Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-20, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. oktober 2008síða 26

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 [ Nr. 201 - 20. oktober 2008 ] Villa leiðir Valencia á tindin EM-toppskjúttin David Villa er í stórformi, og hann hevur nú skotið felagið hjá sær, Valencia, upp í toppin í sponsku landskappingini. Um vikuskiftið vann Valencia 4-0 á Numancia, og David Villa skoraði tvey mál í dystinum. Hann hevur nú skotið 8 mál í 6 dystum. Valencia liggur nú á odda við 19 stigum. Í hølunum á teimum eru Villareal, Real Madrid og Barcelona. Blackpool í málleysum dysti Blackpool spældi um vikuskiftið á útivølli ímóti Doncaster í næstbestu ensku fótbóltsdeildini. Dysturin endaði við javnleiki, eftir at hvørki av liðunum megnaði at gera nakað mál. Claus Bech Jørgensen var ikki við í dystinum. Hann stríðist við ein skaða og hevur ikki spælt við seinastu ferðirnar. Blackpool liggur sum nummar 17 av 24 liðum í deildini. Bæði í Vágum og á Argjum fegnast tey um uppflytingina, sum ivaleyst fer at bera nýggj og størri krøv við sær Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Hóast eitt umfar restar í næstbestu deildini, so fekst leygardagin greiða á næstan øllum spurningunum. Tann einasti, sum framvegis er ósvaraður, er, um tað verður 07 Vestur ella AB, sum fer at vinna gullkrónurnar og steypið. Sjálvandi vilja tey í Vág- um og á Argjum fegin vinna deildina, men felags fyri bæði 07 Vestur og AB er, at feløgini hava rokkið málið, sum tey undan kappingar- byrjan settu sær, nevnliga at vinna sess í fremstu deild- ini. 07 Vestur fekk ikki hol á fyrrenn 40 minuttir vóru farnir, og tað var merkisvert. NSÍ spældi allan 1. hálvleik við níggju monnum, sum hildu tætt heilt leingi. - Tað var ongantíð nakar spurningur um, hvat liðið fór at vinna. Vit høvdu bólt- in mesta partin av tíðini, og hóast teir tíðliga í 2. hálv- leiki minkaðu um munin til 2-1, so var tað bara ein spurningur um, hvussu stór- ur sigurin fór at verða, siga tey í Vágum. Tveir spurningar troðka nógv á í Vágum. Annar er, at tað verður neyðugt at styrkja liðið, um vánirnar at standa seg skulu vera til staðar. Hin spurningurin er, hvussu tað verður við vallar umstøðunum. Kravið er, at liðini, sum spæla Formula fótbólt, skulu hava trý hundrað áskoðarasetur. Um kravið skal uppfyllast í Vág- um, so skulu teir arbeiða skjótt har vesturi. Tíðin, tá ið FSF gav und- antaksloyvi frá hesi regluni, er farin. Tí hevur verið nevnt, at tað kanska verður neyðugt hjá 07 Vestur at spæla heimadystirnar í Streymnesi, um tað ikki ber til at fáa setur til næsta kappingarár. Á Argjum eru tey serliga fegin um, at tað hevur eydnast at røkka uppflyting við liði, sum í stóran mun er mannað við ungum argja- dreingjum. - Málið er rokkið. Vit løgdu fyri við óroyndum hópi, og so høvdu vit nakrar royndar spælarar afturat. Liðið hevur verið væl sam- anspælt, og spælararnir hava ment seg so líðandi. Trýstið hevur verið stórt, men spælararnir hava megn- að at loysa uppgávuna, stað- festir AB venjarin Allan Mørkøre. Í síðsta umfari skal 07 Vestur spæla í Gundadali ímóti HB, og AB skal spæla á Svangaskarði ímóti B68. Fyrsta bríkslið verður klokk- an 13, og fram ímóti klokk- an 15 verður tað greitt, um tað verður 07 Vestur ella AB, sum fer at vinna deild- ina. VB/Sumba hevði undan vitjanini í Leirvík framvegis møguleika fyri at vinna uppflyting. Møguleikin var lítil, og vónbrotið eftir heimatapið mikudagin ímóti 07 Vestur var stórt. Tað sást í Leirvík, har heimaliðið var bragdligari og vann 2-0. VB/Sumba hevur vunnið bronsumerkini, og hóast TB megnaði eitt stig á heimavølli ímóti teimum næstbestu hjá HB, so megn- ar TB ikki at fáa VB/Sumba aftur. Spurningurin er nú, um TB næsta ár verður partur av FC Suðuroy, sum ætlanin er, at VB/Sumba skal eita eftir regluliga aðal- fundin eina ferð í vár. At KÍ legði rygg til 8-1 stórtap á Argjum bar við sær, at klaksvíkingar aftur í ár fluttu niður. Í fjør fluttu teir niður, men tá fluttu teir beinanvegin uppaftur, tí SÍ og FSV løgdu saman í 07 Vestur. EB/Streymur hevur havt góðan endaspurt, men 2-2 á heimavølli ímóti B68 var ikki nóg mikið. Eftir at hava verið eitt ár í næstbestu deildini noyðist næstbesta liðið hjá EB/Streymi, sum hevur verið mannað við ungum spælarum, at flyta niður aftur í 2. deild. Setningurin væl og virðiliga greiddur Fótbóltur 1. deild vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 07 Vestur 26 20 - 2 - 4 108 33 75 62 2 AB 26 20 - 1 - 5 96 32 64 61 3 VB/S 26 18 - 2 - 6 59 27 32 56 4 TB 26 16 - 4 - 6 62 22 40 52 5 Víkingur 26 9 - 3 - 14 34 70 -36 30 6 B68 26 7 - 4 - 15 49 63 -14 25 7 HB 26 5 - 9 - 12 29 51 -22 24 8 NSÍ 26 6 - 5 - 15 46 72 -26 23 9 EB/S 26 6 - 2 - 18 27 87 -60 20 10 KÍ 26 5 - 4 - 17 33 86 -53 19 Hondbóltur Atlantic Airways-kappingin vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VÍF 4 4 - 0 - 0 109 96 13 8 2 Neistin 4 3 - 0 - 1 127 115 12 6 3 StÍF 4 2 - 1 - 1 89 83 6 5 4 H71 4 2 - 0 - 2 113 100 13 4 5 Kyndil 4 0 - 1 - 3 89 113 -24 1 6 KÍF 4 0 - 0 - 4 91 111 -20 0 AB-KÍ 8-1 (5-1) 1-0: Thomas Hans Rubeksen 7. 1-1: David Bertholdsen 19. 2-1: Tróndur Sigurðsson 28. 3-1: Tróndur Sigurðsson 33. 4-1: Tróndur Sigurðsson 43. 5-1: Alex Mellemgaard 45. 6-1: Thomas Hans Rubeksen 7-1: Rúni Elttør 8-1: Kenneth Jacobsen TB-HB 1-1 (0-1) 0-1: Kristin Mouritsen 38. 1-1: Josef Bassene br 55 07 Vestur-NSÍ 5-1 (2-0) 1-0: Ragnar Niclasen 39. 2-0: Andrzej Stretowicz 44. 2-1: Magnus Sørensen 57 3-1: Jovan Panic 66. 4-1: Tór-Ingar Akselsen 71. 5-1: Hans Arni Ellefsen 88. Víkingur-VB/Sumba 2-0 (1-0) 1-0: Finnur Justinussen 35. 2-0: Ingi Sørensen 80. Reytt kort: Dan Djurhuus VB/Sumba (beinleiðis reytt) 85. EB/Streymur-B68 2-2 (2-1) 0-1: Jónleif Højgaard 4. 1-1: Halltórur Joensen 29. 2-1: Ronnie Samuelsen 43. 2-2: Óli Olsen 66. FAKTA um 1. deild Steðgurin millum tey næst bestu varð stuttur. Longu í 2009 verður AB aftur at síggja í Formula-deildini Mynd: Terji S. Johansen