi. Heimaliðið varð roknað at vera favorittur, og eftir eitt korter legði Næstved seg á odda. Leiðslan helt inntil fýra minuttir eftir steðgin. Tá javnaði toppskjúttin Anders Jochumsen. FC Amager legði seg eisini á odda við vøkrum langskoti frá Morten Juul Hansen, men sjey minuttir fyri leiklok javnaði Næstved. Síðstu løtuna var tað ikki frítt, at tað stóð á hjá FC Amager, sum megnaði at varðveita 2-2, hóast teir seinastu 40 minuttirnar spældu við 10 monnum. Og í yvirtíðini sá ein annar reytt, tá ið hann hevði sæð gult fyri aðru ferð. Fekk ikki álvarsamt mein Kroatiski verjuspælarin Vedran Corluka tóktist fáa álvarsaman skaða eftir samanbrest við sín egna málmann í dystinum millum Tottenham og Stoke í gjár. Dysturin varð steðgur í næstan 10 minuttir, meðan Corluka, sum misti vitið, fekk viðgerð á vøllinum. Stúrt var fyri at hann hevði fingið skaða í andlitið, nakkan ella ryggin. Corluka varð fluttur beinleiðis á sjúkrahús, men kanningar hava víst, at han Corluka tibetur ikki fekk nakran álvarsaman skaða. Einans Chelsea og Liverpool eru betri enn Hull City í ensku Premier League. Aftur hetta vikuskiftið hálaðu uppflytararnir trý stig í hús, og tað sama gjørdu hini oddaliðini FÓTBÓLTUR Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Tá 104 ára gamla felagið Hull City farna kappingarár vann uppflytingardystin ímóti Bristol City á Wem- bley Stadium, og harvið flutti upp í landsins bestu deild í Onglandi, Premier League, vóru tað ikki mong, ið høvdu væntað, at sama lið nakrar mánaðir seinni fór at liggja nummar trý í deildini. Hetta er tó veruleikin í dag, tá flest øll liðini hava spælt átta dystir hvør. Í roynd og veru eru tað einans Chelsea og Liverpool, ið hava staðið seg betri enn fyrrverandi felagið hjá Julian Johnsson. Tað stað- festir stigatalvan nú Hull City hevur 17 stig. Tey seinastu trý komu seinnapartin sunnudagin, tá liðið á heimavøllinum King- ston Communications Stadi- um basti West Ham við mál- ið frá Dawson miðsskeiðis í seinna hálvleiki. Sigurin á West Ham er ársins fimti. Hinir fýra sigr- arnir eru á Fulham, New- castle, Arsenal og Totten- ham. Tottenham í tungum sjógvi Júst Tottenham hevur eisini lagt rygg til fleiri tap í ár. Og er tað óvæntað, at Hull City hevur staðið seg so væl higartil, so kemur tað minst líka óvart á tey flestu, at Tottenham liggur aftast eftir átta dystir. So galið er tað, at stóra Londonliðið framvegis hevur sín fyrsta sigur til góðar. Í gjár var annars rímiligur møguleiki fyri stigum, men liðið tapti 2-1 á útivølli fyri uppflytarunum Stoke, sum undan hesum umfarinum einans høvdu vunnið ein sigur. Chelsea og Liverpool halda tørn Í oddinum halda Chelsea og Liverpool somu kós sum undanfarnu dystirnar. Chelsea hevur tó munandi betri málúrtøku enn Liver- pool, og eigur tí fremsta sessin. Mett út frá avrikun- um frá teimum báðum liðunum um vikuskiftið, er tað eisini fult uppiborið, at Chelsea liggur fremst. Teir vunnu sannførandi 5-0 á Middlesbrough, hetta hóast sjey av leikarunum hjá Scolari vóru skaddir. Kalou gjørdi tvey mál, með- an Belletti, Lampard og Malouda gjørdu hini trý. Liverpool var hinvegin ikki eins sannførandi. Og sannførandi var Agger á ongan hátt, tá hann átti verjuvilluna, sum førdi til, at Wigan legði seg á odda. Liverpool javnaði stutt eftir, og hóast Wigan stutt fyri hálvleik aftur fór framum, so eydnaðist tað Liverpool í síðstu løtu at fáa sigurin í hús, tá Kuyt gjørdi sítt næsta mál í dystinum. Hitt málið hjá Liverpool gjørdi Riera, meðan Amr Zaki gjørdi tey bæði málini hjá Wigan. Sostatt er Amr Zaki toppskjútti í Premier League við sjey málum. Wigan hevur leigað egypt- iska áleyparan frá felagnum El Zamalek, og hevur sam- bært felagnum forkeypsrætt upp á Amr Zaki. Nú ljóðar tó, at Manchester City ynsk- ir at knýta hann til sín og at ein fundur er avtalaður mill- um El Zamalek og Man- chester City, sum spælir ímóti Newcastle í kvøld. Rooney í hopla Ein annar maður, sum eisini er við at finna góða spælið framaftur, er Wayne Rooney. Hann var høvuðsarkitekturin handan sannførandi 4-0 sig- urin hjá Manchester United á West Bromwich. Rooney legði gestirnar framum, og legði síðani upp til teir báðar portugisisku vengurnar hjá Manchester United. Berba- tov slapp eisini upp í part, tá hann gjørdi sítt fyrsta Premier League-mál fyri sítt nýggja felag. Við sigrinum hevur Man- chester United 14 stig, sum er tvey stig færri enn Ars- enal á fjórða plássið.United hevur tó í mun til flest øll hini liðini einans spælt sjey dystir. Arsenal vann eisini sín dyst. Hetta var á Everton, sum legði bragdliga fyri við málið frá Osman, men Nasri, van Persie og Walcott syrgdu fyri, at Arsenal vann 3-1. Harvið er eru tað Chelsea, Liverpool, Arsenal og Man- chester United, ið mynda fýra av fimm teimum fremstu sessunum í Premier League, júst sum væntað. Hinvegin er tað fullkomiliga óvæntað, at Hull City er tað fimta liðið millum tey fremstu! Hull framvegis millum tey fremstu Hull vann aftur um vikuskiftið. Ársins fimti sigur, og vert er at hefta seg við, at uppflytararnir higartil í ár ongantíð hava vunnið ein dyst við meiri enn einum máli Mynd: Polfoto Støðan í Premier League: 1 Chelsea 20 2 Liverpool 20 3 Hull 17 4 Arsenal 16 5 Manchester United 14 6 Aston Villa 14 7 Portsmouth 13 8 West Ham 12 9 Blackburn 11 10 West Bromwich 10 11 Manchester City 9 12 Sunderland 9 13 Middlesbrough 9 14 Wigan 8 15 Bolton 8 16 Everton 8 17 Fulham 7 18 Stoke 7 19 Newcastle 5 20 Tottenham 2 Úrslit Leygardagin Middlesbr.-Chelsea 0-5 Arsenal-Everton 3-1 Aston Villa-Portsmouth 0-0 Bolton-Blackburn 0-0 Fulham-Sunderland 0-0 Liverpool-Wigan 3-2 Manchester Utd.-WBA 4-0 Sunnudagin Hull-West Ham 1-0 Stoke-Tottenham 2-1 Mánadagin Newcastle-Manchester C.