Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-10-20, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. oktober 2008síða 28

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 201 - 20. oktober 2008 tíðindi Politisk aktivisma á San Diego State University forsetaval Janus á Ryggi Myndir: Gunnhild Dahl Niclasen Í hesum døgum reika sjey lesandi av Fróðskaparsetri Føroya á California State University í San Diego. Universitetið telst millum tey størstu í Kalifornia við eini 35.000 lesandi. Í hesum døgum er alt universitetsøkið eyðkent av amerikanska val­ stríðnum, ið nú er komið í hæddina. Hvar ein so vendir sær, hoyrast rópini ”Demo­ crats; register here!”og ”Republicans; register here!”. Í øllum hornum síggjast básar, ið umboða teir báðar flokkarnar, ið hava nakran veruligan møguleika at vinna forseta­ sessin. Hjá teimum snýr tað seg um at fáa fólk at skrá­ seta seg til at atkvøða, og at fáa sín politiska boðskap út til stóru fjøldina av lesandi, ið dagliga ferðast á økinum. Hvørja ferð onkur teirra nærkast onkrum okkara við einari áheitan um at skráseta okkum, er svarið hitt sama: Vit eru evropearar og hava ikki møguleika at atkvøða í USA. Samstundis stendur greitt, at vit eru vitni til eitt valstríð, ið kann fáa stóra ávirkan á amerikanska samfelagið og reystina av heiminum. Báðir partar føra seg fram sum røttu loysnina og dylja ikki yvir, at hin parturin fer at føra amerikanska samfelagið í óførið. Allastaðni ljóðar, at búskaparstøðan hjá vanliga amerikanaranum hevur hægstu raðfesting í hesum valstríðnum í mun til ameri­ kanskan uttanríkispolitikk og kríggið í Irak í undan­ farna vali. College Democrats Angel Perez er talsmaður fyri College Democrats. Hann er trúgvur Obama stuðul og tá vit hittu hann fegnaðist hann um, at evropearar sýndu demokrat­ unum áhuga. Hann ger okk­ um greitt, at Barack Obama er nógv betri umtóktur mill­ um lesandi í Kalifornia enn John McCain. Hetta sigur hann síggjast aftur á lima­ listanum hjá sínum felags­ skapi. Í løtuni er Barack Obama frammanfyri John McCain í øllum veljarakann­ ingum. Á San Diego State University tykjast hvørki professarar ella lesandi at dylja yvir sínar politisku sannføringar til fyrilestrar­ nar. Hetta er eitt sindur øðr­ vísi enn vit eru von við. Eitt nú segði ein professari við okkum tá vit hittu hann, at hann helt, at núverandi for­ setin George W. Bush átti at verið rættarsøktur fyri krígs­ brotsverk vegna kríggið í Irak. Stuðla Obama Demokratiska forsetaval­ evnið Barack Obama hevur valt at gera sonevnda miðal­ klassan til høvuðstema í sín­ um valstríðið. Høvuðsboð­ skapur hansara hevur støð­ ugt verið, at Bush stjórnin saman við repulikanska for­ setavalevninum John McCain hava svikið miðal­ klassan og ístaðin hava røkt áhugamálini hjá seráhuga­ bólkum og stórum vinnu­ lívsbólkum. Boðskapurin hjá Barack Obama snýr seg um at fáa gerandisdagin hjá vanliga amerikanaranum á breddan aftur. Lítil ivi er um, at hetta gevur afturljóð hjá mongum amerikanarum í hesum døgum, eitt nú hava amerikanskir fjølmiðlar gjørt nógv burturúr, at milli­ ónir av amerikanarum noyð­ ast at liva av sonevndum “food stamps”, sum í roynd og veru merkir, at hesi liva fyri nakrar fáar dollarar um dagin. Orsøkin er vaksandi arbeiðsloysi í USA. ­ Fyri okkum er eingin ivi um, at Barack Obama hevur fingurin á pulsinum og tosar um tey mest átrokandi evnini fyri vanliga amerikan­ aran, eitt nú arbeiðspláss, umhvørvið og ein skilabetri uttanríkispolitikk. Obama hevur neyðugu visiónina og ætlanirnar fyri framtíðina, ímeðan John McCain vantar veruligar ætlanir fyri fram­ tíðina. Fyri okkum lesandi hevur Barack Obama nakað veruligt at bjóða, eitt nú við at gera fígging til lesturin meiri atkomiligan. College Republicans Eg hitti McCain viðhalds­ mannin Ray Rudolph á universitetsøkinum á San Diego State University. Hann er partur av politiska felagskapinum “College Repulicans” og roynir at sannføra lesandi um, at hóast John McCain stendur seg væl verri í seinastu velj­ arakanningunum, er hann framvegis rætti maðurin til forsetasessin. Tað stendur øllum greitt, at búskaparliga støðan er ein av stóru lyklaknútunum í valstríðnum. Eygleiðarar meta, at hetta er ein av stóru avbjóðingunum hjá John McCain um tað skal eydnast honum at venda neiligu velj­ arakanningunum. Hetta ger hann við at tosa nógv um komandi skattapolitikkin hjá sær, har hann setir sær fyri at lækka skattirnar, eitt nú fyri vinnulívið. Hann skýrir Barack Obama fyri at vilja føra ein burturvið búskaparpolitikk við skatta­ hækkingum sum fara at gera búskaparstøðuna nógv verri, eitt nú fyri smáar fyritøkur. Ákæran er, at Barack Obama fer at taka óneyðugan pening í skatti frá fólki at brúka til egin áhugamál. John McCain rætti maðurin Ray Rudolph heldur ikki, at tað er nakar trupuleiki at fáa ung lesandi at velja John McCain hóast hann er komin væl upp í árini, tvørt­ urímóti heldur hann, at tey ungu skilja, at hetta merkir politiskur búnaskapur. ­ Fyri republikanarar hev­ ur tað størstan týdning at minka um almennu fyrisit­ ingina og John McCain er rætti maðurin til at fremja tað. Republikanarar hugsa meira við heilanum enn við hjartanum. Eg haldi at róm­ urin uttanum Obama sum er at hóma í løtuni fer at dala, tá fólk sær at tað er bert tos. Omaba prátar, men McCain hevur royndirnar. Hóast demokratarnir siga tað øvugta, so vita vit, at tey ríkastu longu rinda størsta skattin, tí er tað sera týðandi at lækka skattin hjá vinnulívinum. Gera vit ikki tað er vandi fyri, at vinnu­ lívið ikki longur fer at bera seg, sigur Ray Rudolph. Í valstríðnum hava John McCain og hansara við­ haldsfólk ført fram, at demokratiska forsetavalið Barack Obama, fer at leggja ovurstungar skattir á fólk og serstakliga vinnulívið. At hann fer at gera júst hitt øvugta av tí, sum John McCain setir sær fyri, nevni­ liga at minka almennu fyri­ sitingina og almennu útreiðslurnar. ­ Eg haldi at Barack Obama fer at føra ein vandamiklan politikk. Hann vil hava eitt Big Brother samfelag við einari stórari almennari fyrisiting. Eg haldi ikki hann er sjálvstøð­ ugur, heldur tvørturímóti er hann loyalur mótvegis sín­ um flokki. John McCian hinvegin hevur sjálvstøð­ ugar hugsanir. Eg beri ótta fyri, at vinnur Obama, fer Obama ella McCain? Valstríðið í USA koyrir upp á tað harðasta. Týsdagin 4. november fellur avgerðin