mánadagur 20. oktober 2008síða 27
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 201 - 20. oktober 2008
27
Stutt Sagt
Kinesarar
rændir
í Sudan
Ókendir menn hava rænt
og burturflutt níggju kines
arar, sum arbeiddu í olju
ídnaðinum í útsynnings
partinum av Sudan. Til
burðurin er fyribils tann
seinasti í einari røð av
atgerðum ímóti kinesisk
um áhugamálum í Sudan,
skriva tíðindastovurnar.
Sudansku myndugleikar
nir siga, at tað eru uppreistr
armenn í Darfurlandspart
inum, sum hava burturflutt
kinesararnar, men eingin
av teimum felagsskapunum,
sum stríðast við stjórnina,
hevur
enn
átikið
sær
ábyrgdina.
Hinvegin er tað ein sann
roynd, at uppreistrarfelags
skapirnir hava funnist at
kinesiska virkseminum í
sudanska oljuídnaðinum, tí
á tann hátt styðjar Kina
stjórnarherin í bardaganum
um Darfur.
Altjóða mannarættinda
felagsskapir hava eisini
funnist at Kina og sagt, at
landsins samstarv við sud
ansku stjórnina forðar fyri
einari loysn í Darfur, har
umleið 300.000 fólk hava
latið lív í bardøgum og
ágangi. Meiri enn 2,5 milli
ónir fólk eru flýdd heiman.
Kina keypir tveir triðing
ar av teirri olju, sum kem
ur upp úr jørðini í Sudan,
og 70 prosent av sudanska
útflutningsvirðinum stavar
frá oljuni. Kina hevur sýt
ingarrætt í STtrygdarráðn
um og hevur verið ímóti
øllum uppskotum, sum
hava mælt til at revsa Sud
an fyri at fáa eina loysn á
Darfurkreppuni.
Jarðskjálvti
á Tonga
Ein rættiliga harður jarð
skjálvti skakaði gjáranátt
ina oynna Tonga har suð
uri ím Kyrrahavinum.
Skjálvtin var 7,1 á Richt
erstiganum, og tíðindastov
urnar skriva, at hann vardi
næstan tveir minuttir. Sagt
verður, at húsini í høvuðs
staðnum Nukualufa skulvu,
og at fleiri rútar brotnaðu
av ristingunum. Einki er tó
frætt um mansskaða.
Jarðfrøðingarnir siga, at
miðdepilin í jarðskjálvtan
um var 33 kilometrar undir
havbotninum einar 120
fjórðingar frá eysturstrond
ini á Tonga. Hóast hann var
oman fyri sjey á Richter
stiganum, varð ikki ávarð
um møguliga flóðaldu.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
- Donsku hermenninir eru tvífaldir fíggindar. Teir
hava gjørt innrás her og vanærað Muhammed profet
Taleban-talsmaður
útlond
Hóast hann hevur
gjørt tænastu undir
trimum republikonsk
um forsetum hevur
Colin Powell valt at
styðja demokratin
Barrack Obama til for
setavalið
Fyrrverandi
amerikanski
generalurin,
verjuovastin
og uttanríkisráðharrin Colin
Powell vil hava Barrack
Obama til forseta. Tað
avdúkaði hann í einari sam
røðu við sjónvarpið NBC
um vikuskiftið.
Eg haldi, at Barrack
Obama verður ein forseti,
sum fer at broyta viðurskift
ini, og tí atkvøði eg fyri hon
um, segði Colin Powell.
Amerikonsku fjølmiðlar
nir hava leingi spurt, hvørt
Colin Powell mundi styðja
republikanska
forsetaval
evnið John McCain ella
demokratin
Barrack
Obama. Í sjónvarpssending
ini var Powell varin við at
finnast at McCain, men
hann duldi ikki fyri, at hann
helt McCain hava gjørt eitt
mistak, tá hann valdi Sarah
Palin til sítt varaforsetaval
evni.
Eg var vónbrotin av
avgerð hansara. Eftir mín
um tykki er Sarah Palin ikki
búgvin til at átaka sær for
setaembætið, og tað má ein
varafroseti
vera,
segði
Powell.
Colin Powell, sum nú er
71 ára gamal, var trygdar
ráðgevi hjá Ronald Reagan,
forseta, hann gjørdist verju
ovasti undir George Bush í
1989 og var uttanríkisráð
harri hjá George W. Bush
frá 2001 til 2005.
Republikanarin Colin Powell
styðjar demokratin Barrack Obama
Ukrainsku politik
ararnir mugu leggja
allar ósemjur til viks
og ganga saman um
at skipa eina tjóðar
stjórn
Eins og fleiri onnur lond er
Ukraina komið í trupulleikar
av teirri heimsumfatandi
fíggjarkreppuni, og sambært
forsætisráðharranum, Julia
Timoshenko, er støðan so
álvarssom, at landsins polit
ikararnar eiga at semjast
um at loysa trupulleikarnar
í felag.
Julia Timoshenko segði
um vikuskiftið, at teir polit
isku flokkarnir í samgongu
og andstøðu eru noyddir til
at leggja alt politiskt kegl
til viks og at taka hendur
saman um at loysa landsins
trupulleikar.
Julia Timoshenko hevur
leingi ligið í opnum stríði
við Viktor Justjtjenko, for
seta. Endin varð, at hann
sendi tjóðartingið til hús og
boðaði frá nývali. Tað verð
ur tann 7. desember, sjálvt
um forsætisráðharrin er
ímóti tí.
Ukraina
hevur
søkt
Altjóða Gjaldoyragrunnin
IMF um 14 milliardir doll
arar í láni, sum stjórnin ætl
ar at brúka til at hjálpa
bankakervinum.
Ukraina skal hava
tjóðarstjórn
Taleban hevur ikki
gloymt tekningarnar
av Muhammed
profeti og roynir at
hevna tær
Vit gera okkara besta fyri
at raka teir donsku her
menninar so hart sum til
ber. Vit vilja drepa teir og
noyða teir út úr landi okk
ara. Fyrr ella seinni taka
vit teir, og so fáa vit
hevnd.
Soleiðis sigur høvuðs
talsmaðurin hjá Taleban,
Qari Yousuf Ahmadi, í
samrøðu við Ekstrablaðið
í dag. Hann sigur, at fyri
Taleban er tað serliga
umráðandi at raka teir
donsku
hermenninar
í
Afghanistan, tí at Jyllands
Posturin og onnur donsk
bløð prentaðu tekningarnar
av Muhammed profeti.
Teir fremmandu her
menninir eru okkara fígg
indar, men teir donsku
erui tvífaldir fíggindar. Í
fyrra lagi eru teir fíggindar
okkara, tí teir hava gjørt
innrás í land okkara, og í
øðrum lagi tí teir hava van
ærað
okkara
heilaga
pårofet og Koranina, sigur
Qari Yousuf Ahmadi við
Ekstrablaðið.
Talebanrørslan er fram
vegis sterk nógvastaðni í
Afghanistan og hevur ser
liga gjørt um seg í Hel
mandlandspartinum, har
millum annað danskir her
menn halda til. Qari You
suf Ahmadi sigur, at Tale
ban fer ikki at tapa bar
dagan.
Vit standa sterkir í øll
um landinum, serliga í
Helmand, og okkara stríðs
vilji er góður, sigur hann.
Taleban hóttir
Danmark
Julia Timoshenko vil hava politiska semju í Ukraina
Mynd: Reuters
Colin Powell: - Eg vænti, at
Barrack Obama verður ein
góður forseti
Mynd: NBC